Avgerðin kann fella í dag

Í dag er uppstillingarval í tíggju amerikonskum statum, og dagurin kann gera av, hvør stillar upp ímóti Bush, forseta

Eru veljarakanningarnar eftirfarandi, hevur John Kerry møguleikan at vinna í øllum teimum 10 statun-um. Ger hann tað, er avgerðin fallin um, hvør skal royna seg ímóti George W. Bush, forseta í november.
Sambært kanningunum liggur Kerry klárt á odda í teimum báðum størstu statunum, Kalifornia og New York, og hann er eisini framman fyri avbjóðaran John Edwards í hinum átta statunum. Skal Edwards vinna onkunstaðni, er tað í Georgia, sum er grannastatur hjá North Carolina, haðani Edwards er ættaður, og í Minnesota verður roknað við, at munurin á teimum báðum verður ikki stórur.
Fyri at tryggja sær at verða uppstillaður skal John Kerry hava 2.161 val-menn til tann endaliga uppstillingarfundin hjá demokratiska flokkinum. Hann hevur longu tryggjað sær 524 valmenn. Vinnur hann allar tíggju statirnar í dag, fær hann 1.51 valmenn afturat.
Eygleiðarar í USA siga, at vinnur John Kerry allar ella nógv teir flestu statirnar í dag, noyðist John Edwards at gevast. Ístaðin skal hann so biðja sínar veljarar styðja John Kerry á valinum í november.