gerast 100 ára gomul. Tað kemur bara av sær sjálvum hjá tí, sum livir so leingi, heldur hon. Anna Sofía letur væl at, at hon fær nógva vitjan. Hon býr hjá eini dóttir, sum arbeiðir úti, so har verður hugt [...] at tað kemur nógv fólk í føðingardag, nú eg fylli 100,« sigur Anna Sofía. Tað munnu tað fara at koma, heldur Thurid, dóttirin, sum hon býr hjá. Avgjørt er at halda dagin í samkomuhúsinum Hebron á Argjum [...] Joensen Hon er blíð og væl nøgd, tá hon í rullustólinum tekur í móti okkum heima í Bakkagøtu á Argjum. Fyrsti spurningurin er, um dóttirin ikki skal geva monnunum ein drekkamunn, nú teir eru komnir inn á gólvið
so avstað. Tað bleiv so til eitt innslag í mínari sending, og har byrjaði útvarpsarbeiðið hjá mær av álvara, sigur Elis Poulsen. Seinni gjørdist hann feriuavloysari á lurtarasendingini Lurtararnir og vit [...] ár. Duga at fóta sær Ein felagsnevnari fyri sendingarnar hjá Elis Poulsen hevur verið, at hann hevur havt nógv og tætt samband við lurtararnar hjá sær. Hann hevur tosað við fólk, sum hava ringt inn til Útvarpið [...] fortaldi mær, at konan hjá honum júst var deyð. Tá ræður um at duga at fóta sær, men eg havi verið í so nógv vási, so eg haldi meg hava dugað væl at takla óvæntaðar støður, sigur Elis Poulsen. - Eg var
Øravík. Hon sigur, at tað var av allarringasta kavaroki og tað var so tjúkt, at vit mistu orienteringina og vistu ikki akkurát, hvar vit vóru stødd. - Vit komu fram ímóti eini gravkúgv hjá Landsverki, [...] eitt víkipláss og vegleiddu teir í at koyra víðari, so eisini tað spældi væl av. Ikki veður hjá konufólki Hon sigur, at bara einaferðina øll hesi árini hevur hon avlýst at fara til arbeiðis, tí tað var út [...] stórvegis skaða. Jonhild hevur havt góðar nervar, tí hóast nógvir túrar hava verið ógvuliga ringir, sigur hon, at hon hevur ongantíð verið bangin. - Eg havi koyrt í øllum veðri, men eg havi ongantíð verið
eini slíkari støðu, sigur Gunnar um løtuna, tá tað gjørdist greitt, at hann skuldi inn. Gunnar var róligur, tá hann kom á vøllin. Tað sást ikki á honum, at hetta var fyrsti dysturin hjá honum í Premier League [...] vitað, at eg kom inn í dag, so hevði eg rakað mær áðrenn dystin, sigur Gunnar við einum brosi. Friedel ynskti til lukku Fyrsti málmaðurin hjá Manchester City, írin Shay Given, var smáskaddur í vikuni upp [...] gamal, tveitti málmaðurin hjá Manchester City, Shay Given, seg og meiddi sær økslina. Beinanvegin tað gjørdist greitt, at skaðin var álvarsamur, leitaðu upptøkutólini á bonkin hjá Manchester City upp og niður
uppgávuna hevur sjálvsagt verið neyðugt at lisið leikritið við eygunum hjá einum leiktjaldameistara. - Tað, sum eyðkennir skaldskapin hjá Williami er, at hann lýsir persónarnar ógvuliga væl. Í so máta ger [...] sum er hansara, og sjálvsagt leikritið hjá Ega Dam. Fyrimunir og vansar Brigdi og eyðkenni úr øllum tí William skrivaði og skapti, hava havt týdning í evningini hjá Lisu av búnunum og pallinum. - Eg brúki [...] tulking av leikinum. Eg leveri ikki alt á einum fati fyri áskoðarunum. Pláss verður fyri tulking, sigur Lisa Heinesen. Lisa hevur lisið nógv leikrit undir útbúgvingini, og skaldsøguna ?Móðir Sjeystjørna
