Bjarne Corydon hevur sín fyrsta dag sum stjóri í DR

Tíggju ár eftir at Bjarne Corydon fór úr donskum politikki, hevur hann í dag sín fyrsta arbeiðsdag sum nýggjur aðalstjóri í DR.

Í dag er fyrsti arbeiðsdagur hjá Bjarne Corydon sum aðalstjóri í DR. (Arkivmynd). - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Lyklarnir til skrivstovuna, har stjórin í DR situr, skifta hendur í dag.

1. august hevur fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin og ábyrgdarblaðstjórin í Børsen, Bjarne Corydon, sín fyrsta dag sum nýggjur aðalstjóri í DR.

Hann skal yvirtaka ábyrgdina av danska public service stovninum frá Mariu Rørbye Rønn. Hon hevur verið aðalstjóri síðani 2010, men boðaði í oktober í fjør frá, at hon fór úr DR í 2025.

Tað frættist skjótt, at Bjarne Corydon eitt av heitastu nøvnunum til starvið. Og í apríl varð kunngjørt, at hann var tann, sum skuldi yvirtaka starvið frá Rønn.

52 ára gamli Bjarne Corydon las stjórnmálafrøði á lærda háskúlanum í Århus. Síðani hevur hann tikið seg upp í toppin í donskum politikki.

Fyrst sum politisk-búskaparligur ráðgevi hjá javnaðarleiðsluni á Christiansborg og síðan sum stápsleiðari hjá táverandi forkvinnuni Helle Thorning-Schmidt.

Hann kom ovast á politisku yrkisleið sína sum fíggjarmálaráðharri fram til 2015.

Í síni tíð í danska Javnaðarflokkinum var Bjarne Corydon kendur sum "Blái Bjarne", sum saman við Helle Thorning-Schmidt vendi flokkinum í ein meira borgarligan veg.

Serliga sølan av partinum hjá statinum í orkufelagnum Dong til amerikanska Goldman Sachs fekk harðar atfinningar.

Hetta førdi til eyknevnið "Don Corydone" sum tilvísing til mafiastjóran Don Corleone úr "Godfather".

Eftir nøkur ár í ráðgevarafyritøkuni McKinsey tók Bjarne Corydon við starvinum sum ábyrgdarblaðstjóri hjá Børsen frá 2018.

Samstundis hevur hann myndað helmingin av podcastinum "Lykkeberg og Corydon" lið um lið við ábyrgdarblaðstjóran á Information, Rune Lykkeberg.

Rune Lykkeberg segði við sítt egna blað í apríl, at Corydon hevur ta styrki, at "hann veruliga elskar Danmark" og donsku stovnarnar.

Men sambært Lykkeberg verður avbjóðingin hjá Corydon, at hann metir sína egnu støðu sum fakta.

- Tað vil siga, at miðdepilin hjá Bjarne er ikki tað slagið av miðdepli, sum savnar og viðurkennir ytru veingirnar rundan um seg. Miðdepilin hjá Bjarne er ein, sum rísur upp um hini og kallar teir populistar og heldur, at teir byggja á ósannindi og ábyrgdarloysi.

- Og tað er greitt, at um tú skalt vera ein stovnur, sum savnar Danmark, so er tað ikki kring tað teknokratiska møsnið, segði Lykkeberg við Information í apríl.

Í sambandi við framløguna av Corydon sum nýggjur DR-stjóri, segði hann sjálvur við sítt nýggja arbeiðspláss, at hann var eyðmjúkur um uppgávuna.

- Tað eru nógv ting, sum eg skal kunna meg um. Tí verður tað ikki ein dagur við stórum strategium og ætlanum. Tað kemur, tá eg taki við embætinum og veruliga havi skilt, hvat eg havi at arbeiða við, segði hann við DR í apríl.

 

/Ritzau/

 

Í dag er fyrsti arbeiðsdagur hjá Bjarne Corydon sum aðalstjóri í DR. (Arkivmynd). - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix