Næsta vika er umhvørvisvika í Klaksvík og tá er ætlanin at fáa allar klaksvíkingar at rudda og hampa rundan um hjá sær sjálvum. Í hesum sambandi verður heitt á fólk um at rudda rundan um húsini og taka alt leyst órudd upp og at skilja tað, sum brennur, frá tí, sum ikki brennur.
Hóast øll vikan er umhvørvisvika, er tað serliga næsta leygardag, tann 14. mai, at tey ætla at fáa allar klaksvíkingar at fara til verka.
Leygarmorgunin frá klokkan 9 til klokkan 12 ber til hjá fólki at fara á fótbóltsvøllin eftir ruskposum, sum tey fáa ókeypis frá kommununi.
Í sambandi við ruddingarátakið verður ruskplássið opið hvønn seinnapart.
Í sambandi við umhvørvisvikuna, verður átakið ?Planta eitt træ?, har kommunan bjóðar áhugaðum fólki ókeypis pakka við plantum og trøum at seta niður í egnum urtagarði.
Tey, sum hava áhuga í hesum, skulu fara í møta í Miðluna í býráðshúsinum fríggjadagin 13. mai frá kl. 14, har útflýggingarseðlar verða at fáa.
Síðani fer býargartnarin at útflýggja plantupakkarnar leygardagin 14. mai ímillum klokkan 9 og 12 í kjallaranum undir áskoðaraskýlinum við fótbóltsvøllin.
Og í Klaksvíkar Býráði halda tey, at tað er avgerandi, at øll taka eina hond í.
Tey vóna eisini, at barnagarðar, skúlar, skótar, ítróttarfeløg, og kanska onnur feløg við, taka eina hond í.
- Rudda øll eitt sindur, fer tað veruliga at muna samanlagt, siga tey í býráðnum.