Obama basti Osama

Politisku mótstøðumennir hildu hann vera ov veikan í stríðnum ímóti yvirgangi. So brádliga gav barack obama boð um at loypa á ein væl vardan bygning í Abbottabad í Pakistan, hóast ongin visti við vissu, um Osama bin Laden krógvaði seg har. Úrtøkan var betri, enn hann hevði droymt um. Heimsins mest eftirlýsti yvirgangsmaður varð dripin, og ikki ein einasti amerikanari fekk mein. Barack Obama hevur staðið sveinaroyndina sum harður hálsur

Hvar vart tú, tá tú frætti, at Osama bin Laden var skotin, fara tey at spyrja í alla framtíð, tí hendingin mána­morgunin 2. mai í 2011 var veruliga ein av teimum heilt stóru í heims­søguni. Heimsins mest umrøddi og eftir­lýsti yvirgangsmaður var loksins fallin fyri kúlunum hjá servandum ameri­konskum hermonnum. Í 10 ár høvdu amerikanarar leitað við ljós og lykt eftir heilaga krígsmanninum, ið skipaði fyri yvirgangsatsóknini á World Trade Center og Pentagon tann illa gitna 11. september í 2001. Nú hevði USA fingið sína hevnd.
Amerikanarar hataðu inniliga saudi­arabiska ríkmannasonin, ið heldur vildi gerast yvirgangsmaður enn byggiharri í familjufyritøkuni í Saudiarabia. Osama bin Laden eggjaði alment øllum til at drepa amerikanarar kring allan heim, og hann helt uppá, at um stríðst varð nóg leingi ímóti USA, fór heimsins ein­asta stórveldi at falla eins og gamla Sovjetsamveldið. Í ovastu politisku leiðsluni í USA, í CIA og í amerikanska herinum høvdu tey tí eittans mál. At beina fyri ónda fíggindanum við teim­um merkiliga blíðu eygunum, so hann aldrin kundi klúgva í tvey aftur.
Nú tekur Osama bin Laden so ongan­tíð orðið aftur. Meðan tey flestu hildu, at hann krógvaði seg í onkrum helli á markinum millum Afganistan og Pakistan, og at alvápnaðir krígs­menn vardu hann har, búði maðurin í einum stórum bygningi mitt í einum friðar­ligum býi 100 milometrar norðan fyri pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad. Minni enn ein kilometur haðani var ein hernaðarskúli. Hvussu kundi heimsins mest eftirlýsti yvirgangsmaður krógva seg so væl á einum so ásýniligum stað? Hetta er ein av stóru andsagnunum, nú miðlarnir ídnir greiða frá, hvussu ameri­kanarar funnu Osama bin Laden.
 
Funnu sendiboð
Barack Obama gav fýra mánaðir eftir, at hann var komin í Hvítu Húsini, boð um, at Osama bin Laden skuldi finnast og takast. Tað, sum Bill Clinton ikki hevði megnað, og sum George Bush heldur ikki megnaði, ætlaði Obama at klára. Amerikanarar vistu, at veika liðið hjá bin Laden vóru hansara sendiboð. Eltu teir sendiboðini, kundu teir finna Osama. Í 2003 og 2005 tóku teir tveir týðandi menn í Al-Qaida, Khalid Sheik Mohammed og Abu Farraj al-Libbi. Teir vórðu avhoyrdir við harðari hond, men tá teir vórðu spurdir um sendiboðið, Abu Ahmed, søgdu teir, at maðurin hevði ongan týdning.
Hetta vakti illgruna hjá ameri­kan­arunum, tí aðrir, ið vóru avhoyrdir, høvdu sagt, at hesin Abu Ahmed hevði stóran týdn­ing í yvirgangsfelagsskapinum og var tætt knýttur at Osama bin Laden. Spurn­ingurin var so, hvør hesin Abu Ahmed var. Tað vísti seg, at hann æt Sheikh Abu Ahmed og var pakistani, men hann var ongastaðni at finna. Í fjør hendi tó nakað, sum at enda skuldi kosta bin Laden lívið. Sheikh Abu Ahmed ringdi til eitt av sínum sambondum, ið USA avlurtaði. Amerikanarar funnu nú Sheikh Abu Ahmed, sum óvitandi førdi teir til bygningin í Abbottabad.
Bygningurin var sera áhugaverdur, helt CIA. Kring bygningin vóru stórir múrar við píkatráði, og inter­netsamband var onki. Haraftrat brendu íbúgvarnir ruskið heldur enn at blaka tað burtur. Amerikanarar funnu útav, at Abu Ahmed búði har saman við familju síni og beiggja sínum, sum eis­ini hevði konu og børn har. Haraftrat búði í bygninginum ein kona og fleiri onnur børn. Hennara aldur svaraði neyvt til aldurin á yngstu konu bin Laden og børnum hansara. Var bin Laden veruliga í bygninginum? Var hann als ikki umgyrdur av alvápnaðum heil­agum krígsmonnum?
 
