Eg hevði viljað gjørt eina bjarging

Tað var trupult at hoyra nakað fyri teimum 60.000 áskoðarunum. Hann heldur, at hann skuldi havt rakað sær áðrenn dystin. Og telefonin hjá honum gløddi eftir dystin. Les her, hvussu fyrsti føroyski fótbóltsspælarin í Premier League upplivdi stóru løtuna leygardagin, og les eisini hvat venjarin segði við Gunnar Nielsen, tá hann skuldi á vøllin

Leygarkvøldið hendi tað so endiliga! Ein føroyskur fótbóltsspælari spældi á fyrsta sinni í dysti í Premier League – ensku fótbóltskappingini, sum verður roknað sum tann sterkasta í heiminum.
Tá dysturin á Emirates Stadium í London ímillum Arsenal og Manchester City var 70 minuttir gamal, tveitti málmaðurin hjá Manchester City, Shay Given, seg og meiddi sær økslina. Beinanvegin tað gjørdist greitt, at skaðin var álvarsamur, leitaðu upptøkutólini á bonkin hjá Manchester City upp og niður fyri at finna hendan vælsignaða Nielsen, ið nú skuldi kastast fyri leyvurnar, just sum Arsenal væntandi fór at leggja stóra trýstið á Manchester City.
Tað gekk bara ein løta, so stóð hann har. 193 sentimetrar høgur, eitt sindur frísutur og órakaður í gulu málmanstroyggjuni við 37-talinum á rygginum. Andlitsbráið á hesum unga manninum vísti tó, at tað skal meiri enn eitt fullsett Emirates Stadium til fyri at ræða hann.
Løtu seinni kom so løtan, ið fótbólts-Føroyar hava bíðað so leingi eftir. Eftir eina stutta samrøðu við venjaran, Roberto Mancini, rennir Gunnar Nielsen inn á vøllin sum tann fyrsti føroyingurin í Premier League nakrantíð!
- Fyrst hugsaði eg, um Shay Given bleiv klárur aftur ella ikki. Síðani hugsaði eg, er tað nú? Eg fór so at hita upp og rann eitt sindur aftur og fram. Sum tíðin gekk, sá tað meira og meira út sum, at skaðin var álvarsamur. Síðani róptu allir á bonkinum eftir mær, og søgdu at eg skuldi inn, sigur Gunnar Nielsen um løtuna, áðrenn hann kom inn.

60.000 hugdu eftir mær
Hetta er fimtu ferð, at Gunnar Nielsen er við í hópinum hjá Manchester City. Fyrstu ferð var í FA Cup ímóti Scunthorpe. Hinir hava allir verið í Premier League. Fyrst á útivølli ímóti Burnley, síðani á heimavølli ímóti Birmingham og Manchester United og so nú ímóti Arsenal.
- Sjálvandi var eg spentur, men eg hevði fyrireikað meg væl áðrenn dystin. Eg legði sjálvandi merki til, at hetta var stórt, men eg segði bara við meg sjálvan, at eg skuldi verða fokuseraður og gera eitt ordiligt arbeiði. Eg var so róligur, sum tú eina ferð kann verða í eini slíkari støðu, sigur Gunnar um løtuna, tá tað gjørdist greitt, at hann skuldi inn.
Gunnar var róligur, tá hann kom á vøllin. Tað sást ikki á honum, at hetta var fyrsti dysturin hjá honum í Premier League.
- Stemningur á vøllinum var ógvuliga intensur, og tað var trýst á. Har sótu 60.000 áskoðarar og hugdu eftir mær, tá eg kom inn, men eg var øgiliga fokuseraður og royndi bara at hugsa um dystin, sigur Gunnar.

Ringt at hoyra nakað
Gunnar fekk beinanvegin høvi at royna seg, tí Arsenal hevði hornaspark, tá hann kom inn. Tvær tær fyrstu avbjóðingarnar hjá Gunnari vóru tvey innlegg úr høgru síðu. Tað fyrsta loftaði hann væl, og tað seinna sló hann upp um tvørstongina. Eisini boksaði hann væl burtur, tá Arsenal sendi fríspark innfyri úr vinstru.
- Eg helt at tað gekk fínt. Tað, sum eg hevði at gera, tók eg mær av, so eg eri sum heild væl nøgdur við innsatsin, sigur Gunnar um avrikið hjá sær teir 22 minuttirnar, hann var á vøllinum.
- Tað er ringt at hoyra nakað á vøllinum, men vit fingu sagt tey týdningarmiklastu tingini við hvønn annan. Eg venji fast við hesum monnunum, so vit høvdu ongar trupulleikar við at skilja hvønn annan, sigur Gunnar.
Tá tíðin var farin átta minuttir út um vanliga leikið, bríkslaði dómarin, Mike Dean, dystin av.
- Eg hevði gjarna viljað havt eina bjarging, men tað var eisini ein lætti, tá hann bríkslaði av, tí nú hevði eg hildið nullið í fyrsta dystinum. Tað var ein ótrúlig gleði, eg kendi á mær eftir dystin, sigur Gunnar um seinasta bríkslið í dystinum.

