Í morgin setir Sambandið seg upp um føroyskt fólkaræði

Sambandið heitir á Fólkatingið um at ganga ímóti meirilutanum á Løgtingi

Sjúrður Skaale

 

Farna mikudag skrivaði Føroyanevndin álit í málinum um lutvísa føroyska yvirtøku av loftferðsluøkinum.

 

Har standa hesi orð: ”Sambandsflokkurin vil stemme imod lovforslaget ved 3. behandling”.

 

Har stendur eisini: ”Et andet mindretal (SP) indstiller lovforslaget til forkastelse ved 3. behandling.”  (SP meinast við Sambandspartiet).

 

Hesi fáu orð hjá Onnu Falkenberg í einum áliti síggja út sum ein lítil detalja. Men tey eru sera prinsipiel. Tí hetta snýr seg um nakað grundleggjandi:

 

Skulu føroyskir fólkatingslimir virða fólkaræðið og politisku skipanina í Føroyum – ella skulu teir ikki?

 

Stigvís yvirtøka

 

Ein greiður meiriluti á Føroya Løgtingi vil yvirtaka loftferðsluøkið, og peningur hevur verið settur av til hetta á fíggjarlógini farnu fýra árini.

 

Í langa tíð hava tingingar verið um, hvussu tað ítøkiliga kann gerast, og nú er so avtala gjørd millum Landsstýrið og donsku stjórnina um, at Føroyar skulu yvirtaka økið stigvíst. Talan verður tí í fyrsta umfari um eina lutvísa yvirtøku. Orsøkin er m.a., at hetta snýr seg um trygd, og tí má farast varliga fram. Vit mugu menna førleikarnar so við og við. Eingi óráð mugu takast fyri.

 

Men hetta krevur eina danska lógarbroyting, og danski ráðharrin á økinum, Thomas Danielsen (sum forrestin er slektaður úr Føroyum), hevur sett fram uppskot um hetta. Hann skilir føroyska ynskið, og skrivar, at ”For at imødekomme det færøske ønske, skal der skabes hjemmel til, at overtagelse af sagsområdet kan ske delvist på forskellige tidspunker.”

 

Bara ein ímóti

 

Sum formaður í Føroyanevndini, har málið er viðgjørt, havi eg biðið flokkarnar um at geva sína støðu til kennar. Síðani orðaði eg eitt álit, sum so at siga øll tóku undir við. Eingin flokkur segði seg fara at atkvøða ímóti málinum.

 

Uttan ein: Sambandsflokkurin! Tá atkvøðast skal í morgin, trýstir Anna Falkenberg á reyða knøttin!

 

Hetta hevur flokkurin sjálvandi fullan rætt til.

 

Men at sita sum føroyskt umboð á Fólkatingi og mæla tinginum til at vraka eina avtalu, sum Landsstýrið hevur gjørt við donsku stjórnina, er nokkso álvarsamt. Tí fekk Anna Falkenberg sín vilja, hevði Fólkatingið blokkerað fyri eini avtalu, sum landsstýrið hevur gjørt, og harvið lammað tað føroyska fólkaræðið.

 

Tað hendi ikki hesaferð. Siðvenjan er tíbetur, at Fólkatingið virðir Løgtingið – eisini, tá Fólkatingið ikki tekur undir við tí, sum Løgtingið vil. Men ein flokkur, Alternativet, atkvøður faktiskt blankt í morgin. Orsøkin er viðurskifti, sum umboð floksins ”er blevet gjort opmærksom på” í nevndarviðgerðini. Hesi ”viðurskifti” eru tey somu, sum Anna Falkenberg og Bárður Nielsen førdu fram í lesarabrævi í gjár...

 

Tjóðveldi

 

Sigast skal, at tað er ikki bara Sambandið, sum arbeiðir á hendan hátt.

 

Tjóðveldi sigur áðrenn hvørt fólkatingsval, at verður flokkurin avgerandi atkvøðan í danska tinginum, stuðlar hann tí forsætisráðharra, sum vil ganga ítøkiligum, loysingarpolitiskum krøvum á møti – púra uttan mun til, hvat tann sitandi meirilutin í Føroyum sigur.

 

Fekk Tjóðveldi sín vilja, hevði danska politiska skipanin sostatt sett føroyska fólkaræðið til viks. Og tað eru ikki bara orð. Tá føroyski meirilutin vildi seta Uttanríkispolitisku Heimildarlógina í verk, kravdi tað eina viðtøku í Danmark. Tá hendi tað sama, sum fer at henda ímorgin: Eitt tjóðveldisumboð úr Føroyum var ímóti. Sum partur av einum donskum myndugleika virdi hann ikki meirilutan í Føroyum og føroyska fólkaræðið. Partapolitikkurin bleiv tikin framum. (At henda lóg í veruleikanum ikki var nakað framstig, er ein onnur søga. Hetta var tað, Løgtingið vildi).

 

Til endans skal eg fyri ein ordans skyld siga, at Javnaðarflokkurin í 2011 gjørdi av, at tað, landsstýrið og stjórnin semjast um – tað virða vit. Vit kunnu vera ósamd og vit kunnu siga okkara meining, men vit stemma ikki ímóti. Vit brúka ikki okkara mandat á fólkatingi til at máa støði undan føroyskum myndugleikum.

 

(Tær avtalur um fígging til verkætlanir, vit hava gjørt við danskar grunnar og myndugleikar, verða sjálvandi eisini altíð gjørdar eftir ynski frá ella í samráð við viðkomandi føroyskar partar).

 

Álitið kann heintast her: L 47 Bilag 5 Betænkning AX31947pdf