Klóku høvdini flýggja frá tí almenna

Løgfrøðingar og økonomar fáa betri løn og sømdir aðrastaðni, og tí støðast teir ikki á almennum stovnum í Føroyum. Tað almenna er taparin í eini vónleysari kapping um fólk við útbúgving og royndum

Tað almenna Føroyar er taparin av eini vónleysari kapping um klóku høvdini í landinum, sum taka størv í tí privata og í grønlendsku umsitingini fram um almenn størv í Føroyum.

Leiðarar í umsitingini og á almennum stovnum mugu ferð eftir ferð lata løgfrøðingar og økonomar fara, tí teir kunnu ikki bjóða teimum somu sømdir, sum onnur gera.

Orsøkin er einføld. Tað eru fleiri pengar at vinna aðrastaðni.

Hagstova Føroya, Landsbankin, Toll- og Skattstovan, Fíggjarmálastýrið og Gjaldstovan. Øll hava seinastu tíðna mist løgfrøðingar og økonomar.

? Kappingin um løgfrøðingarnar hevur verið hørð í nógv ár, men tað tykist sum um stríðið um økonomarnar eru harðnað nógv seinastu tvey árini, sigur Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í fíggjarmálastýrinum.

? Avleiðingarnar av stóru útskiftingini er, at tað fyri tað mesta eru fólk við lítlum royndum, sum starvast í fíggjarmálastýrinum. Tí kundi fakligi førleikin verið størri, enn hann er.


Ongan kjans at vinna kapping um løn

Hagstova Føroya kennir alt til stóru útskiftingina av fólki, alt frá økonomum til teldufólk.

? Hvørja ferð vit missa fólk, missa vit eisini vitan. Vit eru allatíðina í vanda fyri at missa týdningarmikla vitan, tí onnur kunnu bjóða økonomum og teldufólki hægri løn, enn vit kunnu, sigur Herman Oskarson, stjóri á Hagstovu Føroya.

? Hetta er ein ómetaliga óheppin støða, vit eru í, men trupulleikin er tíverri ikki nýggjur. Vit hava livað við hesum trupulleika í fleiri ár, og bara síðani 1996 hava vit fingið nýggj fólk í øll størv, sigur hann.

14 fólk starvast á Hagstovu Føroya, og av teimum eru trý økonomar. Seinastu fýra árini eru tríggir økonomar, sum hava starvast við tjóðarroknskapinum farnir. Magni Laksafoss, sum seinastu tvey árini hevur starvast á hesum øki, fer í mars mánaði til Grønlands, har hann skal gera sama arbeiði ? bara fyri grønlendarar og betri løn.

? Vit klára okkum heilt einfalt ikki í kappingini við tað privata og almennar umsitingar í øðrum londum, og tað loysnin er ikki, at vit gjalda okkum frá trupulleikanum. Tað hava vit heilt einfalt ikki ráð til, sigur Herman Oskarson.

Hesum er aðalstjórin í fíggjarmálastýrinum er samdur við.

? Hækka vit lønina við eini 2000 krónum, ja, so hækka hini sína løn samsvarandi. Tað fáa vit einki burtur úr. Vit kunnu hækka lønina, men munurin fer ikki burtur av teirri orsøk. Hetta er ein vónleys kapping fyri tað almenna, sigur Petur Alberg Lamhauge.

? Avbjóðingarnar hjá tí almenna eru størri enn í tí privata, haldi eg, men spurningurin er, um tað kann uppviga hægru lønina, sum løgfrøðingar og økonomar fáa har.

Stjórin á Hagstovun Føroya hevur bara eitt boð uppá, hvat hann kann gera, nú enn ein økonomur rýmir av Hagstovuni.

Hann fer at lýsa eftir nýggjum fólki.