Hesa myndina hevur chatgbt gjørt fyri okkum av fólki, sum við hjálp frá chatbottum velja í Hollandi

Holland ávarar ímóti at brúka chatbottar á valstøðunum

Vitlíki og chatbottar sum ChatGPT geva "óálítandi og púra skeiv" svar, um tey verða brúkt til at finna útav, hvørjum tú skalt atkvøða fyri á einum vali.

Hesa myndina hevur chatgbt gjørt fyri okkum av fólki, sum við hjálp frá chatbottum velja í Hollandi

Tað heldur í øllum førum hollendska dátueftirlitið, AP, sum ávarar ímóti at brúka tær til tjóðartingsvalið, sum verður í næstu viku í Hollandi, skrivar The Guardian.

Myndugleikin hevur roynt fýra chatbottar, og teir "leggja ofta upp til somu tveir partar, uttan mun til hvønn spurning ella skipan brúkarin skrivar inn", stendur í fráboðanini.

Sambært niðurlendska myndugleikanum leggja chatbottarnir oftast upp til teir ekstremu vinstravendu flokkarnar og sjáldan teir í miðjuni.

- Vit ávara tí ímóti at nýta vitlíki og chatbottar til atkvøðuráðgeving, tí teirra funktión er ógreið og trupul at staðfesta, sigur stjórin í myndugleikanum, Monique Verdier.

 

 

Hesa myndina hevur chatgbt gjørt fyri okkum av fólki, sum við hjálp frá chatbottum velja í Hollandi