Hanna Einarsson
næstformaður
Vegna Felagið Høganes
Hettar hevur verið ein tung gongd, tó við vælvilja frá limun og onnun áhugaðum bleiv skipið Høganes sett í stand og hevur verið nýtt til nógv mentarlig tiltøk til fyri fáum árum síðan.
Tað at tiltøk blivu steðga, komst av at vit tey síðstu árini hava verið nógv plágað av herverki umborð á skipinum. Til dømis: við skúmsløkkjara, eldáseting, sundurknúsing av innbúgvi og streymsliti, soleiðis at skipið til tíðir er sokki við kajina har hon hevur ligið. Løgreglan hevur verið fráboðað fleiri ferðir. Enntá við innmelding av navngivnum persónum, ið hava gjørt herverk. Higartil hevur løgreglan á staðnum ikki rætt hond frá síðu til tess at steðga trupulleikunum ella við at taka og skuldseta tey seku.
Men Høganes hevur tó havt nógvar vinir, ið hvør á sín hátt hava gjørt sítt til at halda skipinum flótandi. Nógv hava tilsamans hjálpt til við ístandseting millum ár og dag. Onnur hava hugt regluliga til skipið og t.d. sikkra at pumpur hava virka, umframt gjørt annað tiltrongt arbeiði.
Á sumri 2010 vísti Runavíkar Býráð felagnum ta vælvild at játta pening at tetta Høganes omanfyri vatnlinjuna. Skipið bleiv sleipað inn á Skála og varð har kalfatrað av kønum fólkið.
Eftir at hon kom av beding á Skála, metti nevndin at tað ikki var hugsingur um at leggja skipið aftur til sítt fasta pláss í Hylin í Runavík, har sum omanfyri nevnt ongantíð var friður fyri herverki. Hendan avgerð mátti takast, eftir at at Tekniska Nevnd í býráðnum noktaði at seta Schengen hegn upp við skipið, so óviðkomandi ikki komu umborð.
Á Skála hevur Høganes havt tað gott í eina tíð. Har eru fleiri menn, sum hava haft áhuga í skipinum og sum hava haft sína dagligu gongd á skipasmiðjuni. Vit hava havt avtalu við tveir av teimum um at hyggja dagliga til skipið og ansa pumpingini hvønn dag (skipið hevði ikki lekar; men regnvatn kemur altíð í eitt træskip). Teir hava báðir gjørt eitt megnararbeiði, passa væl uppá skipið – og enttá gjørt ymiskt viðlíkahald, ið ikki varð umbiðið!
Eftir uppskoti frá skálafólki, varð roynt at fáa sett Høganes yvirav bedingina og í Kumlánna; men hesa loysn vildi nevndin í MEST (nevndin fyri skipasmiðjuna) tíverri ikki ganga við til. Hetta var stórt spell, tí har kundi Høganes verið umvæld og gjørd klár til eitt sjósavn, tá tað einaferð kemur við Skálafjørðin. Tí bleiv hon liggjandi við bryggju á Skála, har hon annars lá trygt og gott innast í krókinum við ”anriggara-kajina”.
Í desembur 2010 ringir ein privatur maður sum hevur keypt eitt stálskip til upphøggingar til okkum um at flyta Høganes út á endan á kajini beinanveg, tí hann hevði arbeiði sum skuldi gerast – og ”sum hann skuldi hava pengar burturúr”!
Vit fingu frá skilamonnun á Skála at vita, at tað máttu vit ikki loyva, tí Høganes er eitt 125-ára gamalt træskip, sum illa vildi tola landsynningin uttast á pierinum, har eisini er 8-9 m dýpi, móti teim 4 m, har hon lá í krókinum. Vit noktaðu at flyta skipið, tí tað var á ongan hátt forsvarligt. Hildu tí, at málið var avgreitt og respektera. Men fyrst í februar í ár síggja vit at hon er flutt út á endan á kaiini. Ikki eitt orð til felagið um støðuna. Flytingin fór fram, stutt áðrenn veðurforsøgnin boðaði frá, fyrst illveðri og síðani ódnarveðri.
Tíðliga fríggjamorgun, hin 4. februar fær formaðurin boð um at skipið er sokkið niður við kaiina. Fyrst av okkara ansingarmani á Skála (sum var hjá skipinum seinnpartin dagin fyri vanlukkuna), síðani Havnameistara - og til seinast Løgregluni. Tann maðurin, sum flutti skipið, hevur sjálvur boðað frá, at hann var á kajini kl. 02 um náttina. Hann sær, at Høganes flýtur tungt í sjónum – men boðar ikki frá (!). – Og tendrar heldur ikki pumpuna, sum hann sjálvur hevði verið við til at broytt, tá ið hann flutti skipið. – Eftir okkara metan eitt klokkuklárt mál fyri løgregluna; men hóast løgreglan fekk hetta greitt at vita, hevði hon ongan áhuga í málinum - heldur ikki hesaferð.
Hetta er so aftur eitt stórt bakkkast fyri Felagið Høganes og allar okkara limir og stuðlar, ið hava stríðst í so nógv ár við hetta mál. Sigast má, at tað nýtur okkum sera fast. Spell at mentarnarlig virðir ikki fáa sín sjálvsagda áhuga og respekt frá viðkomandi og avvarðandi myndugleikum.
Ídag liggur málið hjá Tryggingini. Vit hava skrivað skaðafráboðan og eisini greitt teimum frá, hvat hendi náttina til vanlukkuna. Um teir fáa løgregluna at rassast við, er okkum ókent enn. Tó hevur tryggingin sagt, at teir taka skipið uppaftur í samráð við Vaktar-og Bjargingartænastuna. Eftir kanning, umvæling v.m. mega vit so taka støðu, hvat gerst í framtíðini.