Tað var ein sangleikur á Strondum fyri góðum 20 árum síðani, sum av fyrstan tíð flutti Elis Poulsen frá at verða plátuvendari í Útvarpinum til at gera innsløg og at práta við fólk.
Elis hevði í oktober í 1989 fingið fótin inn um í Útvarpinum. Hann gjørdi eina leygarkvøldssending, har hann spældi blandaðan tónleik, og nakað seinni var brúk fyri honum til at dekka ein sangleik á Strondum.
- Eingin var at fara til Strendur, og tí spurdi Jógvan Arge, sum tá var programleiðari, meg, um eg ikki kundi fara og gera eitt innslag um leikin. Eg ivaðist eitt sindur, men fór so avstað. Tað bleiv so til eitt innslag í mínari sending, og har byrjaði útvarpsarbeiðið hjá mær av álvara, sigur Elis Poulsen.
Seinni gjørdist hann feriuavloysari á lurtarasendingini Lurtararnir og vit, og síðani hevur hann ikki verið til at steðga. Hann hevur gjørt vælumtóktar sendingar sum Máltráðin, Á Tónatingi, Frívaktina, Millum Fjals og Fjøru, Hvat nú?, Upp Á Tá og aðrar. Hann hevur eisini verið íðin at dekka summarstevnur, og hann hevur verið fastur reportari á ólavsøku í nógv ár.
Duga at fóta sær
Ein felagsnevnari fyri sendingarnar hjá Elis Poulsen hevur verið, at hann hevur havt nógv og tætt samband við lurtararnar hjá sær. Hann hevur tosað við fólk, sum hava ringt inn til Útvarpið, og hann hevur ferðast land og ríki runt við mikrofonini.
- Mær hevur altíð dámt væl at tosa við fólk, so hetta hevur passað mær sera væl. Men tá ið tú hevur eina sending sum Máltráðin, har fólk ringja inn, so skalt tú eisini duga at lofta tær, tí fólk kunnu tosa um bæði eitt og annað. Einaferð ringdi ein maður inn og fortaldi mær, at konan hjá honum júst var deyð. Tá ræður um at duga at fóta sær, men eg havi verið í so nógv vási, so eg haldi meg hava dugað væl at takla óvæntaðar støður, sigur Elis Poulsen.
- Eg var helst tann fyrsti at lata menningartarnað fólk ringja inn til Útvarpið, og eg eri ógvuliga glaður fyri, at tey eisini eru sloppin at tosa í Útvarpinum. Tey skulu eisini hava ein møguleika at luttaka í samfelagnum og í miðlunum.
Kreppan var krevjandi
Í truplu krepputíðunum í Føroyum í 1990’unum royndi Elis veruliga at verða ein positiv rødd í miðlalandslagnum.
- Øll tíðindi vóru negativ, tí tað gekk so illa í Føroyum. Fyritøkur fóru á heysin, fólk mistu arbeiði, og nógv høvdu tað ógvuliga strævið fíggjarliga og menniskjaliga. Tá royndi eg veruliga at geva fólk ein góðan og positivan tíma gerandismorgnar. Eg royndi at lúka tað negativa burtur og fokusera uppá tað positiva. Hetta var ein sera strævin tíð, men eg fekk at vita, at fólk vóru glað fyri at hava eina positiva løtu í Útvarpinum.
- Men at eg royndi at verða glaður og positivur í útvarpinum hevði við sær, at fólk eisini ringdu til mín privat. Eg minnist eina familju, har mamman ringdi, tí dóttirin hevði mist arbeiði, og innanfyri stutta tíð høvdu eisini hon og maðurin mist arbeiði. Tað vóru nógvar samtalur um kvøldarnar og eisini um náttina onkuntíð, og tað gekk eitt sindur út yvir privatlívið, greiðir Elis frá.
Hóast hann hevur verið almennur persónur í nógv ár, og nógv fólk kenna hann frá miðlaarbeiðnum, so hevur hann fyri tað allarmesta bert havt góðar upplivingar av at hitta fólk uttan fyri arbeiðstíð.