ár hevur gingið og gongur nógv úti í náttúruni, sigur, at tað koma næstan ongir tjaldursungar undan. Hann sigur, at fuglurin manglar føði. Orsøkin, sigur hann, er flatmaðkurin, sum helst er komin við i [...] fast í »Føringatíðindi«, blaðnum hjá Føroyingafelag, sum hann stjórnaði. Rasmus Effersøe var landbúnaðarrágevi, skald, polittikari, og ikki minst fuglavinur, og sigur hann í yrkingini : »Heimið« at »okkum [...] rði Vit eru savna her á Vaglinum at heilsa tjaldrinum vælafturkomið til landið. Tjaldrið er tann fyrsti av heiðafuglunum, sum kemur, og kemur tað á Grækarismessu, verður sagt. Summi árini sæst tað nakrar
annað enn at fegnast stórliga. Tað sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Sum fyrsti almenni stovnur í heiminum, gjørdi Vágs Kommuna at endurfíggja eitt lán hjá kommunini við hópfígging. Tað merkir [...] ein møguleika at fáa eina hægri rentu enn tey fáa í einum banka, sigur Søren L. Bruhn. Men hann sigur samstundis, at tað ber altíð til hjá teimum at selja lánið aftur. Og lánið er púra trygt, tí ein kommuna [...] pengar og hetta er fyrstu ferð í verðini, at ein almennur stovnur brúkar hendan møguleikan, sigur Søren L. Bruhn. Hjá teimum, sum seta pening í, er fyrimunurin, at tey fáa 0,45 prosent í rentu, og tað er meiri
so á fyrsta sinni til Liverpool. Hann býr hjá eini eldri konu og útsýnið er Anfield – heimavøllurin hjá Liverpool. – Hetta var óveruligt hugsaði eg, tá eg fyrsti ferð hoyrdi um møguleikan. Eg hugsaði eisini [...] Høgni á Borg. Hann er stóra fyrimyndin hjá Jákupi, umframt at hann eisini er størsti viðhaldsmaðurin hjá Jákupi. Undan hvørjum dysti fer Jákup ein túr á grøvuna hjá Høgna at heilsa uppá. Tað er ein fastur [...] framvegis nógv í hjartanum og fyrireikingunum hjá Jákupi til hvønn dyst. Í 2004 skiftir Mr. B36 til HB. Tað sendir ein skelk gjøgnum føroyska fótboltsheimin. Fyrsti dysturin er móti B36. Skelti við áskriftini
heimaftur í øllum góðum. Óttin spøkti meir enn so, men eg var langt frá panikkinum. Hetta var mín fyrsti sigur. At flúgva til Føroya var tó enn eitt ov stórt stig fyri meg at taka. Fýra ár skuldu ganga, áðrenn [...] - tað gera fólk jú hvønn einasta dag, men eg veit við mær sjálvari, at eg havi vunnið ein stóran sigur! Í august 1983 flutti eg til Danmarkar at lesa. Móti jólum bílegði eg mær flogferðaseðil til Føroya [...] vit og skil aftur. Men har hjálpti einki. Tá vit endiliga vóru lend, var eg so snópin um atburðin hjá mær, at eg lovaði mær sjálvari, at eg aldrin skuldi útseta meg sjálva ella nakran annan fyri at flúgva
at Føroyar eiga at vísa umheiminum, at vit ikki kunnu stuðla fremmandahatrinum hjá dønum. Nýggi útlendingapolitikkurin hjá donsku stjórnini hevur longu sett Danmark í andstøðu í Evropa, og ynskja vit ikki [...] er tí nú sera torført hjá fólki av øðrum uppruna enn donskum at fáa arbeiði í Danmark. Ung fólk av øðrum uppruna enn donskum sleppa ikki inn á dansistøðini, og sera torført er hjá hesum at fáa bústaðir [...] lagnu, noyðast vit at gera heimin varugan við, at vit ikki stuðla fremmandahatri. Nýggja uppskotið hjá donsku stjórnini býtir danska fólkið upp í fyrstaflokks borgarar og annanflokks borgarar. Hetta er