Góðu skótar, góðu áhoyrarar! Fyrst fari eg at takka fyri tann heiður, mær er sýndur, at halda Grækarismessurøðu her í høvuðsstaði okkara, og eisini fari eg at takka skótunum fyri, at tey so trúliga skipa fyri hesum haldi á hvørjum ári.
Árið 2009 er sermerkt í Havn, tí býurin hátíðarheldur 100-árið sum fólkavald kommuna. Nýggj lóg var í 1908 samtykt á danska ríkisdegnum, sum gjørdi Havnina til keypsstað, og fekk býurin harvið eisini fólkavalt býráð. Í 1908 fingu kvinnurnar í danska ríkinum kommunalan valrætt, og við hetta fyrsta býrásvalið í Havn, í november 1908, fingu kvinnur og ognarleys á fyrsta sinni rætt at velja og stilla upp. Eg havi ikki kannað, hvussu gekst við teimum ognarleysu, men hóast kvinnurnar fingu valrætt og valbæri í 1908, so gingu heili 46 ár, áðrenn fyrsta kvinnan, Malla Samuelsen, í 1956 tók sæti í býráðnum.
Árið 2009 er sermerkt í Føroyum, tí landstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur útnevnt hetta árið at vera eitt serligt rørsluár.
Tað er neyðugt, tí ov nógv okkara eru, sum ikki røra okkum nóg nógv. Í dag kunnu vit sita heima í sofuni framman fyri stóra flatskíggjan og fara sjónvarpstúr í náttúruni og hoyra fuglaljóðið, meðan CO2-útlátið frá elnýtsluni á sama skíggja osar út í loftrúmið. Ov lítil rørsla er m.a. ein av høvuðsorsøkunum til sjúkuna Diabetes, Typa 2. Tað er ikki vandamikið at gerast móður og troyttur av at røra seg, heldur tvørtutímóti, tað er gott og sunt fyri kroppin. Ítróttarfysiologurin, Magni Mohr, hevur ferð eftir ferð víst á, at vøddar okkara eru til fyri at verða brúktir, og tað skal helst vera gott, hugnaligt og stuttligt at brúka vøddarnar.
Merkistekin fyri fólkaframburði
Vit eru savna her á Vaglinum at heilsa tjaldrinum vælafturkomið til landið. Tjaldrið er tann fyrsti av heiðafuglunum, sum kemur, og kemur tað á Grækarismessu, verður sagt. Summi árini sæst tað nakrar dagar fyrr og sjáldan man tað verða seinni. Í ár vóru tey fyrstu tjøldrini sædd í Kirkjubø um 20. februar. Vit heilsa tjøldrunum vælkomin, tí sum Jákup Dahl, próstur, sigur í sanginum »Tjaldur ver vælkomið«: »Tú ber okkum boð um ein ljósari dag, at nú er brátt summar í hondum«.
Vit gleða okkum til summarið, vit fegnast, tí dagurin leingist og náttin styttist, vit gleðast, at hinir heiðafuglarnir koma, at seyðurin fer at lemba, at lív kemur í náttúruna og at land okkara klæðist í sín vakra summarbúna.
Tjaldrið verjir seg væl í náttúruni, serliga ímóti rovfuglum, eins og tað verjir aðrar heiðafuglar ímóti vandum, og man tað vera hetta, sum Nólsoyar Páll hevur havt í huganum, tá ið hann yrkti »Fuglakvæði,« har hann letur yvirvøldina vera rovfuglar, meðan almúgan er smáfuglar, og sjálvur er hann tjaldrið – »fuglin í fjørðuni við sínum nevi reyða« kvøða vit.
Jákup Jacobsen, doktari, sigur í bók síni »Poul Nolsøe – lívssøga og yrkingar«, at tjaldrið er í Føroyum út av hesum kvæði vorðið sum eitt merkistekin fyri fólkaframburði.
Nólsoyar Páll hevði verði úti og siglt, og hann varð komin víða um, hann hevði m.a. verið í Amerika, har niðursetimenn høvdu loyst frá bretska hjálandaveldinum og sett á stovn sítt egna ríki – USA (Sameindu statirnir í Amerika) – og hann hevði eisini verið í Fraklandi, har tann stóra kollveltingin hevði verið.
Effersøe og Baden-Powell
»Latið smáfuglar og heiðafuglar fáa frið« siga vit. Hetta hoyrdu vit sum børn, og hetta festi seg í minni okkara. Hesi orð eigur av fyrstan tíð Rasmus Effersøe, sum skrivaði tey fast í »Føringatíðindi«, blaðnum hjá Føroyingafelag, sum hann stjórnaði. Rasmus Effersøe var landbúnaðarrágevi, skald, polittikari, og ikki minst fuglavinur, og sigur hann í yrkingini :
»Heimið« at »okkum lærir jú tann fuglur villi; heimið er tað besta stað á jørð«.
Rasmus Effersøe var saman við Jóannes Paturssyni ein av oddamonnunum í føroysku tjóðaskaparrørðsluni, og »Føringafelag« nýtti tjaldursmerkið sum sítt merki, uttan iva við »Fuglakvæðinum« sum fyrimynd. Tá ið tað fyrsta føroyska dampskipið, »Føringur«, var á Havnini á Ólavsøku í 1890, handaði Føringafelagið skipinum eitt tjaldursmerki, sum kvinnurnar í felagnum høvdu seymað úr silkiklæði. Hetta tjaldursmerki er nú í varðveitslu á fornminnissavninum.
