Hann sá fyrstu ferð dagsins ljós, keypmanssonurin Andreas William Heinesen, ein 15. januar, best sum fólk vóru farin at venja seg við at skriva 1900 ? t.v.s. tey fáu her á landi, sum yvirhøvur fingust við at skriva ella høvdu áneyðir fyri slíkum ella dugdu til sovorðið. Og nú øldin er fullrunnin, rætt dagin í dag, í hesum Harrans ári, sum er so ovbyrjað av øllum sínum nullum, eru vit komin saman higar at staðfesta, at danska munnmælið: um hundrað ár er alt gloymt ? kanska er rætt á tí persónliga økinum og í teirri ítøkiligu hendingini, men fer heilt skeivt, tá ið ræður um okkara felags gleði og takksemi uppi yvir stórslignum og fjølbroyttum manndómsverki í einum longum og virkisríkum lívi, hansara, sum sá dagsins ljós 15. januar í árinum 1900.
Tí at tá var hann føddur. Men gitin var hann og livdi í móðurlívi í 1800-árinum, tí seinasta, í øldini við Napoleonskríggjum, Nólsoyar-Pálli og Brillumanninum, einaveldi og einahandli, men eisini við fólksligum rembingum, byltingum og sosialismu, skipsfiskiskapi og tjóðskaparrørslu. Í grundini havi eg leingi hildið, at William Heinesen, tó at hann á so mangan hátt er eitt eyðkent barn av 20. øld, í sínum baksýni hevur sterkar røtur longur aftur í tíðina, mentanarliga og málsliga, og tað er ikki minst mótspælið og samspælið ímillum gamalt og nýtt, í hugsan, hugdámi, málføri og listarligum búna, sum ger skaldskap hansara og aðra list, sum hann hevur íðkað, so einsýna forkunnuga og spennandi. Nú siga tey kønu, at 19. øld var ikki av fyrr enn í 1901, men kanska hon, við síni hugtiknu og og hugtakandi ljósu framburðstrúgv, toygdi seg upp aftur longur. Tað heldur ið hvussu er William sjálvur í eini minnisrún um Havnará, sum kastaði hvørvisjón yvir seg niðri í býnum, men enn rennur her uppi í óbygdum:
»Verðin tóktist so ung tá,« skrivar hann, »kríggj og ófriður hóttu ikki. Menniskjuni tá á døgum høvdu fastasta álit á framtíðini. Og vit, ið tá vóru piltar, fingu ? snevilin av einari tíð og einum tíðaranda, sum so brádliga hvarv í árinum 1914 ? Í tí árinum snaraði tíðarinnar hurð um síni leikindi; søguliga sæð var hetta aldamótið og ikki kalendaraárið 1900.«
Í hesum barndómsins tíðarhvarvi er tað, at skaldskapurin hjá Williami Heinesen so týðiliga hevur sínar veruligu røtur, sínar vellandi keldur, og kanska, hvør veit: kanska eisini sítt treysti og sítt trúfesti? Úr hesum útsýnistorni, sum hann smíðar og byggir út, so tað verður rúmligari og fínligari og litríkari, sum árini renna, tekur at skyggja og glógva av ungdómi, av elli og ævinleika, og hiðani, úr erva á hesum torni, hevur hann frálíkt útsýni í tíð og rúmd.
Byrjanin
Tað byrjaði annars, alt, fyrst í tjúgunum, við trábeittari tilverugrundan í yrkingasavni eftir yrkingasavn, skoðandi løtuna í ævinleikans mátistokki, við symbolistiskt løddari yrking og við føroysku náttúruni sum myndabrunni og leiktjaldi. Sum so, um tíggjuáraskiftið, snaraði í samfelagskritiska og moraliserandi ætt, yvir í skaldsøguna, yvir í skaldsins episka og etiska tíðarskeið, sum Chr. Matras hevur nevnt, ta breiðu frásøguna, sum hann øll tríatiárini og fjørutiárini stríddist við, at fáa hana at legnast fyri sær rættiliga, í stórum og stórt ætlaðum merkisverkum, til tað umsíðir eydnaðist honum heilt fyri hálvaldarskiftið, tá ið hann endiliga hevur skrivað seg fram á sína egnu episku skrift, hevur funnið sín sermerkta frásagnarstíl, sítt útsýni og sín form: tit vita, henda mytiska, broderandi, poetiska, fabulerandi, sum onkur nevnir magiska realismu, og sum vit tí, ekkaleys, taka upp aftur her, av tí at navnið spillir ongan.
