Foreldrini hjá Margrethu vóru framúr vertskapsfólk

Margretha heldur áfram við síni frásøgn um sín barndóm inni í Heiðunum

Pápi mín var millum tey yngstu av systkjunum. Hann fór til skips 14 ára gamal, sum tað vanliga var tá. Tað var neyðugt at útvega pening til húsið, sjálvt um húsarhaldið fyri tað mesta kláraði seg við egna framleiðslu. Tað var vanligt tá og langt fram í tíðina, at tann siglandi sonurin legði sína inntøku til heim­ið. Tískil átti pápi ikki reiðan pen­ing, tá ið hann skuldi giftast.
Míni foreldur giftust eisini inn til foreldrini hjá pápa. Har búðu hansara foreldur eisini, so tað gjørd­ust trý húsarhald í húsinum.
Pápi fekk eina trø at dyrka, og her bygdi hann hús. Tað var bert tilfarið, sum kostaði nakað. Arbeiðið við húsunum varð gjørt av honum sjálvum, ættarfólki og vinum.
Tá ið pápi hevði bygt, fluttu omma og abbi við. Men tey gjørdu eisini sítt við at hjálpa til úti og inni.

Bakkaði ikki fyri konu amtmannin
Omma átti ein tvíburabeiggja, sum kom í bøkjaralæru í Keyp­manna­havn. Hann luttók í dansk-týska krígnum í 1864.
Aftaná kríggið búsetti hann seg í Havn og arbeiddi sum bøkjari. Hann var kallaður Lambabøkjarin. Hann var eitt sindur av einum originali. Hann var giftur, men tey áttu eingi børn. Hann og konan søgdu “tygum” við hvørt annað, og hann kallaði konuna ”madamman”.
Men Lambabøkjarin lat sær ikki alt siga. Tað varð sagt, at hann einaferð hevði umvælt eina balju fyri konu amtmannin. Tá ið hon kom eftir baljuni og fekk at vita prísin, helt hon hann vera ov høgan. Lambabøkjarin segði, at prísin hevði hann sett, og at hann lat onga balju frá sær, fyrr enn hon var goldin. Kona amtmannin fór firtin av stað. Dagin eftir kom hon tó aftur. Tá var prísurin hækkaður við einum dála, sum so amtmanninnan slapp at gjalda meira.

Trupulleiki við vatni
Ein serligur trupulleiki í Heiðunum var at fáa vatn. Hvørt hús mátti finna eina keldu, sum so í eini opnari grøv varð leidd til sethúsini. Okkara løkja var tó turr, tá turkur var á sumri. Tá máttu vit fara til Johannes pápabeiggja at fáa vatn.
Sum frá leið varð so mikið av trøðni dyrkað, at vit kundu hava kúgv. Tá varð trupulleikin við vatni enn størri, meðan vit høvdu kúnna inni.
Tað var eisini trupulleiki hjá neytunum í haganum í turrum summ­arum at fáa nóg mikið av vatni.

Brúdleyp í fleiri dagar
Míni foreldur vóru rættilig vert­skapsfólk, og tey vóru við har, sum nakað var á vási. Hetta var serliga í brúdleypum og barnadópum, og so tær vanligu dansihátíðirnar. Tey dugdu bæði at skipa føroyskan dans. Mammu dámdi best ”Kong Hans, han sidder paa København”, meðan pápa dámdi best Norsku Løvu.
Mamma var ein dugnalig hús­móðir. Tað var ótrúligt, hvat hon kundi fáa burtur úr inntøkuni hjá pápa, sum ikki var stór, hóast hann var av bestu fiskimonnum.
Mamma hevði eini ótrúlig evni at gera fjølbroyttan mat. Hon var eisini kokkur, tá ið okkurt var á vási bæði bæði í bygdini og av bygd. Hetta kravdi eisini evni at skipa fyri og útvega mat til hesi stóru brúdleyp, har tað kundu vera hundraðir gestir. Eitt slíkt brúdleyp vardi í fleiri dagar. Umframt tað kundu gestirnir eisini liggja veður­fastur, tá ið farast skuldu avstað aftur. Teir skuldu sjálvsagt hava mat alla tíðina.

Strævið at lurta eftir lestur
Tá ið pápi var burtur, var tað mamma, sum tók sær av okkara upp­aling. Men tá ið pápi var heima tók hann yvir. Tað kundu eisini enda við eini fleingju, um vit ikki sótu friðarlig og lurtaði eftir hans­ara lestri sunnudagar.
Tað kundi vera strævið at lurta eftir hesum longu lestrum, sum kundi vera upp til 12 síður í lestrabókini hjá Brockmann ella pastor Møller. Pápi kravdi, at vit sótu pinnastill. Men tað batnaði, tá ið farið var til lestrabókina hjá Rørdam, tá fór lesturin niður í helvt.
Mamma hevði tann fasta sið at seta breyðini at ganga, meðan lestur varð lisin.
Teir sunnudagar, vit skuldu í kirkju, var tá ið tað var altargangur. Tá høvdu vit altarklæðini í einum pjøka á bakinum. Tað var gingið út á Nes, hetta var ein langur tein­ur til gongu. Vit skiftu klæði í prósta­garðinum, sum var beint við kirkjuna.
Prósturin og kona hansara vóru sera blíð fólk. Hon var dóttir Ernst Wesenberg, prestin á Viðareiði, sum doyði av landfarasótt í 1871, og varð grivin í gamla kirkju­garði í Havn, tí skiparin, sum skuldi føra líkið til Danmarkar, sýtti vegna smittavandan at taka tað við.
Prósturin var tann kendi politik­arin Fríðrik Petersen. Hann hevði sera langar talur, men tær vóru sera kenslubornar. Tað varð sagt, at prósturin varð ofta so rørdur um síni egnu orð, at hann sjálvur kundi gráta undir taluni. Hetta ávirkaði eisini meinigheitina, sum eisini kundi lata nøkur tár fella.
Men lívið var jú hart tá á døgum, og at lata kenslurnar ráða kundi skapa ein felagsskap millum fólk.
Tá ið gudstænastan var av, blivu vit øll boðin til kaffi hjá próst­akonuni, sum var eitt gott fólk. Tey áttu tvey børn. Frida var ein vøkur genta, hon giftist niðri. Ernst las gudfrøði. Tað gekk ikki væl við honum. Hann fekk eitt gott prógv, og pápin hevði glett seg til at fáa hann sum hjálparprest. Men Ernst var ikki heilt greiður yvir, hvat ið hann sjálvur vildi. Fyri at finna seg sjálvan, fór hann sum matrósur við einum skipi hjá ØK, sum sigldi til Fjareystur. Í Siam fekk hann eina tropiska sjúku og doyði bert 40 ára gamal. Hetta var ein dyggur smeitur fyri próstaparið og var eisini ein missur fyri føroyska samfelagið.
-----------

Í komandi parti greiðir Kristian Djurhuus frá eini serligari uppgávu. Hon var at fara út í Hest at troysta tey eftirsitandi eftir vanlukkuna í 1919.
Margretha greiðir m.a. frá gubba sínum Óða Niels.