komnir í neyð og nú vil sleppa av við øll hesi frímerkini. »Tey skulu realiserast,« sum postverksstjórin nevnir tað. Sjálvandi er tað keðiligt, heldur Bergur í Garði, at Postverkið nú skal gera arbeiði [...] arbeiði, sum einki fæst fyri. Tað vil siga, senda brøv dyri fólk, sum hava goldið útlendskum spekulantum fyri flutningin. Men Postverkið kann sjálvandi ikki nokta at bera postin út. Hvat privatpersónar gera [...] Og ivasamt man eisini vera, um tað fer at loysa seg hjá fyritøkum, sum senda nógvan post, at lata fólk sita og sleikja 45 tíggju-oyra merki fyri at kunna senda eitt vanligt bræv. Tað tekur eisini tíð.
havt sólir í nógv ár, men at higartil hava fólk verið noydd at gjalda fyri svimjing eisini, um tey ætlaðu sær til sól. Hetta er tó ikki longur neyðugt, tí nú hava øll møguleika at leita sær í svimjihøllina [...] ólki. Hon sigur, at svimjihøllin liggur so væl fyri, umframt at hon hevur so góðar sólir, at nógv fólk heldur fer at leita sær í svimjihøllina, enn til dømis í sólmiðstøðina hjá henni. Tað er í fínasta [...] lagi, at svimjihøllin bjóðar sólviðgerð til tey, ið eru í svimjihøllini og svimja, men at svimjihøllin nú alment hevur sólmiðstøð líkst svarta ongum, sigur Elin Hjelm. Trúði tí ikki Elin Hjelm sigur, at tá
Kyndli skulu í dag til Klaksvíkar at dystast ímóti Stjørnuni, sum er einasta liðið, sum tvær ferðir í hesum kappingarárinum hevur bast Kyndli. Lítið sannlíkt er, at Kyndil fer at taka sær av løttum, nú tær [...] er í hæddini. Sigurin hjá vestmenningum ímóti Kyndli seinasta sunnudag førdi við sær, at kappingin nú undan næstseinasta leikumfarið er púra opin, og í veruleikanum hava fýra lið møguleikan at gerast meistarar [...] við at vinna á hoyvíkingum í Havn á seinasta leikdegnum. Tað er einki at ivast í, at tað verða nógv fólk til teir báðar dystirnar sunnudagin. Vestmenningar fara uttan iva manssterkir inn á Skála at stuðla
liggja meira ella minni avbyrgd frá restini av landinum við óhepnum fylgjum bæði fyri fólk og vinnu. Landsstýrið eigur nú at taka krøv løntakaranna í álvara. Tórshavn 6. apríl 1999 Føroya Javnaðarflokkur [...] vilja gjørt nakað, sum kundi verið tulkað sum uppílegging og royndir at órógvað samráðingarnar. Men nú er so langt fráliðið, og støður partanna eru so greiðar, at vit halda tað vera rætt, at Javnaðarflokkurin [...] støðan hjá fíggjarmálastýrinum er ein partur av generella politikki landsstýrisins um at Føroyar skulu vera eitt láglønarsamfelag, har kappingarførið skal grundast á lágt lønarlag og bíligar vørur. Hesi
halda springara til, er tað kanska í lagi. Tað sigur Ragnar Jacpbsen, formaður í Grindamannafelagnum, nú landsstýrið ætlar at seta hámark á, hvussu nógvir springarar kunnu haldast til um árið. Hann leggur [...] tað, ella um tað er okkurt annað, men tað vísir seg, at tað eru størr bólkar av springarum at síggja nú, enn vanligt hevur verið. Og hann sær eisini fyri sær, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn [...] sleppur eingin annar at drepa springara tað árið. Ein máti at forða fyri tí kann vera, at siga, at vit skulu ikki drepa meiri enn 500 springarar í miðal um árið í einum fimm ára tíðarskeiði. Tað eru nógv, sum
