Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldi vil royna at gera nakrar langtíðarsemjur millum politiskar flokkar, sum skulu kunna halda – eisini aftan á eitt løgtingsval. Hetta skulu vera avtalur, sum verða gjørdar so bindandi, at flokkarnir mugu siga tær upp við serligari uppsagnarfreist, um tey broyta hugsan.
Hóast slíkar avtalur – ella forlík, sum tað verður kallað eitt nú í Danmark – eru púra vanligar í øðrum londum, so er hetta nakað heilt nýtt í føroyskum politikki. Hetta boðar frá góðum, tí um okkara kosnu menn og kvinnur klára at broyta arbeiðslagið á henda hátt, so er nógv vunnið.
Vit hava sæð so nógvar semjur og so nógv samgonguskjøl, sum ikki eru verd tað pappír, tey eru skrivað á. Vit kunnu bara taka øll vallyftini undan seinasta løgtingsvali – tey eru so langt frá dagsins politiska veruleika, at vit í veruleikanum ikki eiga at taka hesi fólkini fyri fult.
Sjálvt um tað bara skuldi manglað, so er tað djarvt at Tjóðveldinum at melda soleiðis út. Tað er sera skilagott og tekin um gott politiskt tev, at ein flokkur sum Tjóðveldi kann lyfta seg upp um vanliga smáligheitspolitikkin, sum bara gongur út upp á hjá einum andstøðuflokki at fella tað til eina og hvørja tíð sitandi stjórn. Tað tykist ikki vera ætlanin hjá Tjóðveldinum.
Harafturat kann veljarin við slíkum langtíðarsemjum síggja, hvørja politiska leið hann skal velja, og hvat tað merkir, um hann velur hendan ella handan flokkin. Tosað hevur verið um blokkpolitikk, hetta hevur nakað við tað at gera. Tí verða komandi dagarnir sera týdningarmiklir fyri politisku framtíðina. Og tað er ikki tí, at tað av tilvild er ein sambandsmaður sum er løgmaður, ella tí at Javnaðarflokkurin er í samgongu. Men tí, at tað sær út til, at vit nú fara at síggja nøkur politisk avrik, sum fleiri flokkar í felag kunnu standa saman um, og sum tí fleiri fólk kunnu kenna sín ognarlut í. Tað er tað, sum hevur manglað í føroyskum politikki – altíð!
Um hetta verður loysnin, so hevur hetta nógv størri týdning, enn at loysa stjórnarskipanarligu trætuna, sum hevur hildið føroyskum politikki niðri í móruni í fleiri enn hundrað ár.