Virksemi Realkreditstovnsins er sera nágreiniliga avmarkað við lóg. Uppgávan er at veita frægast møguligu fíggingina til føroyska veiðuflotan, og vil tað siga so bíliga fígging sum gjørligt uttan at stovnurin setur til viks krøvini um eina varisliga virðismeting, ein varligan langtíðarpolitikk við so jøvnum rentustøði, sum gjørligt, og eina forsvarliga fyrisiting, so kostnaðarlítla sum gjørligt.
Á stovninum hvíla ongi krøv um at røkka hægst møguligu yvirskotunum ár um ár, men javnt og samt vaksa um eginognina í væl tryggjaðum rakstri, sum einans hevur trygd í ?Realum? virðum - harav navnið. Herí liggur, at ikki skal takast eykatrygd í húsum, traðum, hjøllum, neysti/ ella báti, sølufeløgum ella bankabókum hjá teim fólkum, sum standa fyri verkætlanum um útvegan av flótandi veiðu- ella virkisamboði, men bert trygd í tí ?Reala? virði, sum sjálvt amboðið hevur.
Verunliga stovnsfæið til sjálvsognarstovnin Realin bygdi á tilsøgn um 8 mill.kr. av Marshallhjálpini, sum USA veitti Europa eftir kríggi. Hesin peningur skuldi tó fyrst nýtast til útbygging av El-orkuni, og bleiv so næstu 17árini so við og við fluttur Realinum. Øll restin av eginognini stavar frá vinningi av útlánum og virðisbrøvum. Tað er ongantíð fingin ein króna í stuðli frá løgtingi ella landsstýri.
Tey lán, Realurin hevur tikið á lánsbrævamarknaðinum, eru útaftur lánt fyri 1/2% meira enn Realurin rindaði, og rentumarginalurin hevur heilt síðan 1955 verið 1/2%, sum væl kann roknast lagaligt, men við varligari og bíligari fyrisiting verður eisini 1/2% til pening.
Tí er eginognin ídag umleið 490 milliónir krónur. Útlánsheimildin er út frá hesum 2500 milliónir (5 x eginognina), og kann í serligum føri víðkast til 3500 milliónir, men av hesum kunnu einans 147 milliónir krónur lænast út ímóti 2. veðrætti. Lutfallið ímillum hesar 3500 milliónirnar og tær 147 sigur nakað um proportiónssnaringina í tosinum um kappingaravlaging. Tað er hetta sum fær okkum at halda, at farið er langt av leið í metingini um somu avlaging.
Í fyrru helvt av áttatiárunum veittu mangir danskir og útlendskir skipsfíggingarstovnar lán yvir 12-15 ár, Realkreditstovnurin kundi eftir tágaldandi lóg einans veita lán yvir 10 ár, og føroysku bankarnir veittu stórt sæð bert lán móti landskassaveðhaldi. Vinningurin av skipafígging fór tí í stóran mun av landinum - sama veg sum nógv skip seinri - tó at tapini og tapsvandin blivu eftir í Føroyum. Landsstýrið og Realkreditstovnurin fingu tí ílag eina skipan, har landsstýrið veitti lán, sum fingu 1.veðrætt, so hvørt landsstýrið rindaði tey út. Hesi gjaldførislán landsstýrisins vóru soleiðis vard í 1. veðrætti Realkreditstovnsins.
Skipanin var í vavi um 103 milliónir, sum landskassin hevur fingið fulla rentu av - umleið 37 milliónir - og ein stóran part - umleið 30 milliónum - afturgoldnan, meðan tapini hava verið smá. Landskassin hevur sostatt haft hampuligan vinning av skipanini sjálvt í kreppuárinum.
Eftir eru 59,5 milliónir kr. sum eftir lógini skuldu verið heilt afturgoldnar í seinasta lagi í 2010.
Broytingin av lógini um Føroya Realkreditstovn bygdi m.a. á ta sannroynd, at stovnurin við so stórum eginpeningi hevði alt ov nógv fæ liggjandi óvirkið í útlendskum lánsbrøvum og tað tí vildi verið gangligt og forsvarligt við longri áramáli enn 10 ár, og at ofta var trupult at fáa fígging til 80% av skipsvirðinum uppá rímulig vilkor.