Lívsins meining
Eitt er at nevna, sum óloysiliga er knýtt at prosaskrivingini hjá Williami Heinesen, og sum seinni tekur seg upp í yrkingunum við: hesin serligi undirstreymur av góðvild og mannatokka, ið seyrar ímillum reglurnar í bókunum og altíð lýsir av summum umráðandi persónum í skaldsøgunum og í stuttsøgunum. Hesin hjartareini fløvin er tað, hetta óspilta og óuppgjørda sinnislætið, henda óumhugsaða góðskan, kanska opinlýs, kanska loynd, ið ger ongan háva burtur úr sær, sum er skaldsins vón og álit, lívsins súrdeiggj, ja ivaleyst fyritreytin fyri øllum liviligum lívi og lívsins veruliga og sannasta meining. Hin tvífaldi grikski Eros í sínum veldi og í øllum sínum brigdum, sum positiv, sameinandi frummegi og sum holdsliga nærstaddur veruleiki.
Men í førum kann vera neyðugt við sterkari lúti til skurvut høvd. Tá krevst, at tey fólk eru til, sum vilja ikki sættast við tað, ið rangvorðið er. Vilja ilskuni ann! So sum í skaldsøguni Vónin góð, sum bregður frá øllum hinum verkum hansara, um Havnina í seinnu helvt av 17.øld, í Gablatíðini, eitt veldugt epos um stríðandi, lívsjáttandi mátt, sum undir trongum umstøðum og mitt í allari neyðini og maktarloysinum bjóðar óndskapinum, fákunnuni og trongskygninum av, eitt epos um tann skroypiliga menniskjaliga aðalin, sum saktans kann farast, men sum altíð, og hvaðna skjótari, kyknar upp aftur av nýggjum.
»Moralisturin,« skrivar William Heinesen í sínum ummæli av skaldsøguni Men lívið lær eftir Heðin Brú, »má trúgva tí ? at lívið í seinastu syftu vil roynast sámuligt, og at tey berandi lívsvirðini verða í gildi, hvat so enn kundi borið á./ Tann hugsanarsami rithøvundurin ? kennir ongan lættgongdan veg til hesa trúgv ? Grunn optimisma og lættvunnin kristiligheit stendur honum líka fjart. Men tað, at hesin mótsetningsfulli heimur við síni ofta ófatiligu lagnugongd eisini kann vísa á góðan vilja og ediligar gerðir ? er hansara uggi og treysti.« Soleiðis skrivar William Heinesen um Heðin Brú, men eg loyvi mær at halda, at hann sigur ikki sørt um seg sjálvan, so sum ofta er, tá ið høvundar skriva um aðrar. Tað er ikki bara Mortensen magistari í Glataðu spælimonnunum, men eisini rithøvundurin William Heinesen, sum má rópa, eftir klerkum, ráðharrum og alskyns kraddarum og krígsøsarum og leggja dýran við, um góðskuna sum einum livandi veruleika í mannalívinum.
Av øllum føroyingum, sum av heilum hugi hava givið seg undir listarligt arbeiði, er William Heinesen maðurin við teimum mongu listagávunum. Eingin annar hevur nær náminda verið so margstreingjaður og so fjølbroyttur sum hann. Og tó at hann sigur seg bara hava fingist við, so hevur hann kortini í tónum skapað merkisverd verk av sera ymiskum slag, eitt nú Norsku løvu og Tívilsdøtur. Øðrvísi er við myndandi list, við tekning, sum frá barnsbeini er partur í hansara gerandisdegi, við málningalist og klipping, sum ymisk tíðarskeið í lívi hansara hava næstan tikið hann heilt. Í list síni sum í skaldskapinum er tað eyðkent fyri hann, at hann stirðnar ikki, men heilt upp í ellina, við leikandi forvitni og ungum eldhugi, roynir seg fram og gevst ikki, fyrr enn hann bókstaviliga misir pennin og saksin úr hondunum. Vit, sum eru um mín aldur og eldri, munnu ongantíð gloyma tekningarnar í lesibókunum, ymiskt íheimligar og fjálgar ella ramligar og ovfarakátar, eitt nú trøllið við teimum sjey høvdunum ella teir veldugu labbarnar á Hanusi í Dímun, sum hekk í longutong í Lítlu Dímun. Og ta dansandi dís, álvagentuna, sum her kemur fevnandi ímóti okkum, vit halda okkum so vist kenna hana aftur onkustaðni. Í føroyskari list hevur William Heinesen, umframt kveikjari og stuðul, eisini verið undangongumaður á sínum øki.
