Eg havi havt tað gott

Anna Sofía Jacobsen á Argjum, sum í dag sum fyrsti føroyingurin í hesum nýggja túsundáraskeiðnum fyllir 100 ár, er nøgd við lívið. Hon hevur havt tað gott og hevur bara gott at bera øllum

Edvard Joensen


Hon er blíð og væl nøgd, tá hon í rullustólinum tekur í móti okkum heima í Bakkagøtu á Argjum. Fyrsti spurningurin er, um dóttirin ikki skal geva monnunum ein drekkamunn, nú teir eru komnir inn á gólvið. Jú, hon er longu í gongd, so har man einki fara at mangla.

»Vælkomnir skulu tit vera. Men tit mugu bera yvir við mær, at eg eri eitt sindur blind. Eg síggi ikki, hvussu tit síggja út, men eg hoyri væl. Og heilsan er góð,« sigur hon á ramligum eiðismáli, sum ikki fornoktar upprunan.

Anna Sofía varð fødd á Eiði tann 16. mars ár 1900. Foreldrini vóru Marin Súsanna -Marsanna- og Jógvan Joensen í Skorini á Eiði. Tey vóru sjey systkin, sum hon ramsar nøvnini á, meðan hon telur á fingrunum. Og eingin fer burtur ímillum. Øll verða nevnd í raðfylgju eftir aldri.


Sum onnur livdu tá

Lívið á Eiði fyrst í farnu øld var sum bygdarlív annars í Føroyum. Tað var at vinna til lívsins uppihald við landbúnaði og útróðri. Onkur var til skips.

Anna Sofía minnist, at pápi hennara var heimamaður. Røktaði uppi í Kolli, røkti jørðina og róði eitt sindur út, greiðir hon frá. Skipsmaður var hann ikki. Altíð til arbeiðis. Hann arbeiddi bæði tíðliga og síðla. Tá ikki var verandi úti, varð arbeitt inni. Rokkurin stóð ongantíð stillur slíkar løtur.

Sjálv plagdi hon at ganga til neytar, minnist Anna Sofía. Á Eiði fóru neytini niðan í Koll, sum sagt verður, um ta tíðina, seyðurin fór av bønum. Har vóru tey til jóansøku, tá tey vóru koyrd í hagan. Tað var longri burtur. Kollurin var meira at rokna sum heimabeiti. Neytini gingu so í haganum frá jóansøku til mikkjalsmessu, og ta tíðina gingu neytakonurnar so eisini í hagan at mjólka.

Eisini var arbeitt í fiski, greiðir Anna Sofía frá. Fiskurin varð turkaður á Eiði.

Ikki heldur hon kortini, at alt, sum broytt er, meðan hon hevur livað, bara er til tað betra. Men hon vil tó ikki finnast at nøkrum ávísum. Tað er henni so líkt at láta væl at.

Eitt skip fer út um molan og at kalla fram við stovuvindeyganum í Bakkagøtu á Argjum. Hóast sjónini bilar eitt sindur nú á gamalsaldri, veit Anna Sofía væl, at ferðingin er nógv undir vindeyganum. Og hon hevur tað á orði.

Samrøðan heldur fram, hóast tað ikki gongur so skjótt. Tað er jú heldur eingin unglingi, vit eru og vitja í dag.

»Vita tygum hvat dato tað er?« verður spurt. Nei, ikki er heilt greitt, hvussu er við tí. Tá so sagt verður, at tað í dag er tann 10. mars, er hon skjót at svara:

»So er minni enn ein vika, til eg fylli hundrað.«


Skjót við tølum

Heilt eiðasørt er ikki enn, hóast hon letur at, at tað gongur ikki so skjótt, sum tað onkuntíð hevur gjørt. Treyðugt so.

Men ikki bilar. Serliga eru tað tølini, sum ganga skjótt. At telja og leggja saman liggur væl fyri, letur Anna Sofía at.

Um tað liggur serliga væl fyri við tølum, er ikki gott at vita, men Anna Sofía minnist væl, nær hon giftist. Tann 15. oktober 1923. Og tað stendur rimmarfast. Tað kann Landsfólkayvirlitið vátta.

Tann dagin giftist Anna Sofía Dánjali Jákupi Jacobsen, úr Leynum. Seinni nevndur Dánjal Jákup í Skipshandlinum.