Lógin var einmalt samtykt av løgtinginum í november 1998, og veitti Realinum heimild at veita lán upp í 15 ár, og eisini møguleika fyri at veita 2. veðrættarlán í avmarkaðan mun (30% av eginognini).
Síðan Realkreditstovnurin fekk hesa nýggju heimild er tørvurin á gjaldførislánunum burturi. Tað var tí hildið skilagott, at fiskivinnan fekk høvi til at nýta hendan pening, sum álíkavæl var í umfari og útlántur fram ímóti 2010, til at útvega valmøguleikar til at røkka 80% fígging til burðardyggar ætlanir.
Gjaldførislán kunnu bert umleggjast til síðustillað 2. veðrættarlán um Realurin eisini luttekur. Realurin vil hava ein ella fleiri peningastovnar at veita annað/onnur síðustillað 2. veðrættarlán fyri at røkka 80%?um.
Hetta ger, at í minsta lagi ein óheft projektvurdering afturat verður gjørd.
Mælt varð tí til, at gjaldførislánini vórðu ?revolverað? og endurnýtt, í minsta lagi ta tíð, skipanin skuldi verið í gildi.
Hetta var landsstýrisins sjónarmið, sum løgtingið tók einmælt undir við. Atkvøðurnar vóru 31 - 0
Hvat 2. veðrætti viðvíkur, kunnu vit vissa um , at tað eru ikki gjaldførislánini - sum eru minni enn 2% av útlánsheimildum Realkreditstovnsins - ið eru rentuásetandi, tað eru 2. veðrættarlánini frá Realinum og øðrum peningastovnum, sum avgera tørvin og upphæddina. Gjaldførislánini fáa einans júst somu treytir, verandi síðustillað veð.
Vit meta ikki, at her er nakað ?subsidiuelement? ella studningur uppí. Øll 2. veðrættarlánini verða veitt uppá marknaðartreytir. Marknaðartreytir merkja eisini kapping.
Tá vit tala um kappingaravlaging, harmast vit um, at ítøkilig forrættningsviðurskifti ímillum stovnin og einstøk viðskiftafólk eru drigin inn í tjakið. Tað átti at verið møguligt at tjakast um ?princippir? og generel viðurskifti, uttan at draga forrættningsviðurskifti hjá einstøkum virkjum uppá, tí vandi er fyri, at ?seriøs? vinnulívsfólk kveppa seg við at samvinna við ?Realin?, skal hendan samvinna sundurgreinast alment. Tá hevur Realinum verið kappingaravlaging fyri.
Varð leitað víðari í útlánsheiminum, fanst okkurt dømi um tilboð um lán heilt niður um 5% í rentu, sum lántakari fekk, vildi hann kvitta við Realkreditstovnin, men tá hetta er skiftandi renta, kemur tað helst aftur um brekku, tí hon hækkar nú ársfjórðing eftir árfjórðing. Realkreditstovnurin roynir framvegis at maximera rentuna yvir meginpartin av lániskeiðinum.
Ein stjóri hevur úttalað seg um vandan fyri, at Realkreditstovnurin ikki fremur nóg neyva kreditvurdering. Svarið kann hóskandi vera tilvísing til eginognina og til tann veruleika, at stovnurin nærum onga krónu hevur mist í 45 ár.
Vit fara ikki út í blaðtjak um okkara virksemi, men fáa vit sakligar spurningar, far spyrjarin altíð nágreiniliga upplýsing. Men vit ætla ikki at umrøða spurningar, sum rættuliga eru innanhýsisspurningar ímillum stovnin og einstøku viðskiftafólkini.
Niðurstøða okkara er:
1.Realkreditstovnurin er á ongan hátt alment stuðlaður (ongi subsidier).
2. Vit veita munadygg og góð, men ikki óforsvarlig lán.
3.Gjaldførislánini eru bert endurútlán av eini minni peningaupphædd, sum frammanundan var avsett til skipafígging.
4.Gjaldførislánini fáa júst somu viðgerð sum onnur
2.veðrættarlán, og eru tí ikki studnings/stuðulslán, men marknaðarlán og
5.At alt sum fyriferst er nágreinliga staðfest í føroyskari lóggávu, ið - sum roki omaná í leypinum - var einmalt samtykt av løgtinginum
Henning Dalgaard Óli E. Heinesen