? Verða fleiri sparingar framdar á Landssjúkrahúsinum, ja ..... so er onki eftir.
Helena Dahl Olesen, deildarssjúkrasystir á B6 á Landssjúkrahúsinum dylir ikki fyri, at hon er skelkað av, at spariknívurin enn einaferð er settur á Landssjúkrahúsið.
Tað var á leiðslufundi mikudagin, at sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre, kunngjørdi, at tað verður neyðugt at spara góðar tríggjar milliónir í ár fyri at halda játtanina.
Tað merkir, at 20-27 fólk skulu sigast upp í næstum, alt eftir, hvussu harðliga farast skal fram.
Og sum ikki einaferð verður tað aftur nú røktarøkið, sum verður harðast rakt av sparingunum.
Tí upp til 12 sjúkrasystrar skulu sigast úr starvi, alt eftir, hvussu langa uppsagnartíð, tær hava.
Tær flestu hava seks mánaða uppsøgn.
Ætlanin var, at uppsagnirnar skulu sendast teimum í hesi vikuni.
Nógv longri bíðilistar
Eftir, hvat skilst, er ætlanin hjá ovastu leiðsluni ikki, at virksemið á Landssjúkrahúsinum skal minkast, hóast upp til 12 sjúkrasystar verða sagdar úr starvi.
Tí ætlanin hjá leiðsluni er nevniliga ikki, at talið á innleggingum skal lækka, hóast deildirnar nú fara at verða verri mannaðar, enn tær hava verið.
?Men tað er heilt ómøguligt, staðfestir deildarsjúkrasystirin á B 6 beinanvegin.
?Vit hava spart hvørt einasta ár øll kreppuárini.
? Men samstundis er talið á innleggingum og viðgerðum munandi hækkað
? Og tað sigur seg sjálvt, at fyrr ella seinni koma vit til eitt mark, har tað ikki ber til at spara meiri.
? Og tað markið er longu rokkið.
Helena Dahl Olesen sigur, at tað svitast ikki, at tær sparingarnar, sum ætlanin nú er at seta í verk, fara at føra til, at færri fólk verða løgd inn á landssjúkrahúsið.
Tá ið manningartalið aftur nú skal minkast, ber heilt einfalt ikki til at taka ímóti líka nógvum sjúklingum, sum vit hava gjørt, sigur hon.
? Og tað merkir so aftur, at bílilistarnir til tær ymsu viðgerðirnar fara verða longri framyvir, enn teir longu eru.
Sum eitt dømi vísir deildarsjúkrasystrini á, at á medisinsku deild vóru 4.412 fólk innløgd í 1998.
Í 1999 var talið uppi á 4.582 fólkum, sum vórðu innløgd á medisinsku deild.
Men hesa seinastu tíðina hava tey ásannað, at tað er ov nógv við teirri manning tey hava, so tey hava roynt at skorið tað niður, tí hvørja ferð eitt fólk verður innlagt, er tað ein heilt ávís mannagongd, sum skal fylgjast.
Og tað er eitt mark fyri, hvussu nógv fólk tað yvirhøvur ber til at leggja inn.
Og við teimum sparingunum, sum ætlanin nú er at seta í verk, ivast hon ikki í, at talið á innleggingum munandi niður.
Sostatt fara bíðilistarnir at leingjast munandi, leggur hon afturat.
Men hvørjar innleggingarnar vera, eru sjálvandi altíð í samráð læknarnar.
Long bíðitíð á intensivu deild.
Hon vísir á, at sjálvt á intensivu deild er langur bíðilisti.
? Har eru tey longu nú farin at skriva sjúklingar upp til kanningar, innleggingar og viðgerð í juni mánaða, so hara er talan um eina bíðitíð uppá 5 til 5 1/2 mánaða.
Og tað sigur seg sjálvt, at hóast allir sjúklingar, sum hava bráðfeingis hjálp fyri neyðini, sjálvandi verða innlagdir, er tað sera óheppið, at tað er so long bíðitíð á eini intensivari deild.
Hon vísir eisini á, at fleiri deildir hava longu brúkt meiri pening hini árini, enn tey hava fingið játtað, so at tær koma allar í tað nýggja árið við skuld, sum eisini skal avgreiðast.
?Men hetta er bara ein tekin um, at vit hava mangla fólk hini árini, og at vit hava verið noydd at boðsent fólki, sum annars hava havt frí, til arbeiðis.
? Og so at skerja uppaftur meiri í ár, ber slett ikki til, uttan at tað fær avleiðingar.
Dygdin ikki nóg góð
Helena Dahl Olesen sigur, at allar tær mongu sparingarnar raka eisini sjúklingarnar á tann hátt, at dygdin í viðgerðini er ikki nóg góð.
? Longu sum er, mugu vit ásanna, at dygdin er ikki tann besta.
? Vit hava ikki nóg góðar stundir til hvønn sjúkling. Ikki minst merkist hetta á tíðini, sum vit hava til at upplýsa sjúklingin um sjúkustøðuna, um viðgerðina, um, hvussu hann sjálvur skal bera seg at og annars um alt tað, sum tað er neyðugt at práta við hann um.
? Tað hava vit ov lítla tíð til, sum er, og tað er eitt afturstig fyri viðgerðina.
Deildarsjúkrasystirin leggur afturat, at hon torir at siga, at hetta gevur eisini baksláttur á tann hátt, at fólk verða innløgd aftur av tí at tey ikki hava fingið so góða viðgerð og upplýsingar sum tey áttu, fólk, sum annars ikki høvdu verið innløgd, um alt var, sum tað átti.
Hýrurin ringur
Helena Dahl Olesen segði okkum í gjáramorgunin, at hýrurin á Landssjúkrahúsinum er í botni.
Men hon helt, at tey høvdu enn ikki fatað, tað sum var hent og at reaktiónin var ikki komin enn.
Og tey trúðu enn onki uppá, at hetta verður veruleiki.
Men nú verður so bara bíða eftir, hvat fer at henda.









