Virus-rakt skip kemur til Tenerifa í morgin

Í minsta lagi fimm lond hava sent flogfør til Tenerifa eftir ferðafólki, sum eru við virusrakta skipinum, MS Hondius

 

Trý fólk eru deyð, sum avleiðing av virusútbrotinum umborð á ferðafólkaskipinum, MS Hondius

Í morgin fyrrapartin leggur ferðafólkaskipið MS Hondius til bryggju á frítíðaroynni, Tenerifa.

 

Sambært Heimsheilsustovninum, WHO, verða øll, sum eru við skipinum, roknað sum hávanda-sambond. 

 

Skip, manning og ferðafólk hava verið meira enn ein mánað í sjónum. 

 

Tá ferðafólk og manning fara av skipinum, verður neyðugt at hava eitt vakið eyga við teimum í 42 samdøgur, sigur WHO-stjórin, Maria Van Kerkhove, í einari útsøgn í dag.

 

Í minsta lagi fimm lond, harímillum Týskland, Frakland, Belgia, Írland og Niðurlond, hava sent flogfør til Tenerifa eftir ferðafólki, sum eru við skipinum.

 

##med2##

 

- Millum ferðafólkini eru 22 bretskir ríkisborgarar, og bretskir myndugleikar siga, at hesi verða flutt beinleiðis á sjúkrahús í útnyrðingspartinum av Onglandi, har tey verða í sóttarhaldi.

 

Hetta veit Dagbladet at siga í kvøld.

 

 

 

 

Trý fólk eru deyð, sum avleiðing av virusútbrotinum umborð á ferðafólkaskipinum, MS Hondius

Skip, manning og ferðafólk hava verið meira enn ein mánað í sjónum