Eg hopi abbi hevði verið glaður

Lisa Heinesen er leiktjaldameistari og abbadóttir William Heinesen. Hon hevur fingið uppgávuna at gera búnar og pall til leikin ?Móðir Sjeystjørna - ein tónleikamynd?, ið verður spældur á 100 ára føðingardegi Williams 15. januar næsta ár

Turið Kjølbro


- Tað er mær avgjørt ein heiður at hava fingið hesa uppgávuna. Hon er ógvuliga spennandi og avbjóðandi. At tað er abbi mín, sum hevur skrivað skaldsøguna, leikurin byggir á, og at hann er til æru fyri hann, ger tað ikki minni serskilt. Tað setur eyka krøv og eg havi nógv at liva upp til.

- Men samstundis royni eg at minna meg sjálva á, at abbi mín og eg eru frá hvør síni tíð og so nógv ár eru ímillum okkum. Tað kann vera ógvuliga torført at seta meg inn í, hvat hann hevur hugsað. Eg havi valt at tekna leikin heilt einfaldan, soleiðis at áskoðararnir sjálvir kunnu gera sær eitt minni og eina tulking av leikinum. Eg leveri ikki alt á einum fati fyri áskoðarunum. Pláss verður fyri tulking, sigur Lisa Heinesen.

Lisa hevur lisið nógv leikrit undir útbúgvingini, og skaldsøguna ?Móðir Sjeystjørna? kennir hon væl. Men til hesa uppgávuna hevur sjálvsagt verið neyðugt at lisið leikritið við eygunum hjá einum leiktjaldameistara.

- Tað, sum eyðkennir skaldskapin hjá Williami er, at hann lýsir persónarnar ógvuliga væl. Í so máta ger tað mína uppgávu lættari. Og í førum haldi eg, at eg havi ein fyrimun at skilja ávís brigdi í bókini, tí eg kendi hann jú.

- Eg veit ikki, hvat abbi hevði sagt til mína tulking av leikritinum. Eg vóni, at honum hevði dámt tað. Tað liggur mær ógvuliga nær at virða tað, sum er hansara, og sjálvsagt leikritið hjá Ega Dam.


Fyrimunir og vansar

Brigdi og eyðkenni úr øllum tí William skrivaði og skapti, hava havt týdning í evningini hjá Lisu av búnunum og pallinum.

- Eg brúki ymiskt úr klippum, hann hevur gjørt, bæði til búnar og pallin, hóast áskoðararnir ikki við fyrsta eygnakasti kenna tað aftur. Abbi eins og pápi mín, Zacharias, geva mær íblástur til tað eg geri. Tað er ilt at siga, um eg beri nakað víðari frá teimum, - kanska humorin, sum er serligur fyri okkum, haldi eg.

Lisa heldur, at tað eru bæði fyrimunir og vansar at vera partur av eini familju, sum hevur eina so stóra mentunarliga bakgrund.

- Á ein hátt bindur tað. Men í London eri eg meiri frí.

Tað hevur ikki altíð verið ein sjálvfylgja, at eisini hon skuldi fara tann listarliga vegin. Í langa tíð skumpaði hon tankan frá sær, og hevði ætlanir um at fara undir at lesa heimsspeki. Eftir at studentaskúlaprógvið var komið til høldar, var hon eitt stutt skifti í London á skeið í tekning, og tað gjørdi útslagið. Hon valdi at lesa palllýsing ella scenografi.


Dugir alt handverkið

Lisa Heinesen er fyrsti føroyingurin, ið hevur útbúgving sum leiktjaldameistari. Hon lesur nú víðari innan somu grein og komandi summar hevur hon tikið Bachelor of Art. Um hon fer undir Master of Art, veldst um, hvønn fíggjarligan stuðul hon fær.

- Tað er ørgrynna av møguleikum, tú kanst velja innan hesa útbúgvingina. Eg havi valt búnar og palldesign, sum altíð hava havt mín áhuga, men vit fáa samstundis eina vitan um onnur øki eisini, sum hava við pall at gera. Útbúgvingin er ógvuliga praktisk, tú lærir alt tað praktiska, sum skal gerast á einum palli. Alt handverkið skal lærast, sigur Lisa Heinesen.

Á skúlanum, Lisa gongur á, er eitt leikhús, har næmingarnir sleppa at royna seg, og í frítíðini ger Lisa uppgávur fyri leikhús í býnum. Størsta avbjóðingin er at sleppa at gera eitt tómt rúm ella pall um til ein leik.

- Vit fáa eitt leikrit og so skulu vit formgeva pallin. Áðrenn tú hevur lært øll tey praktisku tingini, er frælsið stórt og tú loyvir hugflognum at gera av, hvussu endaliga úrslitið verður. Men so skjótt tú finnur út av, at pallurin eisini skal vera praktiskur og arbeiðsligur, koma beinini niður á jørðini og tú lærir at taka fyrilit fyri ymiskum viðurskiftum so sum tí praktiska, trygdini, fíggjarliga og øðrum.


Framtíðin

Áðrenn tað kemur so langt, at pallurin stendur opin og bíðar eftir leiktjaldameistaranum, skal leikritið lesast væl og virðiliga. Leiktjaldameistarin skal kenna hvønn einstakan í leikinum út í odd og egg.

- Tú verður noydd at seta teg fullkomiliga inn í, hvussu ymsu fólkini í leikinum hugsa og liva. Tað snýr seg um bakgrundsgransking.

Lisa vónar, at framtíðin hjá henni sum leiktjaldameistari eisini liggur í Føroyum, men hon dylur ikki fyri, at tað er í London størstu avbjóðingarnar liggja. Og samstundis harða kappingin um uppgávurnar.

- Vónandi verði eg biðin aftur til at gera pall og búnar í Føroyum. Men eg rokni við, at framtíðin hjá mær fyri ein stóran part liggur í London. Í London er stór leikhúsmentan og enn havi eg nógv at læra.