Rasmus Effersøe varð føddur í 1857, og sama árið var í Onglandi føddur drongur, sum fekk navnið Robert Baden-Powell. Baden-Powell var heryvirmaður í boarakrígnum í Suðurafrika. Hetta vóru harðir og sera blóðugir bardagar millum Ongland og boarar, sum eru eftirkomarar av niðurlendskum niðursetumonnum í Suðurafrika. Baden-Powell var í Suðurafrika nøkur ár eftir at bardagin var av. Heimafturkomin til Onglands íbirti hann skótarørsluna. Í 1907 skipaði hann fyri tí fyrstu skótaleguni fyri dreingir, tí í fyrstuni vóru tað bert dreingjaskótar, men skjótt komu gentuskótar eisini. Endamálið hjá Baden-Powell við skótarørsluni var, at hann vildi gera nakað fyri ungdómin, skótarørslan skuldi – og skal enn – »virka fyri góðum borgarafelagsskapi millum ungdómin, leggja gott í hann, venja hann at verða lýðin, at vera trúgvur av lyndi, at vera umhugsin móti øðrum, og í einum og øllum at verða góðir samfelagsborgarar«.
Tjaldrið er hótt
Tað var Sverri Patursson í Kirkjubø, sum heitti á Skótalið Sigmunds Brestissonar um at skipa fyri Grækarismessuhaldi og var fyrsta haldið í Havn Grækarismessudag í 1943. Skótarnir gingu skrúðgongu og á Vaglinum helt Sverri Patursson røðu um fuglalívið í Føroyum. Kvøldið eftir høvdu øll skótaliðini í Havn fund í Avhaldshúsinum, og eisini her helt Sverri Patursson røðu. Síðani hevur verið skipað fyri Grækarismessuhaldi á hvørjum ári. Nú verða Grækarismesshald hildin um alt landið, og tað er at frøast um. Sverri Patursson stendur í huganum hjá flestu føroyingum sum tann heiti verndarmaðurin fyri fuglalívinum í Føroyum.
Men hvussu leingi fara vit at hava tjaldrið at fegnast um og heilsa vælkomin til Føroyar?
Fuglavinurin Erik Mortensen sigur í Grækarmessuhugleiðingum í bløðunum, at nú missa vit tjaldrið. Hann heldur, at um 10-15 ár eru ongi tjøldur eftir her á landi. Erik, sum í eini fimti ár hevur gingið og gongur nógv úti í náttúruni, sigur, at tað koma næstan ongir tjaldursungar undan. Hann sigur, at fuglurin manglar føði. Orsøkin, sigur hann, er flatmaðkurin, sum helst er komin við innfluttari mold. Flatmaðkurin etur reyðmaðkin, sum er høvuðsføðin hjá tjaldrinum og hinum heiðafuglunum.
Eg kann als ikki ímynda mær Føroyar uttan tjøldur, so eg fari her at heita á landsins myndugleikar um at gera tað, sum gerast kann, um nakað kann gerast at beina fyri flatmaðkinum.
Doyr fuglurin, hvat er so eftir av okkara nátturu?
Út í náttúruna
»Hugsið globalt og handli lokalt«, so einføld var niðurstøðan í Brundtland-frágreiðingini seinast í 1980-unum, og sum varð viðgjørd á alheims fundi í Rio de Jaineiro í 1992. Nógv føgur orð vóru longu tá søgd, og øll vóru tá so sera samd um at fara heim at gera nakað munagott, eisini Føroyar vóru við á fundinum tá. Men lítið og onki er gjørt. Alheims útlátið av vakstrarhúsgassum bara veksur og veksur og hevur gjørt stórar broytingar í náttúruni, bæði á sjógv og landi; veðurlagið broytist, og avleiðingarnir eru ógvusligar. Eisini her hjá okkum merkjast broytingar. Vísindafólk hava nú í langa tíð rópt varskó og kravt, at broytingar verða gjørdar, so vit minka um CO2 útlátið, tí vit koyra móti eggini við stórari ferð. Nú mugu vit traðka á bremsuna, nú skal handlast, nú mugu vit øll hugsa globalt og handla lokalt. Í heyst verður stór ráðstevna í Keypmannahavn um hesi viðurskifti, og tað er mín vón, at komið verður til eina globala niðurstøðu og samtykt, sum kann gagna veðurlagnum og náttúruni sum heild.
At enda kann eg bara mæla okkum øllum at gera sum skótarnir: Farið út í náttúruna, njótið fuglasangin, meðan vit enn hava hann, gerið tað hugnaligt og stuttligt at vera úti, kappist um, hvør hoyrir flest fuglaljóð, hvør kennir flest blómur ella – sum eg havi hoyrt um – at onkur brúkar GPS-aran at gera loyndarkappingar úti í náttúruni við børnum sínum.
Men vælsignaðu tit øll: Sløkkið øll eltól, sum kunnu sløkkjast, áðrenn tit fara út, tí harvið minkað tit um CO2 útlátið, soleiðis kunnu vit m.a. handla lokalt.
Takk fyri, at tit lýddu á, og eg ynski tykkum øllum eitt gott summar!









