Tusitala

SØGUR: R. L. Stevenson varð á oynni Samoa nevndur ?Tusitala?, sum merkir hann, ið sigur søgur. Mánadagurin var 150 ára dagur hansara

 

Birgir Kruse

Robert Louis Stevenson varð borin í heim í Edinburgh hin 13. november 1850. Mánadagurin var sostatt 150 ára dagur hansara. Nú Fróðskaparsetur Føroya lýsir til kapping um hvørjar gamlar bøkur vóru í heimunum, havi eg leitað upp Nordisk Konversations Leksikon bind 8. Útgávan, sum er frá 1964, sigur um Stevenson, at hann fór undir at lesa løgfrøði, men gavst og fór at reika og skriva ferðafrásagnir og ritroyndir. Árið eftir at hann skrivaði ?New Arabian Nights? í 1882, gjørdi hann rættuliga vart við seg, tá bókin ?Treasure Island? kom út. Hon varð týdd til mong mál, eisini danskt og føroyskt.

Í hesari alfrøðini frá 1964 verður Stevenson lýstur í avgjørt positivum orðum og sagt verður, at hann við frægd skrivar seg inn í frásøgutraditiónina hjá Walter Scott. Og eingin hevur gjørt Stevenson tað eftir, staðfestir Harald W. Møller í Nordisk Konversationsleksikon.

Í bókarøðini hjá forlagnum Politiken, sum nevnist ?Verdenslitteraturens hvem-skrev-hvad? (1969), sigur Peter P. Rohde um Stevenson og skaldskap hansara, at sami útferðarlongsul, sum dreiv Thomas Hardy, eisini dreiv Stevenson, sum leitaði til enda jarðarinnar at finna eina eydnuríkari tilveru. Hana fann hann millum innfødd á oynni Samoa. Men hann fann eisini syfilis, brennivín og eitt ótolandi harraveldi, sigur Rohde, sum heldur fram, at ferðin hjá Stevenson kveikti hann at skriva fleiri av skaldsøgunum, ið eru at meta sum einki annað enn eskapisma, tó kanska undantikið ?Dr. Jekyll og Mr. Hyde? (1886), har tað eydnast rithøvundanum at fanga eitt sið- og sálarfrøðiligt fyribrigdi, nevniliga dupultu náttúru menniskjans sum bæði góða og ónda, í óvanliga einføldum líki. Hetta er metingin av Stevenson í 1969.

Í 1990 fer danin Ejgil Sjøholm undir ein bókmentunarligan álmanakka, sum forlagið Gyldendal gevur út á hvørjum árið, tí heitið ?Gyldendals litteraturkalender?. Hesin álmanakki fyri 2001 er júst komin á marknaðin. Í enn aktuella søgufróða kalendaranum (2000) fegnast Sjøholm um, at Stevenson á sinni ikki elti, sum faðirin hevði slóðað. Hann var verkfrøðingur, pápin. Í 1871 fekk ungi Stevenson silvurmerki fyri ritgerð um nýggj ljós til blunkandi vitar. Hóast hetta valdi hann pennin. Meðan pápin passaði vitar fyri The Board of Northern Lighthouses í Skotlandi, taldi barnagentan unga Roberti søgur. Hugurin at ferðast varð honum í holdi borin. So tá sjúka kom á hann, leitaði hann upp heitari lond. Dreymurin ? og fepurin ? førdi hann til Samoa.

Søgubókina, klassikaran, fyri børn í øllum aldri ?Loynioynna? gav hann út í bók 1883. Tað var í Amerika, tá Stevenson giftist Mrs Fanny Osborne, at hann fyri soni hennara, lítla Lloyd, segði søguna um ?Loynioynna?. Høvuðspersónarnir í hesi søgu eru ógvuliga ólíkir, men møtast og hjálpast tá á stendur. Teir eru hin djarvi drongurin Jim og hin grummi sjórænarin Long John Silver.

Tað var í 1888 at Stevenson fór úr Bretlandi at søkja sær heilsbót, tí hann var so ringur av lungnasjúku. Hann støðgaði á oynni Samoa, har hann vællýddur fekk tilnavnið ?Tusitala?, ið merkir hann, ið sigur søgur. Her varð hann grivin tá hann brádliga doyði av heilabløðing í 1894.

Tað munnu verða fáir rithøvundar, sum hava fingið so nógv filmsfólk upp á føtur, sum Stevenson. Í alnótini kunnu vit á Internet Movie Database leita upp ikki færri enn 35 filmar, ið allir byggja á eina og somu søgu, nevniliga ?Treasure Island? ella ?Loynioyggin?, sum føroyska týðingin ljóðaði í framhaldsøgu í Dagblaðnum 1948-49 og seinni, tað var í 1958-60, sum myndasøga í 26 pørtum í Glugganum. Tað var Knút Vang sum týddi framhaldssøguna í Dagblaðnum.

Í 1986 gjørdi danski sangarin Sebastian sangleik úr søguni um ?Loynioynna?. Leikurin, sum settur varð upp á Folketeatret, helt fast um danska heitið, sum hevur verið brúka alt síðani 1888 ?Skatteøen?.

Sambært Internet Movie Dababase verður arbeitt við at gera film ?The suicide club? úr søgu Stevenson?s, har leikur fer fram í London 1899. Leikarar í hesum filmi eru David Morrisey, Jonathan Pryce og Catherine Siggins.

RLS-klubbar eru víðahvar. RLS stendur fyri Robert Louis Stevenson. Nú 150 ára dagur Stevenson?s varð hildin mánadagin, hevði RLS-klubbin í Edinburg savnað tilfar til eina minnisbók, sum Karen Steel hevur ritstjórnað. Skálað varð fyri ?Tusitala? á Carlton Highland Hotel henda dagin og sjónleikararnir John Sheddon og Michael David lósu úr verkum Stevensons.