Vildi hava prógv
Hetta fingu amerikanararnir ongantíð at vita við vissu. Tá Barack Obama gav boð um, at loypast skuldi á bygningin, vóru forsetin og ráðgevar hansara bara 60-80 prosent vísir í, at teir høvdu funnið Osama bin Laden. Obama varð áhaldandi kunnaður um, hvussu CIA nærkaðist bin Laden. Hann fekk fleiri uppskot um, hvussu USA kundi gera av við yvirgangsmannin. Eitt av upp­skotunum var at bumba bygningin í spønir. Hetta dámdi honum ikki. Tá fór at gerast trupult at gera av, um bin Laden veruliga var har, og eisini fóru óneyð­uga nógv mannalív at verða týnd, kanska 22 tilsamans.
Fríggjadagin 29. apríl gav ameri­kanski forsetin so boð um, at servandar herdeildir, teir sonevndu Navy Seals, skuldu loypa á bygningin og annað­hvørt taka ella drepa Osama bin Laden. Altum­ráðandi var, at servandu her­menn­inir løgdu prógv á borðið um, at teir veruliga høvdu fingið fatur á rætta manninum. Í fleiri vikur framm­an­undan vandu 80 hermenn í einum bygningi, ið var meinlíkur bygn­inginum, teir skuldu loypa á, og um­síðir fóru 24 mans úr Afganistan í tveim­um Black Hawk-tyrlum inn um markið til Pakistan at taka ella gera av við ring­asta fíggindan hjá USA.
Mangan verður sagt, at veruleikin kann vera ótrúligari enn teir filmar, sum royna at lýsa veruleikan á stór­slignan hátt. Hetta varð sagt, tá torn­ini í New York fullu til jarðar fyri 10 árum síðan. Soleiðis var eisini, tá ameri­kanarar skutu bin Laden sum hevnd fyri atsóknirnar í New York. Í ein­um kjallara undir Hvítu Húsunum sótu Barack Obama og Hillary Clinton saman við sínum ráðgevum og fylgdu við atsóknini, meðan hon varð framd. Hillary Clinton tóktist mestsum skelkað, og Barack Obama líktist einum, sum hugsaði, at miseydnaðist atsóknin, var hann fokin sum forseti.
 
