verður ruskplássið opið hvønn seinnapart. Í sambandi við umhvørvisvikuna, verður átakið ?Planta eitt træ?, har kommunan bjóðar áhugaðum fólki ókeypis pakka við plantum og trøum at seta niður í egnum urtagarði [...] barnagarðar, skúlar, skótar, ítróttarfeløg, og kanska onnur feløg við, taka eina hond í. - Rudda øll eitt sindur, fer tað veruliga at muna samanlagt, siga tey í býráðnum.
finna. Í fjør hendi tó nakað, sum at enda skuldi kosta bin Laden lívið. Sheikh Abu Ahmed ringdi til eitt av sínum sambondum, ið USA avlurtaði. Amerikanarar funnu nú Sheikh Abu Ahmed, sum óvitandi førdi teir [...] CIA nærkaðist bin Laden. Hann fekk fleiri uppskot um, hvussu USA kundi gera av við yvirgangsmannin. Eitt av uppskotunum var at bumba bygningin í spønir. Hetta dámdi honum ikki. Tá fór at gerast trupult [...] til, at Ronald Reagan vann lættliga á forsetavalinum beint aftaná. Skuldi tað eydnast Obama at fella bin Laden og á tann hátt prógva, at hann er ein harður hálsur, ið torir at taka avgerðir, ið byggja
hjá próstakonuni, sum var eitt gott fólk. Tey áttu tvey børn. Frida var ein vøkur genta, hon giftist niðri. Ernst las gudfrøði. Tað gekk ikki væl við honum. Hann fekk eitt gott prógv, og pápin hevði glett [...] kríggið búsetti hann seg í Havn og arbeiddi sum bøkjari. Hann var kallaður Lambabøkjarin. Hann var eitt sindur av einum originali. Hann var giftur, men tey áttu eingi børn. Hann og konan søgdu “tygum” við [...] eisini evni at skipa fyri og útvega mat til hesi stóru brúdleyp, har tað kundu vera hundraðir gestir. Eitt slíkt brúdleyp vardi í fleiri dagar. Umframt tað kundu gestirnir eisini liggja veðurfastur, tá ið
orðaskiftinum. Ein politiskur meiriluti hevur boðað frá, at eitt eyka tilfeingisgjald afturat í ár skal fáast burtur úr makrelkvotuni. Eitt sjónarmið er, at tilfeingisgjald er neyðugt fyri at fáa vinnuna [...] umstøður vinnan fer at hava at virka undir í framtíðini. Inntøkutrygdin Málið um inntøkutrygdina er eitt ræðandi dømi. Vinnan gekk við til at átaka sær at umsita og fíggja inntøkutrygdina við í mesta lagi [...] at vinnan afturfyri skuldi fáa betri og tryggari umstøður at virka undir. Hetta skuldi roknast sum eitt endaligt tilfeingisgjald, avmarkingarnar fyri landingum skuldu takast burtur, at heimaflotin skuldi
nakrar langtíðarsemjur millum politiskar flokkar, sum skulu kunna halda – eisini aftan á eitt løgtingsval. Hetta skulu vera avtalur, sum verða gjørdar so bindandi, at flokkarnir mugu siga [...] uppsagnarfreist, um tey broyta hugsan. Hóast slíkar avtalur – ella forlík, sum tað verður kallað eitt nú í Danmark – eru púra vanligar í øðrum londum, so er hetta nakað heilt nýtt í føroyskum [...] um vanliga smáligheitspolitikkin, sum bara gongur út upp á hjá einum andstøðuflokki at fella tað til eina og hvørja tíð sitandi stjórn. Tað tykist ikki vera ætlanin hjá Tjóðveldinum. Harafturat
politisku skipanini. Tí tørvar okkum eitt vaktarskifti nú, tað er okkara skylda at gera tað, segði Høgni Hoydal, sum tó viðgekk, at tað neyvan er meiriluti fyri at fella samgonguna. Tí mælti hann til, at [...] segði seg vóna, at løgtingið fær eina tveir mánaðir afturat. Hann helt, at september er eitt gott boð upp á at hava eitt løgtingsval. Jørgen Niclasen segði seg ikki duga at síggja nakran meirluta út frá o [...] vera til ásetta tíð 19. januar. - Men ber tað ikki til at finna semja, so haldi eg at september er eitt gott boð, segði hann. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, heldur fast uppá, at 19. januar er valdagurin
hann ikki risikerar, at eitt misálit frá honum enn einaferð endar við eini álitisváttan til løgmann. Men løgið tykist tað, at tað ikki skal bera til at reisa eitt misálit á eina samgongu [...] sum landsstýrið legði fyri tingið. Ta ferðina fekk spenta støðan andstøðuna at leggja fram eitt misálitisuppskot á løgmann. Men andstøðan, sum eftir øllum at døma hevði vónað, at onkrir [...] tingfólk av 33. Vit kenna væl øll tey góðu argumentini um, at so nógv góð mál liggja í tinginum, sum fella burtur, men tað skerst heldur ikki burt, at vit hava eina samgongu, sum als ikki er virkisfør. Vit
vinna seinastu tveir dystirnar. KÍF, sum er nummar tvey, hevur 28 stig. Kollfirðingar skulu bara hava eitt stig afturat fyri at tryggja sær sætið. KÍF og H71 spæla í ítróttarhøllini í Kollafirði í dag. Dysturin
ansa pumpingini hvønn dag (skipið hevði ikki lekar; men regnvatn kemur altíð í eitt træskip). Teir hava báðir gjørt eitt megnararbeiði, passa væl uppá skipið – og enttá gjørt ymiskt viðlíkahald, ið ikki [...] burturúr”! Vit fingu frá skilamonnun á Skála at vita, at tað máttu vit ikki loyva, tí Høganes er eitt 125-ára gamalt træskip, sum illa vildi tola landsynningin uttast á pierinum, har eisini er 8-9 m dýpi, móti [...] Eftir okkara metan eitt klokkuklárt mál fyri løgregluna; men hóast løgreglan fekk hetta greitt at vita, hevði hon ongan áhuga í málinum - heldur ikki hesaferð. Hetta er so aftur eitt stórt bakkkast fyri
javnleik á útivølli ímóti Tjaldri, tá liðini hittust síðst. VB kann við sigri fella Tjaldur, og tað man í sjálvum sær eisini vera eitt slag av góðari motivatión at hava við sær inn á vøllin. Triði dysturin [...] gera fortreð, tí samstundis sum Stjørnan ikki hevur verið so vælkoyrandi í síðstuni, megnaði StÍF eitt nú at vinna á Stjørnuni í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. Tann mest áhugaverdi dysturin er