Eg kann ikki annað enn at fegnast stórliga

Leingi sá út til at slóðbrótandi ætlan hjá vágbingum var púra miseydnað, men nú kom gongd á – og nógv størsti veitari er ein stórur grunnur

 

– Eg kann ikki annað enn at fegnast stórliga. Tað sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

 

Sum fyrsti almenni stovnur í heiminum, gjørdi Vágs Kommuna  at endurfíggja eitt lán hjá kommunini við hópfígging. Tað merkir, at tað stendur øllum frítt fyri at vera við í at fíggja eitt lán til Vágs kommunu og tað er Suðuroyar Sparikassi, sum stendur fyri ætlanini.

 

Talan var um eitt lán upp á 29 milliónir krónur og minsta innskotið er 200 krónur, og hvørt innskot kann í mesta lagi vera 500.000 krónur.

 

– Sostatt er ætlanin í roynd og veru, at tað verða borgararnir í samfelagnum, sum læna kommununi pengar og hetta er fyrstu ferð í verðini, at ein almennur stovnur brúkar hendan møguleikan, sigur Søren L. Bruhn.

 

Hjá teimum, sum seta pening í, er fyrimunurin, at tey fáa 0,45 prosent í rentu, og tað er meiri enn tey fáa í einum banka. Hetta gevur vanligum fólki ein møguleika at fáa eina hægri rentu enn tey fáa í einum banka, sigur Søren L. Bruhn. Men hann sigur samstundis, at tað ber altíð til hjá  teimum at selja lánið aftur. Og lánið er púra trygt, tí ein kommuna kann rætt og slætt ikki fara á húsagang.

 

Leingi sá tað út til, at hetta fór at verða fullkomiliga miseydnað. Men seinastu tíðina er rættilig gongd komin á. Suðuroyarsparikassi hevði sjálvur sett nøkur lán í og onnur høvdu ikki fíggjað meiri enn 125.000 krónur av lániupphæddini upp á 29 milliónir.

 

Men síðani er gongd komin á av álvara og nú er fíggingin komin upp á 10,5 milliónir, tað eru 36 prosent av lánunum. Nú eru tað 96 boð tilsamans og av teimum hevur Suðuroyar Sparikassi 16 boð tilsamans upp á fimm milliónir. Tað merkir, at onnur, uttan fyri Suðuroyar Sparikassa, hava 80 boð og tilsamans hava tey lánt Vágs Komunu góðar 5,5 milliónir krónur.

 

Søren L. Bruhn sigur, at tey, sum hava lánt pengar, hava lánt alt frá 200 krónum, til nøkur túsund í part. Og størsti lánveitari er Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin, sum hevur sett 10 lán í upp á 500.000 krónur, ella fimm milliónir tilsamans.

 

Søren L. Bruhn sigur, at hann kann ikki annað enn fegnast um, at tað hevur gingið so væl í seinastuni, men hann vónar at tað koma nøkur boð afturat áðrenn fríggjadagin á miðdegi, tá ið umfarið endar.