Augusta Mikkelsen, fysioterapeutur,Skúlin á Trøðni
Tað er altíð óheppið, at nøkur børn eru dottin niðurímillum. Men slíkt kann henda. Hetta sigur landsstýrismaðurin í Mentamálum Jógvan á Lakjuni. Fyri mær ljóðar tað, sum um hann er bilsin, at slíkt kann henda. Og her má eg siga, at eg gjørdist málleys og vil tí gera vart við, at hetta er í beinleiðis andsøgn við sannleikan. Jógvan á Lakjuni visti fullvæl av, at hetta fór at verða avleiðingin av, at barnagarðurin á Skúlanum á Trøðni bleiv niðurlagdur. Her skal leggjast afturat, at tað ikki bert eru nøkur fá børn, ið eru dottin niðurímillum, tað eru fleiri ymiskir grásonubólkar, sum nú eru uttan eitt veruligt tilboð. Hetta vita bæði Jógvan á Lakjuni og Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm átti eisini at vita, at óneyðugt er at seta ein bólk at kanna hetta málið, hetta kann loysast í morgin við at seta fleiri fólk í smábarnadeildini á Skúlanum á Trøðni. Um hetta tilboð so verður samskipað við einum frítíðartilboði eftir skúlatíð, so er ein virðilig loysn her. Í meðan kann so ein bólkur arbeiða við at finna fram til bestu loysnina fyri hesi børnini. Og eg haldi tað er sjálvsagt, at starvsfólki í smábarnadeildini á Skúlanum á Trøðni eru við í hesum arbeiði.
Nú tosað verður um tilboð til børn við serligum tørvi, kann eg ikki lata vera við at nevna ein annan grásonubólk og tað eru rørslutarnaðu børnini, ið hava brúk fyri einum góðum uppvenjingartilboð. Her gjørdu vit á Skúlanum á Trøðni eina roynd fyri knapt 2 árum síðani saman við Landssjúkrahúsinum. Hetta var eitt sokallað Petø uppvenjingarskeið. 12 børn í Føroyum vórðu knýtt at hesum tilboð og tað kostaði kr. 43.000,- ið Almanna- og heilsumálaráði játtaði at gjalda. Tá vit so skuldu gera eina uppfylging av hesum tilboð, bar ikki til, ongin peningur og ongar heimildir eru at halda slík skeið í Føroyum. Men at brúka meira enn 1 millión krónur at senda fólk av landinum til líknandi uppvenjing er í fínasta lagið. Almanna- og heilsumálaráðið leggur ikki í at spara ½ millión við at lata tey yngru børnini fáa uppvenjing her heima.
Í sambandi við tilboð til børn við serligum tørvi, skal eg at enda nevna svimjihylin í Skúlanum á Trøðni. Hylurin bleiv stongdur fyri næstan 2 árum, tí hann ikki leyk heilsufrøðiligu krøvini. Enn er hylurin stongdur og lítið røkist fyri at hylurin opnar aftur.
So tit landsstýrismenn, ið varða av hesum, gerið eitt sindur meira enn at ásanna og hopa, setið virðingina fyri tí einstaka menniskjanum ovast á dagsskránna. So skulu vit gera tað vit duga best, nevniliga at greina, menna og stimbra børn við serligum tørvi.