Sum í James Bond
Barack Obama hevði allar góðar grundir til at hugsa júst hetta. Í 1979 royndi Jimmy Carter at bjarga nøkrum ameri­konskum gíðslum í Iran, men atsóknin miseydnaðist fullkomiliga. Miseydnaða atsóknin setti bæði USA og Carter í sera ringt ljós og var ein orsøkin til, at Ronald Reagan vann lættliga á for­seta­valinum beint aftaná. Skuldi tað eydnast Obama at fella bin Laden og á tann hátt prógva, at hann er ein harður hálsur, ið torir at taka av­gerð­ir, ið byggja á eina rætta kenslu í maganum heldur enn fullvissu í høvdinum? Tað eydn­aðist nógv betur, enn hann hevði ímynd­að sær.
Frásagnirnar um, hvussu servandu hermenninir drupu Osama bin Laden, eru sum tiknar úr einum James Bond-filmi. Sambært miðlunum greiddi stjórin í CIA, Leon Panetta, Obama og hin­um frá, hvat hendi undir atsóknini. »Teir eru komnir fram,« segði hann einaferð, og minuttirnir gingu. So upp­lýsti hann, at hermenninir høvdu sæð Geronimo. Soleiðis kallaði CIA Osama bin Laden. Nú gingu 40 minuttir, áðr­enn boð komu um, at fíggindin var fallin í bardaga. Kvirt var í rúminum eitt lítið bil, og so segði Obama: »Vit fingu hann!« Tá kundu øll fegnast um søgu­ligu hendingina.
Ikki fyrr enn tveir tímar seinni fekk Barack Obama endaliga prógvið um, at talan var um Osama bin Laden. Her­menninir tóku mynd av yvir­gangs­manninum, sum á teldu varð samanborin við aðrar myndir av honum, og mynd­irnar samsvaraðu. Kona bin Laden váttaði eisini, at talan var um Osama. Fýra tímar seinni helt Barack Obama sína røðu og kunngjørdi fyri USA og øllum heiminum, at amerikanarar høvdu gjørt av við bin Laden. DNA-kann­ingar hava seinni staðfest við 99,9 prosent vissu, at talan var um Osama bin Laden, ið amerikanarar nú siga seg hava søkt í havið.
 
Skrásetti sínar hermenn
Maðurin, ið varð søktur í havið, gjørdist heilagur krígsmaður longu í 1979, tá Sovjetsamveldið leyp á Afganistan. Tá legði hann sum einans 22 ára gamal upp í bardagan ímóti teimum van­trúgv­andi russarunum. Hann stóð á odda fyri at samskipa eina altjóða herdeild við 20.000 muslimskum jihadistum, heil­agum krígsmonnum. Tá russararnir tóku seg úr Afganistan í 1989, skrásetti hann allar krígsmenninar í eini teldu­goymslu, so hann kundi heita á teir um at kríggjast aðrastaðni, gjørdist hetta neyðugt. Hetta var byrjanin til Al-Qaida.
Í 90'unum vóru hermenn hjá Al-Qaida virknir bæði í Kekenia, Bosnia og Kosovo. Tá Flógvakríggið brast á í 1991, lýsti bin Laden kríggj ímóti USA, tí amerikanarar vóru komnir á saudi­arabiska jørð, har heilagu staðirnir Mekka og Medina eru. Høvuðsstøð sína flutti hann til Sudan í Afrika, haðani hann samskipaði síni álop á USA. Eitt nú royndi Al-Qaida at sprongja World Trade Center í luftina í 1993. Í 1996 kom Taliban-rørslan til valdið í Afganistan, og tá fekk bin Laden skjól har. Einar 300 milliónir dollarar átti hann, so hann fíggjaði sjálvur sítt yvir­gangsvirksemi.
Í 1998 bumbaði Al-Qaida ameri­konsku sendistovurnar í Kenya og Tansania, og hundraðtals fólk lótu lív. Í 2000 søkti felagsskapurin at her­skip­inum USS Cole í Jemen, og 17 ameri­kanskir hermenn lótu lív. Og tann 11. september í 2001 framdi Osama bin Laden eina so stórsligna yvirgangsatsókn ímóti USA, sum ongin nakrantíð áður hevði framt. Amerikanarar vóru skelk­aðir, ja, summir ræðsluslignir. George Bush, forseti, sendi tunga skjútsið bæði inn í Afganistan og Irak at finna teir seku, og ameri-
kanarar funnu nógvar sekar, men ikki tann týdningarmiklasta, Osama bin Laden.  
Mánanáttina skutu teir hann so, og nú veit Osama bin Laden, um hann hitti 20 jomfrúir í himmiríki sum tøkk fyri yvirgangin, ið skapti so stóra sorg kring heimin.