Flestu fótbóltsáhugaðu føroyingar settu seg at hyggja eftir Eurosport hóskvøldið í farnu viku, fyri at kunna síggja høvuðsbrotini í dystinum Chelsea-FCK, har Todi kom inn ímóti dystarenda.
Í byrjanini segði sjónvarpsmaðurin hjá Eurosport eitt sindur um tað, sum Chelsea-formaðurin hevði at bera fram í leikskránni til FCK-dystin. Tað hevur eydnast okkum at fáa fatur á hesum boðskapi á internótini.
Fótbóltssnobburin alias Chelsea-formaðurin Ken Bates heitir á UEFA og FIFA um at steðga øllum »meiningsleysum dystum«, bæði í landsliðshøpi og felagsliðshøpi við at sálda smáu tjóðirnar frá. Hetta skal gerast við at koyra »nýggj og smá« lond í eina undankapping, sum skal fáast frá hondini áðrenn sjálva høvuðs-undankappingina.
Ken Bates metir at UEFA ikki strekkir seg nóg langt við broytingunum í Champions League-kappingini, og við samanleggingini av UEFA og Steypavinnarakappingini.
»Steðgið teimum nýggju londunum!«
Støðuga tilgongdin av nýggjum limalondum í UEFA er við at gerast ein sonn marra. Tað eru ov nógvir undandystir í europeisku kappingunum, og so kemur tað frá hjartanum hjá Ken Bates: »Ov nógir dystir, ið geva ov fáar pengar í okkara part!!«
Ken Bates vil hava londini sundurdeild í hvør sína kapping eina fyri tey fínu og góðu, og eina fyri tey smáu og forfjónaðu, har kanska frægasta/u liðið/liðini kunnu sleppa at royna seg í tí »fína selskapinum« árið eftir.
Hetta hevði ført til, at tey smáu feløgini kundu kappast við sínar javnlíkar, og tey stóru feløgini kunnu hava »kassadystir« ímóti sínum javnlíkum.
Skal eisini umfata landsliðskappingar!
»Og tá vit eru í gongd við felagsliðskappingarnar, hví ikki ganga alla leiðina og royna hetta við landsliðunum eisini«. Ken Bates heldur at hetta hevði steðga nógvum »meiningsleysum dystum«, ikki eitt orð um hvussu »meiningsfult« sigursmálið hjá Tjekkia var ímóti Føroyum á Svangaskarði! Aðalsnobburin: »Der Kaiser« = Franz Beckenbauer metir at landsliðsfótbóltur doyr út um 10-15 ár. Hvør skal siga: EU fer bara at hava eitt landslið. Gloymd eru heiður og æra, spælt verður bert fyri peningin hjá fótbóltsbossunum í teimum stóru felagsliðunum í Europa.
Góð dømi um tílík lið eru t.d. Milan, Chelsea og Arsenal - munnu teir práta Esperanto undir venjing? - Mafiarakstur av liðum, sum skal føra til eina europeiska superligu á lá Silvio Berlusconi (segði onkur Mussolini?)
FSF má ganga saman við hinum smáu!
Úrslitini hjá teimum smáu landsliðunum í EM og HM-kappingum gerast alt fleiri og betri, summi eru enntá bert eitt óítróttaligt innkast frá sensasjónini. Tak t.d. Andorra, hattin av fyri teimum. Teir eru við fyri fyrstu ferð og tapa bert t.d. 2-0 á útivølli móti heimsmeistarunum Fraklandi, eftir 0-0 í hálvleikssteðginum. Ísland var minsta land í UEFA-høpi áðrenn Føroyar og San Marino komu við í 1990, og úrslitini í ár eru greið: 1-0 sigur yvir størsta UEFA-limalandinum Russlandi, og javnleikur 1-1 ímóti Fraklandi. Er tað óttin fyri at tapa ímóti teimum smáu, ið motiverar tey stóru at klassifisera seg sjálvi í eina luksuskapping?
Áhugin fyri fótbólti í teimum smáu londunum er lutfalsliga nógv størri enn í teimum størru londunum, uml. 2% av øllum føroyingum vóru til dystin á útivølli móti Skotlandi. Í heimadystinum ímóti Malta vóru uml. 15% av Føroya fólki hjástødd á Svangaskarði.
FSF má seta seg í samband við hini smáu limalondini í UEFA fyri at leggja eina felags strategi ímóti fótbóltssnobbum sum Bates og Beckenbauer, áðrenn teirra orð gerast ein óndur veruleiki. Enda Føroyar í eini undankapping til sjálva høvuðsundankappingina kann skjótt vera, at vit sita við svartaper! Og um ikki vit, so onkur annar í okkara stødd.
Vónandi skorar Todi (sum umboðar allar smátjóðir hetta kvøldið!) sigursmálið í parkini í returdystinum hjá FCK ímóti Snobba-Chelsea, tá vildu vit gjarna sæð gronina í Ken Bates. Todi! »Give him á slap in the face« og vís honum, at »er de små er de raske!«
Hetta er eitt vónbrot fyri okkum øll, ið hava fylgt enskum fótbolti so trúliga. Nú snýr enskur fótbóltur seg bert um pening - »it?s not á sport - just an industry«.
Ivan Eginsson Moskalenko og Heri Á. Simonsen