ODDAGREIN: Sig hvar skápið skal standa

Í skrivandi stund er politiska støð­an fra­m­vegis ó­greið. Hó­­ast Fólk­a­flokk­urin fyri eini viku síð­­ani bað løg­mann skriva út nýval, so hev­ur løg­mað­ur fram­veg­is ikki funn­ið út­av, um hann hev­ur eina sam­gongu ella ikki.

Og andstøðan veit heldur ikki, hvat hon skal gera. Í fjør høvdu vit somu kreppu við Fólk­a­flokk­i­num, sum ikki vildi taka undir við fíggj­ar­karm­i­num, sum lands­stýr­ið legði fyri ting­ið. Ta ferð­ina fekk spenta støð­an and­støð­una at leggja fram eitt mis­­ál­it­is­upp­skot á løg­mann. Men and­støð­an, sum eft­ir øll­um at døma hevði vón­að, at onkr­ir fólka­floks­menn fóru at taka undir við upp­skot­i­num, klár­aði ikki ein gong sjálv at manna lið, tá mis­ál­it­is­upp­skot­ið kom til viðgerðar. Sjálvur ting­for­mað­ur­in, Her­geir Niel­sen og Kar­st­en Han­sen úr Mið­flokk­i­num møttu ikki til ar­beið­is hend­an dag­in, og tí fall tað við einum braki.

Brent barn ræðist eld, og tað kann vera tað, sum eyð­kenn­ir Høgna Hoy­dal í løt­uni, at hann ikki ris­i­ker­ar, at eitt mis­ál­it frá hon­um enn ein­a­ferð end­ar við eini á­lit­is­vátt­an til løg­mann. Men løg­ið tyk­ist tað, at tað ikki skal bera til at reisa eitt mis­álit á eina sam­gongu, sum í ver­u­leik­a­num bara hevur 13 ting­fólk av 33.

Vit kenna væl øll tey góðu argu­ment­ini um, at so nógv góð mál liggja í ting­inum, sum fella burtur, men tað skerst heldur ikki burt, at vit hava eina samgongu, sum als ikki er virk­isfør.

Vit hava fleiri ferðir víst á, at Fólk­a­flokk­urin hev­ur so stórt vald á hin­um flokk­u­num. Og rætt er tað, at hann klárar merkiliga væl at halda Javn­að­ar­flokk­i­num, Sam­bands­flokk­i­num og eisini Tjóð­veld­i­num skákmát. Men tað er kanska øðr­um at lasta, heldur enn Fólka­flokk­i­num, sum uttan iva bara ger hvat hann kann fyri at halda seg til makt­ina, sum politikkur í grund­ini snýr seg um. Men tá vit velja ein stjórn­ar­leiðara, so er kravið til hann sera ein­falt: Hann skal stýra, hann skal skera ígjøgnum, hann skal taka av­gerðir.

Tað er tí, at Før­oya Løg­maður hev­ur so stórt vald, at hann bæði kann koyra og seta lands­stýr­is­fólk, sum tað passar honum og skriva út løg­tings­val, tá tað passar hon­um. Hetta vald skal sjálvandi brúk­ast við skili – men hann skal eisini vísa, at tað er hann, sum ger av, hvar skáp­ið skal standa, hann skal ikki lata seg kasta runt í maneguni, so sum hann hev­ur gjørt sein­astu dag­ar­nar. Og hev­ur hann mist sítt parl­ament­ar­iska ­grund­ar­lag,­ so er at taka støðu út frá tí.

Traðka í karaktera, harra løg­mað­ur, tað er tín uppgáva!