Nicolaos og violinin

Violinúrmælingur. Síðani hann var sjey ára gamal, hevur violinin verið trúgvur fylgisneyti. Úr sovjettiska lýðveldinum Usbekistan, umvegis Grikkaland og Belgia, til Føroya. Nicolaos Kapnas kann strúka violinstreingjunum sum fáur

Eyðun Klakstein


Ein pakki við telduspælinum FIFA 2000 liggur við vindeygað, og eitt Nike-merki hevur lent á bringuni á honum. Ikki akkurát eyðkenni fyri ein violinúrmæling, sum er komin eystan úr Usbekistan og til Havnar at verða musikklærari.

Í stovuni stendur eitt pyntað jólatræ og breggjar sær tveir dagar fyri gamla trettanda. Úr stovuni hevur tað útsýnið beint oman á Realkredittstovnin, sum hevur sett seg oman á gamla Fossbankan.

Á telduskerminum snúgva nótarnir sær, og omanfyri telduni hongur ein stór svørt klokka, sum helst man hava til uppgávu at fáa grikska russan á føtur, tá hann skal av húsum fyri at undirvísa ungum violinspælarum.

Nikolaos Kapnas ivast í, hvat borð vit skulu seta okkum við, men tá hann hevur flutt stólarnar runt í stovuni, avger hann, at tað man vera best at sita við borðið mitt í stovuni. Á borðinum stendur eitt blomutyssi, sum hann fekk eftir nýggjárskonsertirnar í Norðurlandahúsinum seinasta sunnudag, og tá hann kemur við sínum koppi, sum hann kallar stóran, er tað meira at líkna við ein bolla fullan av kaffi.

? Eg havi brúk fyri nógvum kaffi fyrrapartar, sigur hann, meðan hann setist, og finska kona hansara, Hedwig, kemur við nýgjørdum kaffi. Hon skilir føroyskt og roynir eisini at orða seg á føroyskum.

? Tað eri ikki eg sum spæli FIFA 2000, men 11 ára gamal sonur mín, sigur hann og avdúkar samstundis, at hann hevur ein veikleika fyri telduspælinum Star Trek, sum gongur fyri seg í eini tíð, nógv violinstykki frá okkara døgum.

Nikolaos Kapnas trein fram í bestu senditíð í sjónvarpinum sunnukvøldið. Hann hevði fingið leiklutin at spæla eitt serliga trupult violinstykki á nýggjárskonsertini, og tað kláraði hann væl. Maðurin við tí myrka hárinum og brillunum á nøsini vísti, at hann er violinspælari í einum serligum flokki ? ein úrmælingur úr russiska skúlanum.


Fyrsta violinin

kostaði 9 rublar

Familjan hjá Kapnas, konan og trý børn komu til Føroya fyri aðru ferð stutt fyri ársenda í 1999, men frammanundan hevur dugnaligi tónleikarin búð í trimum ymiskum londum, har hann hevur lært seg at spæla, hevur lært onnur at spæla, og hevur spælt í orkestrum.

Søgan byrjar fyri 37 árum síðani í usbekiska býnum Tashkent, har Nikolaos var borin í heim. Mamma hansara er russisk, meðan pápi hansara er grikki, og tað er tí, at navnið hjá honum hevur ein so vælkendan grikskan klang.

Fyrsta violinin hjá Nikolaos kostaði familjuni 9 rublar, og hana fekk hann sum 9 ára gamal. Tað var eisini í 1971, at hann fór undir at læra seg at spæla uppá teir fýra streingirnar.

Hann gekk á skúla heima í Tashkent, har hann millum annað hevði ein armenskan gýðing sum lærara. Saman við honum spældu fyri tað mesta gentur, tí so fáir dreingir gingu til undirvísing.

? Soleiðis er tað allastaðni ? eisini í Føroyum ? tað eru nógv fleiri gentur enn dreingir sum læra seg at spæla violin. Eg dugi ikki at greiða frá, hví tað er so, sigur Nikolaos, sum tó vísur á, at tað eru nógv fleiri menn enn kvinnur, sum gerast yrkistónleikarar sum vaksin.