- Okkurt keðiligt hevur verið, men tað er blivið burtur í øllum tí positiva, eg havi upplivað. Eg minnist í grundini bert eina keðiliga hending. Tað var í SMS einaferð, har ein maður gav mær ein flatan undir vangan orsaka av onkrum í útvarpinum. Men annars havi eg næstan bara upplivað blíð og fyrikomandi fólk, og tað hevur verið framúr at vitja kring landið í útvarpsarbeiði, tí eg havi fingið sera góða móttøku allastaðni, sigur Elis Poulsen.
Eingin morgungron
Elis Poulsen er kendur sum tann glaði útvarpsmaðurin, sum altíð roynir at finna okkurt positivt við tí, hann fæst við. Tónin er lættur og frískur, og hóast hann hevur verið útvarpsmaður í meira enn 20 ár, er hann framvegis kendur sum tann positivi verturin og reportarin.
- Tað liggur eitt sindur til familjuna at verða í góðum lag. Mamma mín var altíð positiv, og eg kenni ikki sjálvur til at hava morgungron. Eg eri glaður fyri hvønn dag, eg vakni, og hóast veðrið ikki altíð er tað besta, so takki eg Gudi fyri hvønn dag, eg fái, sigur Elis Poulsen.
Fólk hava stundum spurt hann, hvussu hann kann ljóða so positivur, hóast hann sjálvur eisini hevur havt tað tungt. Millum annað var dóttir hansara álvarsliga sjúk í fleiri ár.
- Tað var sjálvsagt hart fyri okkum, tí í grundini fingu vit deyðadómin handaðan, men dóttirin var lívsglað og hevði mót, og tað gjørdi tað eisini møguligt hjá mær at verða positivur í mínum arbeiði. Eg rokni við, at tað hevði bara gjørt ilt verri, um eg hevði mist mótið og gjørdist keddur. Dóttirin fekk góða viðgerð, og nú er hon frísk og hevur tað gott, sigur Elis.
Fær fólk at dansa
Elis Poulsen er kendur bæði heima og burturi fyri sínar sendingar við norðurlendskum dansibandstónleiki. Í løtuni eitur sendingin hjá honum Upp Á Tá, men aðrar sendingar hava verið ígjøgnum árini. Dansibandstónleikurin er nakað, sum Elis veruliga brennir fyri.
- Lættur norðurlendskur dansibandstónleikur fær fólk í gott lag, og hann fær fólk at dansa. Og at dansa er ítróttur og fimleikur. Tað er gott fyri kroppin og fyri sinnið at dansa, og eg frætti nógv frá fólki kring landið, sum taka seg saman at dansa, tá ið Upp Á Tá er í luftini. Fólk dansa heima, og nú hittast fólk eisini í bygdarhúsum til dans, sigur Elis Poulsen.
- Dansur hevur fyrr verið samantvinnaður við full fólk, men soleiðis er als ikki longur. Tað er stórur munur á, hvussu fólk eru fyri, tá ið tey dansa nú á døgum og fyrr. Ein stórur partur kemur í dans fyri dansin skyld, fyri at hugna sær, og ikki fyri at drekka seg full, sigur Elis Poulsen.
Farna vikuskiftið vitjaði kongurin innan dansibandstónleik. Christer Sjøgren í Føroyum, og Elis Poulsen fegnast um, at tað bar til at fáa hann til Føroya at syngja.
- Seinnu árini hava nógvir norðurlendskir dansibólkar vitjað í Føroyum, og nú umsíðir kom tann størsti innan fyri hesa sjangruna til Føroya. Tað var eitt stór uppliving fyri mong, sigur Elis Poulsen.
Eftir meira enn 20 ár í útvarpinum, er hann framvegis hugaligur í arbeiðnum og hevur hug at halda fram.
- Dansibandssendingarnar kann eg í øllum førum gera inn í aldurdómin, sigur hann við einum smíli.