viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar er so mikið stórt og álvarsligt mál, at tað skal hava sína tíð. Og sum í øllum øðrum lívsins viðurskiftum er neyv og góð fyrireiking ein meginfortreyt fyri at røkka einum [...] áhugaverdir upplýsingar, so hevur tað neyvan sannført ein meiriluta av Føroya fólki um, at tað er rætt her og nú at staðfesta fullveldið Føroyar. Hetta er ein prosess, sum krevur at búnast til tess at kunna [...] málið. Tað er nógv størri enn so. LØGMAÐUR hevur í hvussu er gjøgnumhugsað støðuna síðani hann á sinni gjørdi avtalu við Tjóðveldisflokkin. Hann er ikki so avgjørdur longur, tó at hann framvegis er sannførdur
ikki nóg góð Helena Dahl Olesen sigur, at allar tær mongu sparingarnar raka eisini sjúklingarnar á tann hátt, at dygdin í viðgerðini er ikki nóg góð. ? Longu sum er, mugu vit ásanna, at dygdin er ikki tann [...] ásannað, at tað er ov nógv við teirri manning tey hava, so tey hava roynt at skorið tað niður, tí hvørja ferð eitt fólk verður innlagt, er tað ein heilt ávís mannagongd, sum skal fylgjast. Og tað er eitt mark [...] Landssjúkrahúsinum, ja ..... so er onki eftir. Helena Dahl Olesen, deildarssjúkrasystir á B6 á Landssjúkrahúsinum dylir ikki fyri, at hon er skelkað av, at spariknívurin enn einaferð er settur á Landssjúkrahúsið
fingið ein vin og ein hegnigan arbeiðsfelaga á mongu av strævnu og torføru ferðum sínum er ein ikki minni týðandi fongur. - Eg vil fegin hava Trónd við mær aftur til komandi ferðir, men spurningurin er, um [...] eisini verða virt av føroyingum og umheiminum. Tað er rætt, at grindin er partur av føðini og føroyska matinum, men hon er ikki lívsneyðug. Mín varhugi er, at einasti máti at kunna varðveita gomlu siðirnir [...] rista kross yvir hvalin. Teir virdu hvalin eins og føroyingar hava gjørt tað gjøgnum øldir. Men, sum ein av áhoyrarunum segði eftir sýningina: - tað kann so vera ein vandi í hesi materialistisku verð, at vit
býnum Tashkent, har Nikolaos var borin í heim. Mamma hansara er russisk, meðan pápi hansara er grikki, og tað er tí, at navnið hjá honum hevur ein so vælkendan grikskan klang. Fyrsta violinin hjá Nikolaos [...] Eyðun Klakstein Ein pakki við telduspælinum FIFA 2000 liggur við vindeygað, og eitt Nike-merki hevur lent á bringuni á honum. Ikki akkurát eyðkenni fyri ein violinúrmæling, sum er komin eystan úr Usbekistan [...] telduni hongur ein stór svørt klokka, sum helst man hava til uppgávu at fáa grikska russan á føtur, tá hann skal av húsum fyri at undirvísa ungum violinspælarum. Nikolaos Kapnas ivast í, hvat borð vit skulu
hvussu tey skulu bera seg at, fyri ikki at fáa ringan rygg og, hvat tey eiga at ansa eftir. Hann heldur, at samfelagsliga er tað uttan iva ein góð íløga at gera ryggskúlar at læra fólk at ansa eftiir rygginum [...] ni á sjúkrahúsinum. ? So tað er skilligt, at tað verður at kalla ongin tíð til avlops til øll tey, sum ganga til ambulanta viðgerð. ? John Rødgaard sigur, at hetta er ein ómetaliga keðilig støða, tí hetta [...] fer tað í hvussu so er at kosta sjúkrakassanum yvir 300.000 krónur í tilskoti. Í vissum førum verður kanska eisini talan um hjálp til viðgerðina frá Almannastovni og tað er so ein eykaútreiðsla afturat