? Kvinnurnar vísa ofta so stóra umsorgan fyri familjuni, at tær hava ikki stundir til tónleikin. Ella gifta tær seg við tónleikarum, og so halda tær, at tað er bara pláss fyri einum listafólki í familjuni, men tað er nakað tvætl. Kona mín spælir sjónleik og eg violin, og tað ber væl til, sigur hann.

Nikolaos situr og eygðleiðir eina mynd av orkestrinum, hann spældi í sum smádrongur. Hann greiður frá, at fleiri av næmingunum hava útlendska uppruna, men hann dugir ikki at siga, hvar í verðini tey eru í dag.

? Eg hevði samband við eina av gentunum í langa tíð, eftir at eg varð fluttur úr Tashkent, men nú havi eg einki samband við hana. Eg hevði sera fegin viljað sloppið aftur til býin, men eg ivist í, um eg hevði funnið nakran av teimum aftur, sigur hann.


Høgravendi lærarin

tók væl ímóti

Nikolaos læs á musikkskúla í Tashkent í seks ár, men áðrenn hann fór undir seinasta árið, avgjørdi familjan at flyta til Grikkaland. Nikolaos er sjálvur grikskur statsborgari. Pápi hansara vildi sleppa heim til Grikkalands, eftir at omma Nikolaos var deyð. Ætlanin var at flyta, men hon doyði, áðrenn skjølini vóru klár, og so gjørdi pápi Nikolaos skjótt av, og tók konuna, Nikolaos og systur hansara við sær.

Tey búsettu seg í Thesaloniki, har 14 ára gamli Nikolaos helt fram við at spæla. Eftir stuttari tíð var hann sloppin á konservatium í býnum, og tað heldur hann komst av, at tey vóru heppin at kenna fólk, sum kendu ein violinlærara. Eftir at hesin violinlærari hevði hoyrt Nikolaos spæla, syrgdi hann fyri, at hann fekk pláss á konservatorinum í býnum.

Nikolaos kallar hendan læraran fyri besta læraran, hann hevur havt. Violinlærarin var høgrumegin miðjuna politiskt, men hann tók sær væl av hálva grikkanum úr sovjettiska lýðveldinum, og Nikolaos hevur bara góð orð til yvirs fyri hesum violinspælaranum.

? Sum tónleikari var hann fram úr, og hann var heilt greitt besti lærarin, eg havi havt. Hann lærdi meg at spæla bæði violin og bratsj, sigur Nikolaos.

Eftir at hava lisið í trý ár á konservatiorinum, fekk hann játta lestrarstuðul úr einum grunni hjá Denise De Vries, og tað gjørdi, at hann í 1982 flutti til Antwerpen í Belgia at lesa víðari. Konan, sum var gift við kenda tónleikarum Alex De Vries, var vanliga kalla Madame De Vries, men Nikolaos sigur seg kalla hana Mamma De Vires, tí hon hevði so stóran týdning fyri hann, eftir hann var komin til Belgia at lesa og spæla.

? Hon brúkti nógvar pengar upp á okkum. Lestrarstuðulin umfataði innivist, undirvísing og mat, men hon kundi eisini lata okkum fáa pengar, so vit kundu fara út at hugna okkum, greiður Nikolaos frá.

Fyrst læs hann á konservatorium í Antwerpen eitt ár, so fór hann at lesa í Brússel, men hann helt fram at búgva í Antwerpen, sum liggur 50 kilometrar frá belgiska høvuðsstaðnum, sum hevur fingið sentralan leiklut í ES.

Síðani tá hevur Nikolaos Kapnas verið búsitandi í Belgia. Hann spældi við orkestrinum hjá almenna belgiska útvarpinum og sjónvarpinum, og tað hevði nógvar uppgávur við sær ? bæði á heimavølli og kring um í Europa.

