Sjúk og brekað í Suðuroy tvangsflytast til Havnar

Sparingin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er ein vanlukka fyri suðuroyingar sum ganga til viðgerð fyri sjúkur og brek, sum tey hava at dragast við. Skulu tey yvirhøvur hava viðgerð hereftir, skulu tey tvangsflytast til Havnar

Nú skulu yvir 200 sjúkir og brekaðir Suðuroyingar tvangsflytast til Havnar.

Hetta er ein av avleiðingunum, sum sparingarnar fáa, ið nú eru settar í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Suðuroyar Sjúkrahús fekk ikki nóg mikið av pengum frá landsstýrinum í ár til at virksemið kundi varðveitast á sama støði sum í fjør.

Tessvegna hevur tað verið neyðugt at seta ymsar sparingar í verk og í fyrstu syftu eru fýra fólk søgd upp.

Harðast rakti sparingin í fysioterapiini, har ið tvey fólk verða søgd upp.

Og tað fær vanlukkuligar avleiðingar fyri virksemið í fysioterapiini.

John Rødgaard, leiðari á deildini fyri fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur, at nú verða tey noydd at skerja virksemið munandi.

Sparingin merkir, at tilsamans skulu tvey fólk sigast upp í fysioterapiini,

? Hetta merkir, at so at siga øll tann ambulanta viðgerðin má halda uppat, sigur John Rødgaard.

Ambulant viðgerð er at ganga til viðgerð, uttan at vera innlagdur.

Hann sigur, at tað er neyðugt við tveimum fysioterapeutum til at viðgera tey, sum eru innløgd á sjúkrahúsinum.

Men harafturat liggur ellis- og røktarheimið eisini undir sjúkrahúsinum, so búfólkið har skal eisini hava viðgerð hjá fysioterappiini á sjúkrahúsinum.

? So tað er skilligt, at tað verður at kalla ongin tíð til avlops til øll tey, sum ganga til ambulanta viðgerð.

? John Rødgaard sigur, at hetta er ein ómetaliga keðilig støða, tí hetta rakar eina rúgvu av fólki, sum hava sjúku og brek at dragast við.

Hann sigur, at einasta ambulanta viðgerð, tey kunnu gera sær vónir um at fáa tíð til, er har tað er allarmest neyðugt.

? Og kanska verður tað harafturat eisini neyðugt at avmarka tænastuna til búfólkið á Ellis- og røktarheiminum, leggur hann afturat.


263 fólk í viðgerð

Tilsamans vóru tað 263 suðuroyingar sum gingu í ambulanta viðgerð á Suðuroyar Sjúkahúsi í fjør.

Men higartil hava bíðilistarnir verið langir til at sleppa í ambublanta viðgerð, sigur John Rødgaard.

?Tá ið fólk so loksins sleppa framat, tekur tað longri tíð at viðgerða tey liðug, enn tað hevði gjørt, um tey sloppu framat beinanvegin.

Hann vísir eisini á, at tey hava nógv børn í viðgerð. ? Talan er m.a. um børn, sum hava tað, tey nevna SI trupulleikar á fakmálið og vanliga tekur tað fleiri mánaðir at viðgerða børnini fyri hesar trupulleikar.

Nú dettur alt tað niðurfyri.

Tey hava eisini eini 15 fólk, sum hava varandi sjúkur og sum ganga til viðgerð av og á, regluliga alt lívið.

Leiðarin sigur, at í fjør hava tey lagt doyðin á at fáa bíðilistan styttan og tað hevur eydnast rættiliga væl.

? Í mai mánaða í fjør stóðu 86 fólk á bíðilista at sleppa í ambulanta viðgerð. men nú er listin komin niður á 15 fólk.

Men nú kunnu tey so gloyma alt um at fáa bíðilistan burtur.


Ryggskúli fyri skeyti

John Rødgaard sigur, eisini, at tá ið bíðilistin var burtur, høvdu tey ætlað at farið undir ryggskúlar í fysioterapiini.

? Ringur ryggur er nógv tann vanligasta fólkasjúkan og tað kostar samfelagnum nógvar milliónir um árið.

Og á fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsi høvdu tey ætlanir um at fara undir ryggskúla at læra fólk, hvussu tey liva sum frægast við ringum ryggi og, ikki minst, at læra fólk, hvussu tey skulu bera seg at, fyri ikki at fáa ringan rygg og, hvat tey eiga at ansa eftir.

Hann heldur, at samfelagsliga er tað uttan iva ein góð íløga at gera ryggskúlar at læra fólk at ansa eftiir rygginum.

? Men nú fer eisini ryggskúlin fyri skeytið.


Tvangsflytast til Havnar

John Rødgaard sigur, at fyri teir 263 suðuroyingarnar, sum ganga til ambulanta viðgerð, fær tað sostatt ómetaliga keðiligar avleiðingar, at fysioterapiini á sjúkrahúsinum verður so nógv skerd.

?Tað eru tveir privatir fysioterapeutar í Suðuroynni, men teir arbeiða bara umleið hálva tí í part.

? Men hjá teimum skulu fólk eisini betala helvtina av viðgerðini sjálvi, so tað verður avgjørt ein fíggjarligur spurningur, antin fólk nú fara hagar ella ikki.

? Og tað er eisini avmarkað, hvussu nógvar sjúklingar tey kunnu viðgerða, tá ið tey bara arbeiða hálva tíð.

? Sostatt verða tað kanska einir 200 suðuroyingar, sum í veruleikanum bara hava tvinnar kostir í at velja:

Antin kunnu tey lata vera við at fáa viðgerð.

Ella noyðast tey til Havnar at fáa viðgerð.

Men tað við so aftur siga, at fólk mugu antin offra ein heilan dag í ferðing fyri hvørja viðgerð, ella tey mugu flyta til Havnar tað tíðarskeiðið, viðgerðin varar .


Ongin sparing

John Rødgaard sigur, at hann ivast í, hvussu nógv sparing veruliga er í at skerja fysioterapiina tá ið samanum kemur.

? Talan er um at spara 200.000 krónur í fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Og fyri at spara hesa upphædd, verða tey allarflestu av teimum, sum skulu hava ambulantaviðgerð, flutt til Havnar- um tey yvirhøvur skulu hava viðgerð og tað kostar eisini pening.

Ella mugu tey viðgerðast hjá fysioterapeutunum, sum arbeiða privat og tað er eisini ein fíggjarligur spurningur.

Og John Rødgaard sigur, at hann hevur leyðsliga roknað út, at skulu øll tey yvir 200 fólkini, sum hava verið viðgjørd ambulant, ístaðin viðgerðast hjá teimum privatu fysioterapeutunum, fer tað í hvussu so er at kosta sjúkrakassanum yvir 300.000 krónur í tilskoti.

Í vissum førum verður kanska eisini talan um hjálp til viðgerðina frá Almannastovni og tað er so ein eykaútreiðsla afturat.

So í veruleikanum er tað í nógvum føum bara talan um at flyta útreiðsluna úr einum almennum kassa, yvir í ein annan almennan kassa.

? Men harafturat koma so teir menniskjansligu avleiðingarnar av at fólk kanska fara at aftra seg við at fara í viðgerð, tá ið tað verður so trupult sum tað nú verður.

John Rødgaard ivast heldur ikki í, at hetta fer at føra til enn fleiri innleggingar á Suðuroyar Sjúkrahús. So alt í alt er lítið vunnið, heldur John Rødgaard.