Og nú øldin er fullrunnin, rætt dagin í dag, í hesum Harrans ári, sum er so ovbyrjað av øllum sínum nullum, eru vit komin saman higar at staðfesta, at danska munnmælið: um hundrað ár er alt gloymt ? kanska [...] Heinesen, tó at hann á so mangan hátt er eitt eyðkent barn av 20. øld, í sínum baksýni hevur sterkar røtur longur aftur í tíðina, mentanarliga og málsliga, og tað er ikki minst mótspælið og samspælið ímillum [...] tí, ekkaleys, taka upp aftur her, av tí at navnið spillir ongan. Lívsins meining Eitt er at nevna, sum óloysiliga er knýtt at prosaskrivingini hjá Williami Heinesen, og sum seinni tekur seg upp í yrkingunum
og einstøku viðskiftafólkini. Niðurstøða okkara er: 1.Realkreditstovnurin er á ongan hátt alment stuðlaður (ongi subsidier). 2. Vit veita munadygg og góð, men ikki óforsvarlig lán. 3.Gjaldførislánini eru [...] Virksemi Realkreditstovnsins er sera nágreiniliga avmarkað við lóg. Uppgávan er at veita frægast møguligu fíggingina til føroyska veiðuflotan, og vil tað siga so bíliga fígging sum gjørligt uttan at stovnurin [...] fluttur Realinum. Øll restin av eginognini stavar frá vinningi av útlánum og virðisbrøvum. Tað er ongantíð fingin ein króna í stuðli frá løgtingi ella landsstýri. Tey lán, Realurin hevur tikið á lánsbrævamarknaðinum
num eru eisini tilkomin fólk í kaféini, so tað er ein breiður brúkarabólkur, greiðir Johan frá. Tá vit spyrja hvat tað er tey gera, sigur hann at tað er so øgiliga ymiskt. ? Hjá teimum yngru eru tað serliga [...] til tað eru telduspølini góð. ? Men felags fyri tey allarflestu er, at teimum dámar væl at tjatta á internetinum, leggur Johan afturat. Góð útgerð Útgerðin hjá eini internetkafé er sjálvsagt sera týdningarmikil [...] fatur á fólki uttanlands, sum kemur til Føroya at halda skeiðini. Men hvat við teldukoyrikortum? ? Tað er ein møguleiki, men tað er ikki greitt hvussu tað verður við tí, sigur Johan. Til endans kunnu vit
bjóða økonomum og teldufólki hægri løn, enn vit kunnu, sigur Herman Oskarson, stjóri á Hagstovu Føroya. ? Hetta er ein ómetaliga óheppin støða, vit eru í, men trupulleikin er tíverri ikki nýggjur. Vit hava [...] útskiftingini er, at tað fyri tað mesta eru fólk við lítlum royndum, sum starvast í fíggjarmálastýrinum. Tí kundi fakligi førleikin verið størri, enn hann er. Ongan kjans at vinna kapping um løn Hagstova Føroya [...] ikki ráð til, sigur Herman Oskarson. Hesum er aðalstjórin í fíggjarmálastýrinum er samdur við. ? Hækka vit lønina við eini 2000 krónum, ja, so hækka hini sína løn samsvarandi. Tað fáa vit einki burtur úr
Tann føroyska ullin er so góð, at vit hava óendaligar møguleikar við henni. Hetta eru slagorðini undir einum nýggjum arbeiðsplássi, sum nú er sett á stovn í Sandvík. Tað er Vónbjørt á Hólum í Sandvík, [...] Men hetta er ikki bara eitt arbeiðspláss, sum byggir á gamla føroyska mentan. Hetta er eisini eitt søguligt arbeiðspláss, tí hetta er fyrsta framleiðsluvirki í bygdini í nýggjari tíð. Og hetta er eitt av [...] í Sandvík, er eitt posthús, sum Postverkið av neyð hevur opið tríggjar tímar um vikuna, bara tí at løgtingið hevur álagt tí at hava posthús í Sandvík, eins og í øðrum bygdum. Annars er ein lítil handil