Føroya Ráfiskakeyparafelag kom fyrr í vikuni umvegis heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum við pástandum um at tað als ikki hevur loyst seg at selja feskan fisk beinleiðis av landinum. Sum formaður í Føroya Ráfiskaseljarafelag hevði tað frøtt meg at kunna givið teimum rætt í at tað loysir seg best at avreiða allan fisk til føroysk virkir, men eg noyðist tíverri ístaðin at koma við eini álvarsamari rættleiðing til Ráfiskakeyparafelagið.
Ráfiskaseljarafelagið umboðar tey fiskiskip og teir útróðrarbátar hvørs fiskur hendan sokallaða kanning skal snúgva seg um. Var endamálið veruliga at finna fram til álítandi samanberingar millum søluprísir í Føroyum og uttanlands, so átti viðkomandi at sett seg í samband við okkum, so vit í felag kundu gjørt eina veruliga kanning á økinum.
Fyri at gera hesa rættleiðing so stutta og einfalda sum møguligt, skulu vit her einans taka upp nakrar fáar spurningar í hesum høpi og nema við nøkur tøl fyri høvuðsbólkarnar av fiskiskipum.
Fyrst skulu vit staðfesta at eingin vil sigla til útlendskar marknaðir við skipi og manning, um hetta ikki hevur fyrimunir við sær; í fleiri førum verður slík avgerð tikin eftir at avtala er fingin við útlendskan keypara um prísir, og í øðrum førum eru góð útlit til eina frægari sølu uttanlands enn her heima.
Um hugt verður at miðal avreiðingarprísum í 2003 í mun til 2002, so er sum heild talan um príslækkingar fyri allar bólkar uttan ein, nevniliga teir lemmatrolarar ið royna á djúpum vatni. Munurin í prosentum hjá bólkunum eru hesir:
Sí talvu í endanum av greinini.
Talan er um ein greiðan mun á gongdini í miðal avreiðingarprísum hjá lemmatrolarum og hinum bólkunum av fiskiskipum; tá tosa vit um verulig tøl bygd á avrokningar fyri alt árið. Sum einasti bólkur, hava lemmatrolararnir landað so at siga alla sína veiðu beinleiðis í útlendskari havn.
Samanberingin hjá Ráfiskakeyparafelagnum sigur tíverri einki um ta sannroynd at tey føroysku virkini, serliga í seinastuni, ikki hava verið sinnað at keypa tann tosk ið føroysk skip veiða á Íslandsrygginum. Hvat gerst við hendan tosk?
Enn ein spurningur sum ikki fekk rúmd er hesin: Hví eru eingi útsving í teimum føroysku upsaprísunum í mun til útboð og eftirspurning, um vit samanbera við teir útlendsku prísirnar, sum flyta seg heilt frá 3 kr/kg til 12 kr/kg, alt eftir hvussu nógv er á marknaðinum? Og vit kundu spurt víðari: Hví fáa tey føroysku fiskavirkini ikki rentabilitet í raksturin við upsaprísum heilt niðri á 3 kr/kg, tá ið útlendingar, alt eftir eftirspurningi, kunnu fleirfalda henda prís?
Ei heldur verður sagt eitt orð um at okkara fiskavirkir í veruleikanum ongan áhuga hava í ávísum upsastøddum, hóast hesar væl kunnu umboða stórar partar av veiðuni hjá serliga partrolarunum; og tað sama ger seg galdandi fyri ávísar hýsustøddir. Ein annar táttur sum dettur niður ímillum er tann royndi lutur at tey føroysku fiskavirkini megna ikki yvirhøvur at geva nóg mikið fyri flatfisk og rud.
Ráfiskakeyparar vita fullvæl, at tá ið miðal prísurin fyri upsa seldur yvir Fiskamarknað Føroya er til dømis 1 kr/kg ella 2 kr/kg, so stendst hetta av proforma sølum har fiskurin skal útflytast, og hetta ávirkar hagtølini tann skeiva vegin og ger tey sostatt ónýtilig.
Sum øllum kunnugt eru eisini aðrir tættir ið gera seg galdandi tá tað snýr seg um sølu av ráfiski. Nevnast kann til dømis verkfallið í fjør; tá noyddust skipini at selja uttanlands; alternativið hevði verið at lagt allan flotan - og hvør hevði tá goldið rokningina?
Tað er ein sannroynd, at fiskavirkini eru størstu útflytarar av feskum ísaðum fiski, uttan at bjóða hann út í Føroyum og uttan at selja hann um uppboðssøluna. Men hetta sigur tann heldur ivasama samanberingin heldur einki um.
Eg vil sum formaður í Ráfiskaseljarafelagnum bjóða nevndini í Ráfiskakeyparafelagnum at samskifta við okkum tá talan er um at viðgera hvat sum loysir seg fyri skip og virkir. Tað liggur í áhuganum hjá øllum pørtum í fiskivinnuni at royna at fáa mest møguligt burtur úr tí rávøru hetta landið eigur; kunnu vit í felag koma fram til betri hættir og prísir í opnari og erligari kapping, so tænir tað øllum samfelagnum.
NettoprísurNettoprísurMunur Munur
2002 2003 í Kr. í %
Línuskip: 10,81 10,32 - 0,49 -4,5%
Partrolarar: 5,72 4,40 -1,32 -23,1%
Garnaskip: 20,91 18,18 -2,73 -13,1%
Lemmatrolarar: 7,87 9,30 +1,43 +18,2%