Dømingin er hjartamálið

Nýggi næstformaðurin í FSF kennir væl til føroyskan fótbólt, men hann ætlar at seta seg væl og virðiliga inn í nevndararbeiðið, áðrenn hann fer at siga nakað meiri ítøkiligt

FSF ÁRSAÐALFUNDUR

FSF hevur fingið nýggjan næstformann. Hann eitur Niklas á Líðarenda, og hann býr í Norðragøtu. Niklas er upprunaliga ættaður av Líðarenda á Nesi. Hann er 47 ára gamal, og hann hevur størra partin av lívinum búð í Gøtu. Niklas er giftur inn í eina stóra fótbóltsfamilju í Gøtu. Konan eitur Sonja. Hon hevur verið nevndarlimur og eisini formaður í GÍ, og hon er systir Jógvan Gregersen, sum nú er formaður í GÍ.
Niklas á Líðarenda er í føroyska fótbóltsheiminum fyrst og fremst kendur fyri at døma. Hann hevur í eina fjórðinsøld dømt í fremstu røð, og eftir Nemus Napoleon Djurhuus var hann næsti altjóða føroyski dómarin.
Tvey tey seinastu árini hevur Niklas ikki verið altjóða dómari. Í staðin hevur hann brúkt nógva tíð og orku upp á dømingina. Har hevur hann saman við Egga Jensen verið instruktørur, og teir hava eisini verið próvdómarar hjá nýggjum dómarum, og so hevur Niklas eisini verið upptikin av at styrkja eygleiðingina av dómarunum.

Meiri hugaligt
Tá ið vit ynskja nýggja næstformanninum í FSF tillukku við valinum, takkar hann hjartaliga. Og tá ið vit spyrja hann, hvat hann fer at leggja seg eftir í nýggja nevndarsessinum, er tað nátúrligt, at hann fyrst nevnir dømingina:
? Endamálið má vera, at dómararnir eru góðir, og at tað er nóg mikið av dómarum. Men hetta kemur ikki av sær sjálvum. Tað er neyðugt at arbeiða miðvíst fyri at betra frálæruna og umstøðurnar sum heild hjá dómarunum. Tað er vorðið betri tey seinastu árini, men tað er langt á mál. Í veruleikanum er tað soleiðis hesum viðvíkjandi, sum tað er á so mongum øðrum økjum, at vit koma ongantíð á mál.
Hvat hugsar tú ítøkiliga um, at tað er neyðugt at gera?
? Ein at trupulleikunum er, at tilgongdin av nýggjum dómarum í bestu deildini ikki er nóg stór. Vit kunnu siga, at tað er ikki nóg stór kapping um at vinna plássini at døma í 1. deild. Veruleikin er tann, at tað eru ikki so fáir unglingar, sum fara undir dómaraútbúgvingina, og tað er eisini ein veruleiki, at nógv teir felstu av hesum alt ov tíðliga leggja floytuna frá sær.
Hvør er orsøkin til tað?
? At avbjóðingin tykist lítið verd av so nógvum øðrum. Dómarar, sum hava hug at døma, sleppa skjótt framat at døma í unglingadeildini og í 3. deild og kanska eisini í 2. deild. Men teir merkja skjótt, at virðingin fyri tí arbeiðnum, sum teir gera, er ikki so stór, sum hon átti at verið. Umstøðurnar hjá teimum, sum taka sær av dømingini í 1. deild, er ikki so nógv at siga til. Teir dómararnir fáa góða viðferð og verða tiknir í álvara, um tað ber til at siga tað soleiðis. Hetta kenna dómararnir, sum royna seg í lægru og yngru deildunum ikki, og tí missa nógvir teirra ov tíðliga hugin. Og tað hevur aftur við sær, at evnaríkir dómarar ikki síggjast aftur í bestu deildini, har teir ivaleyst høvdu átt eina framtíð, heldur Niklas á Líðarenda.
Niklas sigur seg ætla sær at vera við til at betra umstøðurnar hjá dómarunum, og hann heldur, at tað eigur at vera ein fyrimunur bæði fyri dómararnar og fyri FSF, at hann hevur so drúgvar royndir sum dómari.

Innlit skal til
Umframt at hava verið ein av fremstu dómarunum í ein mansaldur, so hevur Niklas á Líðarenda tey seinnu árini eisini verið eitt sindur knýttur til FSF á øðrum økjum. Tað hevur hann verið í sambandi við altjóða dystirnar, sum hava verið í Føroyum. Serliga í sambandi við landsdystirnar hevur Niklas ofta tikið sær av dómarum og eygleiðarum, sum eru komnir henda vegin.
? Eg haldi ikki, at tað er rætt av mær at siga so nógv meiri um, hvat eg ætli mær at arbeiða við í nevndini í Fótbóltssambandinum. Eg rokni við, at allir, sum eru í nevndini, eru sinnaðir at arbeiða fyri at gagna øllum tí føroyska fótbóltinum sum heild. Talan eigur at vera um samvinnu millum alla nevndina. Eg veit, at tað krevst innlit í viðurskiftini fyri at vera førur fyri at gera dygdargott arbeiði. Tíbetur er tað soleiðis, at nevndin er samansett soleiðis, at tað eru nakrir, sum hava drúgvar royndir, meðan aðrir hava verið við í nøkur ár. Tað átti at havt verið ein góð samanseting, so eg eri spentur upp á at fara undir nýggju uppgávuna sum næstformaður í Fótbóltssambandinum.