Gávumildur
Men hann var meira enn tað. Hann fylgdi væl við í øllum, sum hendi í føroyskum mentanarlívi, og tekti hann gávur og gróður og listarligt álvara, var hann allastaðni fúsur at stuðla og birta uppundir og leggja aftrat, altíð rúmligur og vælviljandi í orðum og verumáta, tí hann var gávumildur og generøsur móti øðrum listarfólki. Men tað sjálvdyrkandi eksklusiva lá ikki til hansara, og tað mystifiserandi sjálvuppgjørda átti ongan vin í honum. Oftani kemur tað fyri, at hann mælir ímóti og tekur at verja tað, sum hann heldur vera órættvíst ella bara órímiliga viðfarið, og í ummælum og mentanarligum orðadrátti og kjaki er tað meira enn eina ferð William Heinesen, ið sigur tað, sum sigast skal.
Teknari ella høvundur
Í samrøðum við útlendingar plagdi William Heinesen onkuntíð koksandi at skemta sær við, at hann í Føroyum var nógv kendari sum teknari enn sum rithøvundur. Og tað var ikki einki í hesum. Tann stóra fjøldin av føroyingum mundi kenna hann best, ella kanska bara, frá tekningum í lesibókunum og úr teimum mongu jólabløðunum, sum tá vóru, tí hann var altíð lagaligur og beinasamur at heita á. Eg haldi hetta einki gátuført vera, tí tað man vera eitt sindur ivasamt, tá ið samanum kemur, hvussu stívir føroyingar yvirhøvur eru í donskum. Vit vita, hvussu takksamur William Heinesen var, at farið varð undir at týða hann til føroyskt, og eingin mundi gleðst sum hann um tær stásiligu bøkur, sum í hesum døgum eru útkomnar, nú eisini er slóðað fyri av álvara, at undirvíst kann vera í hansara skaldskapi á føroyskum. Hetta arbeiðið eigur at halda fram ? eisini við nýtýðingum ? soleiðis at teir føroyingar sum vilja, kunnu hava umstøður at lesa allan skaldskapin hjá føroyinginum Williami Heinesen á føroyskum.
Tann ungi yrkjarin William Heinesen leitar eftir meining í tilveruni og roynir at lesa sær hana úr stjørnunum. Men honum gerst, sum frá líður, greitt, at eingin uttan hann sjálvur kann sum jarðar búgvi geva eini, at síggja til, meiningsleysari tilveru meining, lív og varma:
Tá hómar tú
í tí hvíta og blómandi
kavafokinum
andlit við góðum munnum,
reikandi verur
ið koma tær ímóti
við blíðum eygum og
opnum ørmum,
konur og børn og kátir vinir,
livandi og deyð
men øll ung og við
sanginum
um framtíð í blóðinum.
Tey eru tú sjálvur
og tú ert tey.
At halda mishopinum burtur. At halda mótinum uppi. At halda mannavirði í æru. Tað gjørdist, sum árini runnu, tað hugspekiliga grundarlagið undir skaldskapinum og lívinum, ikki bara hansara lívi, uttan hjá allari mannaættini. Tí at stjørnuskaldið gamla undir Varða, sum nú var vorðið vísmaður mikil, helt seg vita av egnum royndum, at einki kann koma í staðin, og einki er ímóti hesum eina ? at maður av mold fær verið heima á jørðini.
15. januar 2000.









