Einaferð var sovorðið kavarok, at maskinførarin, sum ruddaði kavan fyri Landsverk, kom úr gravkúnni og spurdi hana, um hon visti, hvar tey vóru.
Einaferð var so harður stormur, at eitt stórt skip varð tikið av hvirlunum og upp á land á Trongisvágsfirði.
Og einaferð varð so kavsvart í mjørka, at ein bilur rætt og slætt varð steðgaður mitt á vegnum, tí førarin tordi ikki at koyra víðari.
Hetta eru bara trý av teimum mongu minnunum, frá arbeiðslívinum Jonhhild Bech í Porkeri, sum fara at fylgja henni í nógv ár.
Er tað nakar, sum er fegin um, at Hovstunnilin nú er liðugur, er tað hon.
Tey munnu vera ógvuliga fá, sum hava koyrt so leingi um Hovsegg, sum Jonhild Bech.
Hon er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur seinastu 35 árini arbeitt á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Ellis-og Røktarheimi og øll hesi árini hevur biltúrurin upp um Hovsegg til og frá arbeiði verið ein fastur táttur í hennara gerandisdegi.
- Tað hava verið nógvir túrar um Hovsegg tilsamans og tað hava eisini verið nógvir ringir túrar.
Ongantíð verið bangin
Tað, sum hevur gjørt tað serliga óunniligt at koyra hetta vegastrekkið í ringum líkindum, er, at talan er um einsporaðan veg og nógvastaðni er brattlendi og onkustaðni er enntá snipst niðurfyri, tí vegurin er høgdur inn í hamaran og nógvastaðni er langt oman á slætt. Onkustaðni hava heldur ongar bilaverjur verið framvið vegnum, bara stabbasteinar.
Hon hevur fyri ein stóran part arbeitt í kvøldvaktum og sostatt hevur hon mangan koyrt til hús heilt seint á kvøldið, ella tíðliga um náttina, tí næstan ongin onnur ferðsla hevur verið.
Og sostatt hevur hon verið mestsum einsamøll uppi ímillum fjøllini og av tí sama hava heldur ikki verið nøkur serlig útlit fyri, at nakar skuldi koma til hjálpar við tað fyrsta, skuldi nakað hent.
Her skal sjálvandi eisini havast í huga, at øll tey fyrstu nógvu árini vóru heldur ongar fartelefonir.
- Men tað hevur gingið serstakliga væl og tað er ongantíð hent nakað, uttan einaferð, eg gleið av vegnum, men tað var í Øravíkarlíð, har tað er bygt.
Tá kom hon at hanga í eini stiki og tað hendi onki.
Eina aðru ferð datt ein steinur í hamrinum á Hovsegg, niður á hjálmin á bilinum, men hann var ikki stórur og gjørdi ikki stórvegis skaða.
Jonhild hevur havt góðar nervar, tí hóast nógvir túrar hava verið ógvuliga ringir, sigur hon, at hon hevur ongantíð verið bangin.
- Eg havi koyrt í øllum veðri, men eg havi ongantíð verið bangin, heldur ikki tá ið talan hevur verið um at leggja á fjøllini í stormi og kavaroki seint á kvøldið ella um náttina.
Men hon leggur dent á, at hon hevur eisini alla tíðina lagt dent á, at hava ein góðan bil, sum hevur ligið væl á vegnum.
Her skal kortini leggjast afturat, at av tí, at hon hevur arbeitt nógv á náttarvakt, hevur hon eisini havt frídagar inn ímillum og tað er sostatt ikki hvønn dag, hon hevur koyrt um Hovseggina.
Men kortini munnu tað vera ógvuliga fá, sum hava koyrt um Hovseggina í eitt so langt áramál, sum hon í arbeiðsørindum.
Vitsti ikki, hvar hann var
Bara eina ferðina øll hesi árini er hon setst aftur fyri veður, men tá var so nógvur stormur, at tað var ikki hugsingur um at fara til arbeiðis.
Og tað er eisini bara eina ferð, at tað er hent, at hon hevur vent aftur.
- Tað var sjálva jólaaftan tað eina árið, at eg skuldi heim frá arbeiði, men tá var onki at gera enn at venda aftur og tá setti eg upp í Øravík.
Hon sigur, at tað var av allarringasta kavaroki og tað var so tjúkt, at vit mistu orienteringina og vistu ikki akkurát, hvar vit vóru stødd.
- Vit komu fram ímóti eini gravkúgv hjá Landsverki, sum ruddaði kava. Vit vóru tveir bilar í fylgi á veg suðureftir, men nakað norðanfyri skarðið á Hovsegg, var so vánaligt síni, at maskinførarin í gravimaskinuni kom út at spyrja okkum um vit vistu, hvar vit vóru stødd nú, tí eisini hann hevði mist orienteringina og visti ikki akkurát, hvar hann var staddur.
Jonhild sigur, at ta ferðina var so nógv rok, at tað reyk í aftur, so hvørt, sum grivið varð.
- Tí gjørdu vit at av venda við og so fóru vit oman til Øravíkar, har vit settu upp.
Har vóru tey í nakrar tímar, tá hevði hann makað veðrið nakað og so løgdu tey á aftur, og tá komu tey fram til húsar í øllum góðum.
- Men tað var bara suður til Porkeris at venda, tí eg skuldi aftur til arbeiðis og fór so avstað aftur norður á Tvøroyri seinni um dagin.