Nikolaos spældi bratsj, og tá ivamál stingur seg upp um munin millum violin og bratsj, tekur hann eina bratsj fram, sum hann sjálvur hevur gjørt, og sum hann er sjónliga stoltur av. Hann tekur eisini eina violin, hann hevur lánt í Føroyum, úr taskuni, og so greiðir hann frá um sentimetrar, tilfar og streingir. Violin og bratsj líkjast nógv, fyri deyðilig fólk er bara støddin á muni, men Nikolaos greiðir frá, at tað er munur á at spæla á violin og bratsj.


Setti kós út

í Atlantshavið

Sum árini gingu minkaði hugurin fyri at spæla í belgiska orkestrinum. Enski leiðarin var strævin at hava við at gera, og tónleikararnir vóru álvarsamir og professionellir.

? Tá tú sært Alex Sólstein spæl, so ivast tú ikki í, at hann nýtir hvønn tóna, hann spælir, men soleiðis var ikki í Belgia. Tað sá næstan út, sum um tónleikararnir keddu seg stórliga, tá teir spældu, og tað dámdi mær als ikki, greiður Nikolaos Kapnas frá.

Í 1994 var álvari gjørdur av ætlanini um at royna nakað heilt annað. Finska kona hansara, sum hann giftist við fyri meira enn 11 árum síðani, fann eina lýsing í einum finskum blaði. Tað var frá musikkskúlanum í Havn, sum søkti eftir einum violinlærara.

Nikolaos fór í kortið fyri at vita, um hann fann Føroyar, sum hann als einki kendi til. Tá hann sá, hvar oyggjarnar liggja, ivaðist hann eina lítla løtu. Men bara eina lítla løtu.

Nikolaos fekk starvið, og familjan stakk í sekkin og rýmdi úr Belgia í eitt ár. Hetta árið hevði Nikolaos farloyvi frá belgiska orkestrinum.

? Tað var eitt øðrvísi upplivilsi at koma til Føroya fyrstu ferð. Vit sigldu við Norrønu, og tað var ein stórfingin sjón at síggja klettarnar koma upp úr sjónum, sigur Nikolaos.

Hann starvaðist í Føroyum tað árið, hann hevði farlovyið frá orkestrinum í Belgia, men hann fór við ringum smakki í munninum aftur til Belgia. Tá hann fór, lovaði hann at koma aftur nøkur ár seinni. Og hann helt orð.

Fyri hálvumøðrum ári síðani kom hann aftur til Havnar at vera lærari, og upprunaliga avtalan var, at hann skuldi verða í tvey ár. Nú er hálvt ár eftir, men Nikolaos vónar, at hann kann halda fram í Føroyum, tí hann kennir ábyrgd fyri teimum næmingunum, sum hann undirvísur.

? Føroysku børnini hava eitt val. Tey kunnu siga nei, um tey ikki tíma at spæla violin, men tá tey siga ja, so eru tey íðin, heldur hann.

Nikolaos heldur, at í Føroyum manglar ein avbjóðing fyri teir tónleikara, sum veruliga gera nógv við tað, og sum fara uttanlands at útbúgva seg. Teir hava einki at koma aftur til, heldur hann. Tí vónar hann, at hann kann vera viðvirkandi til, at føroyingar einaferð í framtíðini fáa eitt fulltíðar orkestur, so eisini teir tónleikararnir, sum eru komnir langt uttanlands, hava hug at koma heim aftur.

? Harafturat eru nógv góðir ungir tónleikarar á veg í Føroyum, og tað hevði verið gevandi fyri bæði teir og føroyskt tónleikalív, um føroyingar fingu eitt professionelt orkestur, heldur Nikolaos.

Stóri bollin við kaffi og mjólk stendur hálvtømdur á borðinum eftir samrøðuna. Hann hevur tosað so nógv, at hann hevur gloymt at stoyta teir brúnligu droparnar í munnin.

Hann hevur undirvísing klokkan hálvgum tvey, men tá hann letur hurðina aftur eftir blaðmanninum og gestirnar, fer hann innar í stovuna og setur seg frammanfyri telduna, har nótarnir fara syngjandi eftir skerminum.

Og so er tað at stóra svarta klokkan á vegginum skal minna hann á undirvísingina aftaná døgurða.