Heri Vík, Marius Thomassen, Margit Stórá, Evelyn Gaard, Suni Simonsen og Irdi Neshamar. Bina Reginsdóttir og Annika Helgadóttir Davidsen vanta á myndini.

Landsstýris­kvinnan hitti nýggja Ar­beiðs­um­hvørv­is­ráðið

Heri Vík, Marius Thomassen, Margit Stórá, Evelyn Gaard, Suni Simonsen og Irdi Neshamar. Bina Reginsdóttir og Annika Helgadóttir Davidsen vanta á myndini.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur í dag hitt nýggja Arbeiðsumhvørvisráðið.

Forkvinna í ráðnum er Evelyn Gaard, sum er tilnevnd av landsstýriskvinnuni eftir tilmæli frá Arbeiðsumhvørvisráðnum. Hinir limirnir eru:

 

  • Marius Thomassen, umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini
  • Irdi Neshamar, umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini
  • Heri Vík, umboð fyri arbeiðstakarafeløgin
  • Suni Simonsen, umboð fyri arbeiðstakarafeløgini
  • Bina Reginsdóttir, umboð fyri landið og kommunufelagið
  • Annika Helgadóttir Davidsen, umboð fyri starvsfólkini hjá landinum og kommununum

 

Umframt at heilsa upp á nýggja ráðið nýtti landsstýriskvinnan høvið til at tosa við ráðið um ætlanirnar fyri komandi tíðina. Landsstýriskvinnan ynskir at raðfesta arbeiðsumhvørvið í Føroyum og at arbeiða fram í móti einari nullhugsjón, tá ið tað snýr seg um arbeiðsvanlukkur. 

Arbeiðsumhvørvisráðið verður ein virkin og týðandi partur í arbeiðinum við at fremja eina nullhugsjón á føroyska arbeiðsmarknaðinum og skal vera við til at gera tilmælir og uppskot um, hvussu arbeiðið kann skipast, so málið verður rokkið.

Landsstýriskvinnan ynskir nýggja Arbeiðsumhvørvisráðnum blíðan byr í arbeiðinum og takkar fráfarna ráðnum fyri teirra íkast og arbeiðssemi seinastu árini.

 

Heri Vík, Marius Thomassen, Margit Stórá, Evelyn Gaard, Suni Simonsen og Irdi Neshamar. Bina Reginsdóttir og Annika Helgadóttir Davidsen vanta á myndini.