Bygdafólkini eiga steypafinaluna

Við trivaligum heimasigri ímóti HB tryggaði Víkingur sær í kvøld pláss í steypafinaluni ímóti KÍ

Tað verður grannauppgerð á Tórsvølli leygardagin 5. september. Tá verður finalan í kappingini um løgmanssteypið. Hon verður ikki millum B36 og HB, men heldur verður talan um grannauppgerð millum feløgini báðu megin Leirvíksfjørð.

 

Í gjárkvøldið tryggjaði KÍ sær finalupláss í dramatiskum dysti á útivølli ímóti NSÍ, har tað var neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn KÍ tryggjaði sær møguleikan til at endurtaka steypafinalusigurin í fjør.

 

Og í kvøld var tað eingin ivi í Sarpugerði. HB vann fyrru finaluna 2-1, men í kvøld vundu víkingarnir burtur úr HB. Fyrr í ár hevur tað fleiri ferðir verið trupult hjá Víkingi at umseta málmøguleikar til mál. Soleiðis var tað ikki í kvøld – als ikki. Eftir fyrra hálvleik var Víkingur frammanfyri 2-0 og harvið samantalt 3-2, og eftir steðgin var talan um totala eyðmýking.

 

Tá ið tað restaðu 20 minuttir, var støðan 4-0, og tá hevði Víkingur havt góðar málmøguleikar at skora í hvussu so er trý og kanska fýra mál aftrat, meðan HB í seinna hálvleiki ikki spældi seg til nakran málmøguleika.

 

Spælið hjá heimaliðnum var staðfesting av, at felagið av álvara hevur funnið stevið, eftir at tað tey fyrstu nógvu umførini varð arbeitt við at menna liðið við fleiri nýggjum spælarum.

 

Undan steðginum var tað Jákup Johansen, sum eftir ein hálvan tíma og aftur fimm minuttir seinni skoraði málini. Og eftir steðgin var tað ein annar veteranur – superveteranurin Sølvi Vatnhamar – sum skoraði tvey mál. Í báðum førum var uppspælið gott, og í báðum førum var verjuspælið hjá HB ógvuliga lítið sannførandi.

 

 

 

Víkingur – HB 4-0 (2-0)

 

1-0: Jákup Johansen 30.

 

2-0: Jákup Johansen 35.

 

3-0: Sølvi Vatnhamar 68.

 

4-0: Sølvi Vatnhamar 71.

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

Víkingur samanstaldur vinnari við málmuninum 5-2