Århus: Leygarkvøldið klokkan 19., føroyska tíð, byrjar Dansk Melodi Grand Prix 2004. Teimum flestu kunnugt verður Petsi Tvørfoss úr Gøtu við í kappingini leygarkvøldið. Hon syngur sangin Mest når det er regn.
Og føroyingar fáa møguleikan at stuðla henni ella einum av hinum níggju, ið dystast leygarkvøldið.
Nina Larsen, fjølmiðlaovasti á Danmarks Radio, upplýsir, at føroyingar fáa møguleikan eftir somu treytum sum danir at ringja inn og atkvøða.
Tað merkir, at føroyskir telefonfelagar kunnu ringja inn og atkvøða. Men tað eru ikki øll, sum fáa møguleikan. Tað er skipað soleiðis, at tvær atkvøðugreiðslur verða leygarkvøldið. Tann fyrra tá allir tíggju sangirnir í kappingini eru spældir; síðani koma fimm sangir víðari og verða spældir umaftur - og tá verður aftur atkvøtt. Men tað eru bert felagar við ávísum endatølum í telefonnummarinum hjá sær, sum sleppa at greiða atkvøðu. Tvey tilvildarlig tøl verða drigin. Eitt nú kann tað henda seg, at fólk við 4 og 7 sum endatali sleppa at atkvøða fyrru ferð; og tvey onnur endatøl aðru ferð.
Danir hava harumframt møguleikan at atkvøða umvegis SMS, men hendan møguleikan fáa føroyskir telefonfelagar ikki.
Avgerandi atkvøður
Í danska blaðnum B.T. verður mett, at føroysku stuðlarnir hjá Petsi Tvørfoss kunnu fáa stóran týdning fyri úrslitið av kappingini.
Hetta verður serliga sagt eftir at Guðrun Sólja Jacobsen vann Stjerne for en Aften við - við góðum stuðuli úr Føroyum. Mett verður, at føroyskar atkvøðurnar kunnu avgera, men tað verður kortini ikki mett at vera nóg mikið.
Ymisk fólk við kunnleika á økinum, sum Sosialurin hevur tosað við, siga seg flest øll illa duga at meta um møguleikarnar hjá Petsi. Eingin annar enn luttakararnir sjálvir og fyriskiparnir hava hoyrt sangirnar, og teir eru nú einaferð rættiliga avgerandi fyri úrslitið - og ikki bert føroyingar.
Sjálv hevur Petsi ikki stórvegis viðmerkingar til tíðindini um, at føroysku atkvøðurnar skulu fara at gera hana til vinnara. Hon sigur seg sjálvandi rokna við eitt sindur av stuðuli úr Føroyum, men allir luttakararnir hava mestur sínar stuðlar, metir hon.
Stórur áhugi
Áhugin fyri Melodi Grand Prix og føroyska luttakaranum, Petsi Tvørfoss, er rættiliga stórur í Danmark. Fyri tveimum árum síðani gekk tað rættiliga av skriðuni hjá dønum í altjóða finaluna, so danir eru ikki eins spentir sum onguntíð áður, men áhugin er kortini avgjørt tilstaðar.
Petsi hevur verið noydd at smíla fyri nógvum myndamonnum, og hon hevur prátað við nógv tíðindafólk. Millum annað valdi TV2-Østjylland at fylgja henni tað mesta av mikudegnum og gera eitt innslag til sama kvøld.
?????????????????????????
Sosialurin fer sjálvandi at fylgja væl føroysku luttøkuni í Melodi Grand Prix. Vit eru á staðnum, tá kappingin byrjar í Atletion í Århus leygarkvøldið, og í Sosialinum týsdagin verður stór frásøgn frá sangkappingini.
Í sjálvum leygardagsblaðnum verður ein stór samrøða við Petsi Tvørfoss at lesa í Vikuskiftinum.








