Tað tykist greitt, at eingin av flokkunum ynskir, at løgtingsval verður útskrivað beinanvegin. Tí verður neyvan misálit reist móti løgmanni. Tað tykiskt greitt eftir orðaskifti millum sjey floksformenn í Degi og Viku í gjárkvøldið.
Niðurstøðan tykist greið: Løgtingsval verður útskrivað, men ávís mál skulu fáast ígjøgnum fyrst. Tí verður væntandi semja gjørd við tað sum eftir er av samgonguni og í øllum førum partar av andstøðuni. Samráðingar eru í gongd í løtuni.
Høgni Hoydal úr Tjóðveldi vísti á, at hann fegin vildi hava løgtingsval beinanvegin, tí samgongan hevur ført valstríð alla tíðina. Hann mælti til, at vit fáa eina virkisføra stjórn.
- Heldur hesin ruðuleikin fram, so missa fólk álit á politisku skipanini. Tí tørvar okkum eitt vaktarskifti nú, tað er okkara skylda at gera tað, segði Høgni Hoydal, sum tó viðgekk, at tað neyvan er meiriluti fyri at fella samgonguna. Tí mælti hann til, at ein dagur verður ásettur nú beinanvegin, tá løgtingsvalið skal vera, og so verður funnið út av, hvørji mál kunnu fáast í gjøgnum fyri ta tíð.
Poul Michelsen úr Framsókn segði seg vóna, at løgtingið fær eina tveir mánaðir afturat. Hann helt, at september er eitt gott boð upp á at hava eitt løgtingsval.
Jørgen Niclasen segði seg ikki duga at síggja nakran meirluta út frá orðaskiftinum í gjárkvøldið, og tí helt hann, at val skal útskrivast beinanvegin.
Jenis av Rana vísti á, at tað veldst alt um, hvussu samráðingarnar nú fara at ganga. Hann hevði einki neyvt boð uppá, nær valið skal haldast. Hann vísti á, at alt tosið um reformar bara er skálkaskjól. Hann segði, at politikkurin eigur at snúgva seg um at fáa fleiri pengar inn í samfelagið.
Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum heldur, at løgtingsvalið skal vera í september.
- Tá bróta vit ikki rútmuna hjá løgtinginum, segði hann. Annars vísti hann á, at tað er ikki rætt at tosa um, at vit hava fýra ára valskeið í Føroyum.
- Vit hava val, tá løgmaður vil hava val. Men tað halda vit vera skeivt. Vit halda, at hetta skal broytast í okkara stjórnarskipan soleiðis, at valskeiðið verður fýra ár.
Aksel Johannesen úr Javnaðarflokkinum heldur, at valið skal vera til ásetta tíð 19. januar.
- Men ber tað ikki til at finna semja, so haldi eg at september er eitt gott boð, segði hann.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, heldur fast uppá, at 19. januar er valdagurin.
Niðurstøðan av orðaskiftinum tykist verða, at flokkarnir eru sinnaðir at fáa nøkur mál ígjøgnum løgtingið, áðrenn val verður útskrivað. Tað er púra greitt, at eingin trýr uppá, at ein samgonga kann halda til 19. januar, tí er september helst besta boðið upp á løgtingsval.