JT electric hevur fingið stóra bílegging úr Skotlandi

Nú Fish Expo Faroes 2009 hevur verið hildin í Føroyum, hevur fyritøkan á Kambsdali, JT electric, gjørt ein stóran sáttmála um aliljós til alifelagið Marine Harvest í Skotlandi. - Jú, eg vil siga, at hetta er ein ”fornuftigur” sáttmáli, sum er við til at leggja lunnar undir ein part av okkara virksemi frameftir, sigur Sofus Gregersen, sølu-og marknaðarleiðari

Fish Expo Faroes

 

Fyritøkan JT electric á Kambsdali, sum í fleiri ár hevur framleitt ljós til alivinnuna, fekk í gjár ein hampiliga stóran sáttmála í lag við alifelagið, Marine Harvest í Skotlandi.

JT electric hevur bás og er við á Fish Expo Faroes 2009, sum í dag hevur sín seinasta framsýningardag í Gundadali.

Sofus Gregersen, sølu-og marknaðarleiðari hjá JT electric, sigur, at sáttmálin snýr seg um eini 200-300 aliljós, og í krónum er talan um eina hálva miljón.

- Hetta er ein hampiliga stórur sáttmáli í okkara verð, ásannar hann.

Tað eru norðmenn, sum eiga Marine Harvest í Skotlandi, og tað eru eisini norðmenn, sum eru við í Marine Harvest í Føroyum.

Sofus Gregersen sigur, at sjálvandi er JT electric ikki einamallur veitari av aliljósum í londunum kring um okkum, men felagið hevur drúgvar royndir í hesi framleiðslu gjøgnum mong ár.

- Í hesum førinum vunnu vit kappingina um aliljósini til skotska felagið í kapping við framleiðarar í Skotlandi og Noregi.

Hann sigur, at JT electric vann kappingina, tí felagið hevur eina góða og driftstrygga vøru, ljósini eru løtt at seta upp, og haraftrat eru tey løtt at servisera.

- Aftrat øllum hesum eru okkara aliljós kappingarfør í prísi, leggur hann aftrat.

 

Samarbeiði

Sofus Gregersen sigur, at JT electric hevur ein góð sambond í Skotlandi, og eitt nú hevur felagið samband við eina fyritøku, sum aftur hevur gott samband við Marine Harvest.

- Skotska felagið hevur soleiðis havt sín leiklut í hesum sáttmála, sum endaliga kom undir land í gjár.

Sølu-og marknaðarleiðarin sigur, at JT electric hevur ikki havt veitingar til skotska felagið áður, og tí er hetta felag ein nýggjur kundi hjá teimum.

- Jú, eg vil siga, at hetta er ein ”fornuftigur” sáttmáli, sum er við til at leggja lunnar undir ein part av okkara virksemi frameftir.

Sofus Gregersen sigur, at aliljósini verða framleidd á fyritøkuni á Kambsdali.

- Sjálvandi keypa vit ymiskar komponentar til aliljósini, og vit hava okkara veitarar í so máta, men hetta er okkara snið og okkara framleiðsla, leggur hann aftrat.

Aliljósini, sum Marine Harvest í Skotlandi keypir frá JT electric eru av slagnum Oceanlite XPV400W.

 

Annar áhugi

Fyritøkan á Kambsdali hevur nógvar ymiskar framleiðslur og veitingar í sínum virki og í sínum vøruútboði, men nú JT electric luttekur á Fish Expo Faroes 2009 eru tað serliga tríggjar framleiðslur ella skipanir, sum felagið gjørdi av at vísa fram.

- Vit hava lagt dent á 1) nýggja trolmyndatólið (TrawlCam), 2) ljós til smoltstøðir og alibrúk (Oceanlite) og 3) eina nýggja multistýriskipan til alivinnuna (Control All), sigur Sofus.

Sølu-og marknaðarleiðarin sigur, at nógvir fiskimenn og reiðarar eisini hava verið fram við á básinum og hava spurt um TrawlCam-skipanina.

Hann sigur, at samráðingar eru um sølu av hesi skipan til nøkur føroysk feløg, sum eiga og reka trolarar.

- Henda skipan varð slept út á marknaðin í januar mánaði í 2008, og síðan tá hevur áhugin fyri henni verið rættiliga stórur, ikki minst í útlandinum. Umleið 80-90% av søluni hevur verið á útlendska marknaðinum, og millum keypararnar er eitt stórt reiðarí í Seattle í USA, sum hevur keypt fleiri slíkar trolkamera-skipanir til síni skip.

Hann vísir á, at kamera-skipanin bæði verður keypt til pelagisk skip, ið fiska við flótitroli og til skip, sum fiska við botntroli.

- Føroysk reiðaríir hava verið eitt sindur trekari til at útvega sær hesa skipan, og ein orsøkin kann vera, at okkara fiskifloti ikki hevur havt allar bestu dagar.

Sofus Gregersen sigur, at fleiri føroyskir fiskimenn, sum sigla við eitt nú norskum og grønlendskum skipum og hava hesa skipanina umborð, hava vitja inni á básinum.

- Teir, sum hava havt høvi at arbeitt við hesi skipan, halda avgjørt, at TrawlCam eigur at verða í trolinum á hvørjum trolara.

 

Flyta veruleikan

TrawlCam-skipanin vísir við livandi myndum við høgari dygd, hvussu reiðskapurin virkar.

- Fylgjast kann við, hvussu trol og lemmar ganga, hvussu atferðin hjá fiskinum er, og soleiðis gerst tað munandi lættari at taka avgerðir um, hvat kann gerast fyri at fáa fiskiskapin at verða betri. Tú kanst við øðrum orðum “flyta” veruleikan úr dýpinum og upp á brúnna, sigur sølu-og marknaðarleiðarin hjá JT electric, Sofus Gregersen.