Tordu ikki at koyra
Ein túrur, hon minnist serliga væl, var í einum stormi eina náttina mitt í áttatiárunum.
- Tað var so nógvur vindur, at stóra skipið, Cockrow, varð tikið av hvirlum og fór á land í Trongisvági.
- Arbeiðsdagurin var liðugur beint fyri midnátt eftir ein kvøldvakt, men tað var kolandi stormur og streymurin var farin, so tað var eisini bølamyrkt. Eg hevði ein starvsfelaga við mær, sum ikki tordi at koyra sjálv, men vindurin var so nógvur, at eg hættaði mær ikki á fjøllini beinanvegin. Tískil bíðaðu vit eina løtu til eg helt, at hann hevði makað vindin og so hildu vit avstað aftur. Tað var eitt øgiligt trýst á bilin alla tíðina av vindinum, men sum allar hinar ferðirnar, gekk eisini hendan ferðin væl.
Jonhild sigur, at sjálvandi er torført at koyra í stormi og kavaroki. Men tað ringasta heldur hon vera at koyra í mjørka, sum ofta liggur so kavsvartur um Hovseggina.
Serliga hesi seinastu árini, tað eru blivnir fleiri og fleiri lastbilar og treylarar, hevur mjørkin verið ein stórur trupulleiki.
- Tað kann vera sera torført, tí møta vit so einum lastbili, mugu vit bakka til eitt víkipláss, tí vegurin hevur bara eitt spor. Og tað var mangan lættari sagt enn gjørt, tí ofta vóru fleiri bilar í hølunum í hvørjum øðrum og tað kundi elva til, at tað typtust, tí øll eru ikki líka køn og álvulig í at bakka í vánaligum umstøðum.
Ta einu ferðina, tað var myrkt og harafturat so svart í mjørka, at tað sást ikki fram um nøsina, noyddist Jonhild brádliga at bremsa á Eggini, tí ein bilur stóð frammanfyri henni mitt á vegnum.
- Tað vóru nakrir ungir mans norðaneftir, sum rætt og slætt høvdu steðgað bilinum mitt á vegnum, tí teir tordu ikki at koyra longur og tað var so svart í mjørka, at teir høvdu ikki ánilsi av, hvar teir vóru.
- Eg fór so inn á eitt víkipláss og vegleiddu teir í at koyra víðari, so eisini tað spældi væl av.
Ikki veður hjá konufólki
Hon sigur, at bara einaferðina øll hesi árini hevur hon avlýst at fara til arbeiðis, tí tað var útideyðaveður.
- Eg skuldi á kvøldvakt, men tað var sovorðið kavarok, at eg helt, at eg skuldi bara fara við Bygdaleiðum, tí eg helt, at tað vóru óráð at koyra og Landsverk var eisini í ferð við at stongja vegin, tí veðrið var so ringt.
Men bussurin kom heldur ikki oman til Porkeris, tí hann var fullur av fólki frammanundan.
- Eg ringdi so til bussføraran, men hann helt ikki, at tað vóru líkindi hjá konufólki at fara á fjøllini hendan dagin.
Ein annar trupulleiki, sum av og á hevur gjørt tað torført at koyra á gamla Hovsvegnum, er skalvalop.
- Einaferð fyri nøkrum fáum árum síðani leyp ein stórur skalvur oman á vegin á Hovseggini og tá varð vegurin stongdur í einar fimm dagar, so ta ferðina lá eg veðurføst alla hesa tíðina. Ímeðan veðurin varð stongdur, varð Smyril settur í sigling ímillum Vág og Tvøroyri.
Eina aðru ferð leyp aftur skalvur á vegin, men hann var ikki størri enn so, enn at tað tók ikki meiri enn nakrar tímar at grava vegin aftur.
- Tá var onki at gera, uttan at venda við og tá fóru vit oman til Hovs at fáa okkum ein kaffimunn.
Men hóast nógvir túrar hava verið fúlir, hava tað sanniliga eisini verið nógvir fantastiska vakrir túrar í dýrdarveðri, bæði í sól um dagarnar og í mánalýsi um næturnar, sigur Jonhild.
Ein øgiligur lætti
Hon fegnast sostatt almikið um, at Hovstunnilin nú er komin.
- Eg fari kanska ikki so nógva gleði av tunlinum, tí nú eri eg komin upp í árini, at tað verður avmarkað, hvussu leingi eg brúki hana afturat - í arbeiðsørindum í øllum førum. Men hann verður ein øgiligur lætti hjá teimum, sum eftir okkum koma.
Jonhild Bech ivast ikki í, at tunnilin fer at binda Suðuroynna meiri saman og at styrkja samanhaldið í oynni.
- Tað eru mong, sum hveppa seg við at koyra um Hovsegg ella sum rætt og slætt ikki tora at koyra, tá ið ivalíkindi eru, so hetta vegastrekkið hevur tarnað nógvum fólki at liva og virka, sum tey vilja. Tí væntar hon eisini, at tað fer at vera meiri koyring ímillum syðru og norðaru helvt í oynni, enn tað hevur verið.
- Nú er bara at koyra fram eftir sløttum allan vegin og tað mesta av farleiðini er heilt niðri við sjógvin, so tað sparir uttan iva eisini nógv brennievni. Nú er vegurin eisini tveybreytaður allan vegin, so tað slepst undan at halda av í heilum.
- Sostatt er Hovstunnilin eitt ógvuliga stórt framstig, sum fer at gera tað nógv lættari og nógv skjótari at koma fram, sigur Jonhild Bech.