Venjarin gav ráð
Beint áðrenn Gunnar fór á vøllin, fór venjarin, Roberto Mancini, yvir til Gunnar og gav honum nøkur góð ráð við á vegnum.
- Hann segði bara, at eg skuldi taka tað róligt og vera róligur við útspørkunum og tryggja mær, at liðið var komið fram á vøllin, áðrenn eg sparkaði út. Tað var tað, hann segði við meg, og so fór eg inn á vøllin, sigur Gunnar um ráðini, hann fekk frá Roberto Mancini.
- Teir vóru sjálvandi glaðir mina vegna og fleiri komu yvir at ynskja mær til lukku. Bæði spælarar, liðleiðarar og venjarar, tað var stuttligt, sigur Gunnar um stemningin eftir dystin í skiftirúminum.
- Tað var sjálvandi annarleiðis hesa ferð. Tá eg líka hevði fingið eina løtu fyri meg sjálvan, so dugdi eg væl at síggja, at hetta var stórt. At fáa debut á einum fullsettum Emirates Stadium ímóti Arsenal, ið einum týdningarmiklum dysti er stórt, sigur Gunnar um kensluna at seta seg í leikarabussin eftir dystin.

Telefon gløddi
Tað er nógv, ið hava ynskt Gunnari til lukku við fyrsta dystinum.
- Telefonin hevur kimað líka síðani dystin. Tað var líka við, at telefonin brann saman ta einu løtuna. Fólk hava ringt og skrivað sms og ynskt mær til lukku, so tað er bara skeg, sigur Gunnar.
Eftir dystin fekk Gunnar eitt avrit av dystinum heim við. Men hvussu kennist tað at síggja seg sjálvan spæla í Premier League?
- Tað var ein undarligt kensla. Tað var løgið, men av tí at eg visti, at eg hevði klárað meg væl, so var tað ikki so ringt. Tað er ikki rættiliga gingið upp fyri mær enn, men tað var kul at síggja meg sjálvan í sjónvarpinum. Men hevði eg vitað, at eg kom inn í dag, so hevði eg rakað mær áðrenn dystin, sigur Gunnar við einum brosi.

Friedel ynskti til lukku
Fyrsti málmaðurin hjá Manchester City, írin Shay Given, var smáskaddur í vikuni upp undir dystin og fekk ikki vant við fullari ferð.
- Hóast Shay Given hevur verið skaddur í vikuni upp til dystin, var tað alltíðina ætlað, at hann skuldi spæla leygardagin. Hann meiddi sær økslina, tá Paul Scholes skoraði ímóti okkum seinasta vikuskifti, og hevur tí ikki vant eina fulla venjing síðani tá.
Og Shay Given stóð í málinum, men hann meiddi seg álvarsliga í økslina í einari bjarging 20 minuttir fyri leiklok.
Sum støðan er í løtuni, skal Gunnar verja málið hjá Manchester City, tá Aston Villa komandi vikuskiftið kemur á vitjan. Í málinum hjá Aston Villa stendur Brad Friedel, ið var málmaður saman við Gunnari í tíðini í Blackburn.
- Um tað verður støðan, so verður tað ordiliga skeg. Brad Friedel hevur lært meg nógv, og hann hevur longu skrivað til mín og ynskt mær til lukku. Tað hevði verið spennandi, men undir dystinum hevði eg nokk ikki hugsað so nógv um tað. Heldur áðrenn og aftaná, sigur Gunnar um møguleikan at hann skal spæla ímóti Brad Friedel.
- Nú hava vit frí í tveir dagar, og so venja vit annars sum vanligt upp til dystin um vikuskiftið, sigur Gunnar at enda um skránna komandu vikuna.
Eftir standa vit so við einum nýggjum kapituli í føroyskari fótbóltssøgu. Vit hava endiliga fingið ein føroyskan spælara í Premier League, og tað er nú prógvað, at tað ber til at koma úr Føroyum og røkka langt – ótrúliga langt!
trondur@sosialurin.fo

Koyrdu í toki
Gunnar Nielsen sigur soleiðis um fyrireikingarnar til dystin á Emirates leygarkvøldið:
- Vit vandu fríggjadag á døgurða og fóru so við toki til London, har vit fóru beint á gistingarhús. Vit fingu ein bita og fóru so í song. Morgunin eftir svóvu vit leingi. Tað var upp til tann einastaka, um hann vildi hava morgunmat, og so fóru vit ein gongutúr eftir døgurðatíð. Klokkan tvey fingu vit so »pre match meal« og fóru síðani á taktikfund, áðrenn leiðin gekk á stadium.