broyttar, hetta fyri at øll hava møguleika at stilla upp til eitt kommunuval. Tí sum nú er, eru mínar drúgva royndir tær, at fólk aftra seg at stilla upp, tí tey missa alt ov stórar inntøkur í mun til samsýningina [...] Men síðani tá eru bara valdir 13 býráðslimir. Býráðið kann av sínum eintingum hækka talið upp til 17. Nú hevur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin skotið upp, at talið av býráðslimum hækkar [...] fingið fótin fyri seg aftur í Tórshavnar býráð. Annfinn Brekkstein heldur eisini, at býráðslimir skulu hava frægari lønarsømdir, enn teir hava í dag. – Fyri at fáa so breiða fólksliga umboðan eiga sam
ikki bert eru nøkur fá børn, ið eru dottin niðurímillum, tað eru fleiri ymiskir grásonubólkar, sum nú eru uttan eitt veruligt tilboð. Hetta vita bæði Jógvan á Lakjuni og Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm [...] óneyðugt er at seta ein bólk at kanna hetta málið, hetta kann loysast í morgin við at seta fleiri fólk í smábarnadeildini á Skúlanum á Trøðni. Um hetta tilboð so verður samskipað við einum frítíðartilboði [...] haldi tað er sjálvsagt, at starvsfólki í smábarnadeildini á Skúlanum á Trøðni eru við í hesum arbeiði. Nú tosað verður um tilboð til børn við serligum tørvi, kann eg ikki lata vera við at nevna ein annan
er. Er so als ikki tørvur á fjølmiðlaábyrgdarlóg? Hví skulu vit so yvirhøvur hava eina fjølmiðlaábyrgdarlóg? Er ikki nóg mikið við revsilógini, tá nú pressufrælsið er staðfest í grundlógini? Soleiðis ofta [...] hesum setningi eigur eitt nú persónliga útspillingin og vanvirðingin fyri øðrum, sum tíverri kemur fyri, at lúkast úr fjølmiðlunum. Her eiga allir fjølmiðlar og tey góðu fólk har virka at taka í egnan [...] ofta spurt í hesum døgum, og ein skilir væl, at fólk eru eitt sindur ørkymlað og spyrja, um ikki pressufrælsið verður skert við eini fjølmiðlaábyrgdarlóg. Pressufrælsið verður á ongan hátt skert við eini
tvørliga, enn hon longu er. Talan er í nógvum førum um fólk, sum hava givið føroyingum eitt stórt samfelagsligt íkast, og tað ber ikki til, at vit nú siga, at tað ikki longur er tørvur á teimum. Ella at [...] útlendingar, sum í longri áramál hava virkað í Føroyum, tí tørvur er á teirra serkunnleika, men sum nú í fleiri mánaðir hava bíðað eftir viðgerð av nýggjari umsókn. Men tekniskar forðingar sum til dømis [...] síðani koma á borðið, so standa søgdu orðini við. At tað er undrunarvert, at føroyskir lærustovnar skulu taka útlendingar inn. Hetta samstundis sum ein framhaldandi menning av føroysku tjóðini er nærum
inum hjá sær, sum sleppa at greiða atkvøðu. Tvey tilvildarlig tøl verða drigin. Eitt nú kann tað henda seg, at fólk við 4 og 7 sum endatali sleppa at atkvøða fyrru ferð; og tvey onnur endatøl aðru ferð [...] sangirnar, og teir eru nú einaferð rættiliga avgerandi fyri úrslitið - og ikki bert føroyingar. Sjálv hevur Petsi ikki stórvegis viðmerkingar til tíðindini um, at føroysku atkvøðurnar skulu fara at gera hana [...] at føroyskar atkvøðurnar kunnu avgera, men tað verður kortini ikki mett at vera nóg mikið. Ymisk fólk við kunnleika á økinum, sum Sosialurin hevur tosað við, siga seg flest øll illa duga at meta um m