Samráðingar við danir nærkast

SAMRÁÐINGARNAR við danir um eina nýggja avtalu millum Føroyar og Danmark gjørdist sum øllum kunnugt jólatrøll. Ætlanin var at fara undir hesar samráðingar í farna ári og helst hava eina ella aðra loysn í málinum fyri nýggjár.

ORÐATAKIÐ sigur, at ?leingi er tað, ið væl skal verða?, og hetta megu vit helst eisini fara at sanna í hesum málinum. Vit hava fyrr á hesum stað víst á, at tað er skeivt fyri ikki at siga ábyrgdarleyst at skunda ella trumla hetta stóra álvarsmál ígjøgnum og hava eisini har víst til orðatakið, at ?hastverk er lastverk?.


NÚ eru tað sjálvandi tey, sum halda, at nú er bíðað nokk eftir eini loysn í hesum máli. Tað vera tað tó fleiri meiningar um. Broytingar í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar er so mikið stórt og álvarsligt mál, at tað skal hava sína tíð. Og sum í øllum øðrum lívsins viðurskiftum er neyv og góð fyrireiking ein meginfortreyt fyri at røkka einum góðum úrsliti. Hetta málið er einki undantak sum so.


FLEIRI fyrireikingar eru gjørdar, eitt nú hava vit fingið Hvítubók, vit hava fingið Caragata-frágreiðingina, vit hava havt orðaskifti á tingi og í fjølmiðlunum um hetta málið osfr. Hóast her fyriliggja nógvir áhugaverdir upplýsingar, so hevur tað neyvan sannført ein meiriluta av Føroya fólki um, at tað er rætt her og nú at staðfesta fullveldið Føroyar. Hetta er ein prosess, sum krevur at búnast til tess at kunna sodna. Tú hevur heldur ikki eitt einfalt svar uppá hetta málið. Tað er nógv størri enn so.


LØGMAÐUR hevur í hvussu er gjøgnumhugsað støðuna síðani hann á sinni gjørdi avtalu við Tjóðveldisflokkin. Hann er ikki so avgjørdur longur, tó at hann framvegis er sannførdur um málið. Men hann vil hava eina breiða semju, og hana fær hann ikki, er Javnaðarflokkurin ikki er við. Og her hevur formaðurin í Javnaðarflokkinum gjørt púra greitt, at flokkurin er bert við í eini komandi avtalu við Danmark, um hon verður innan fyri ríkisfelagsskapin. Og í hesum fær flokkurin stuðul frá stórum parti av fólkinum.


SEINASTU úttalilsini hjá formanni Javnaðarfloksins vísa, at flokkurin stendur fast við hesa støðu, og spurningurin er so, hvat samgonguflokkarnir vilja spæla út við fyri at taka hædd fyri hesi støðu Javnaðarfloksins!!! Hetta hevur løgmaður enn ikki grett orð um, og tí verður áhugavert at síggja og hoyra, hvussu leikur fer fram komandi vikurnar. Flestu føroyingar vilja broytingar í viðurskiftunum við Danmark. Vilja størri sjálvbjargni. Spurningurin er bara, hvussu og nær hetta verður gjørt. Løgmaður hevur eina stóra og torføra uppgávu at sjóva saman tey ymsu sjónarmiðini. Vónandi er hann eins góður diplomatur í verki eins og hann tykist vera tað í orð og tal. Sjálvstýrismálið ella fullveldismálið liggur nú í hondum løgmans.