Sjálv fór Anna Sofía av Eiði til Havnar sum 19 ára gomul at tæna hjá Jens Evensen, handilsmanni. Har var hon í eini tvey ár, og tað mundi vera tá, hon møtti Dánjali Jákupi, heldur hon.

Tey fingu seks børn. Fimm døtrar, sum allar eru á lívi, og ein son, sum doyði í 1986 bert 56 ára gamal.

Aftur telur hon á fingrunum, og kemur til rætta talið.

»Nú eri eg so sløv, at eg má brúka fingrarnar at telja á«, flennir hon.

Hóast vit nú hava sitið eina rættiliga fitta løtu og prátað, og kaffikopparnir eru tømdir fleiri ferðir, er Anna Sofía framvegis líka birg og væl uppløgd.

Nógvar eftirkomarar er tað vorðið til. Elsta ommudóttirin er í dag 56 ár, so nakað væl kann vera lagt til. 17 eru ommubørnini, 34 langommubørn og 8 oldommubørn eigur Anna Sofía, nú hon rundar øldina.

Og hon veit, at ikki øll búgva í Føroyum. Minni enn so. Onkur býr í Amerika, og tá hon hevur fingið greiði á, hvør tann ommudóttirin er, veit hon eisini at siga, at maðurin er amerikanari. Jú. hon fylgir við, hóast aldurin er høgur, og okkurt rímiligvís fer framvið uttan at verða skrásett í fyrsta umfari.


Familjukær er hon

Men eingin er farin aftur til Eiðis kortini, heldur hon.

»Tað fall ikki í teirra lut«.

Men eiðisfólk er hon kortini, hóast tað nærkast øldini, síðan hon fór av Eiði. Tað er ikki bara málið, sum sigur frá upprunanum. At heimbygdin ikki er gloymd, vitna myndirnar á vegginum um. Málningar av Eiðisbygd í fyrra parti av øldini. Ein av húsunum í Skorini og grannahúsunum. Og so ein fotomynd av pápanum, Jógvani í Skorini. Staddur í kava Uttan fyri Garðar, í hettu og koti við fjallstavi í hond og seyðafylginum rundan um seg.

Tað gleðir Onnu Sofíu, at ein skyldmaður í triðja ættarliði hevur keypt húsini í Skorini og nú við familju býr aftur á gamla staðnum.

Nei, Anna Sofía hevur ikki hugsað nakað serligt um at gerast 100 ára gomul. Tað kemur bara av sær sjálvum hjá tí, sum livir so leingi, heldur hon.

Anna Sofía letur væl at, at hon fær nógva vitjan. Hon býr hjá eini dóttir, sum arbeiðir úti, so har verður hugt inn upp á skift.

Men tað gera tey sanniliga eisini uttan eftir vaktarskipan. Og nógv eru jú til, so tað trýtur ikki við vitjanum.

»Eg vóni, at tað kemur nógv fólk í føðingardag, nú eg fylli 100,« sigur Anna Sofía.

Tað munnu tað fara at koma, heldur Thurid, dóttirin, sum hon býr hjá. Avgjørt er at halda dagin í samkomuhúsinum Hebron á Argjum hósdagin tann 16. mars klokkan 18.

»Hvat skammin skulu tit fara út við mær til«, er Anna Sofía so knøpp at viðmerkja. »Tað er vanligt at taka í móti gestum heima,« flennir hon, men skilir tó væl, at hendan dagin kann rúgvan væntast at gerast so mikið stór, at húsarúmdin í Bakkagøtu fer at ganga undan, hóast hjartarúmið er stórt.

Myndamaðurin tekur nakrar myndir av føðingardagsbarninum, áðrenn farið verður avstað aftur. Anna Sofía tekur í armin á undirritaða og minnir á, at eg endiliga má koma í føðingardag.

Eina hjartaliga heilsu fáa vit við á vegnum við ynski um, at vit mugu fáa tað gott, meðan vit liva.

Jú, tað ber bert til at ásanna, at her sitir ein nøgd kvinna, sum hevur nátt aldri, sum bert teimum fæstu er untur, og samstundis hevur fingið í lut altíð at vera nøgd við tað, sum hendi.