Føroysk frímerki fyri helvtarprís

Ein svenskur frímerkjahandil bjóðar føroyingum at keypa føroysk frímerki fyri umleið helvtarprís

Edvard Joensen


Føroysk frímerki við 45% avslátti. Tað ljóðar ótrúligt. Men tað er satt.

Svenski frímerkjahandilin Holmgren Frimärken hevur í hesum døgum rættiliga útsølu av føroyskum frímerkjum.

Keypir tú føroysk frímerki fyri í minsta lagi 500 krónur, fáast 40% í avslátti. Og verður keypt fyri meira enn 2.000 krónur, er avslátturin heili 45%.

Sagt verður, at frímerkini fáast við øllum virðum. Heilt frá 10 oyrum upp í 25 krónur.

Og so er keypið portofrítt oman á tað heila, hóast sent verður úr Svøríki til Føroya.

Tá tú hevur fingið tíni frímerki, er bara gjalda inn á konto í Føroya Banka.

Tað ljóðar heilt ótrúligt, at hetta skal bera til. Men seljarin sigur, at talan er um fallittbúgv, tey hava keypt í Svøríki.

Talan er um óbrúkt frímerki, sum, hóast tey eru gomul, væl kunnu brúkast til frankering. Og hjá fyritøkum ella øðrum, sum senda nógvan post, kann væl av peningi sparast við slíkum handli.

Og goymslan er so stór, sigur sviin, at tilboðið helst verður galdandi alt ár.

Bergur í Garði, postverksstkjóri, sigur í viðmerking, at hann kennir málið, men metir tað ikki sum nakra hóttan móti Postverkinum kortini.

Talan er helst um privatar spekulantar, sum einaferð í sjeytiárunum hava sæð ein møguleika í at vinna skjótan pening við at leggja føroysk frímerki undir seg.

Føroysku frímerkini vóru nýggj og forkunnug tá, og lætt var hjá samlarum at fáa fulla samling av føroyskum merkjum.

Men Postverk Føroya klárar væl at røkja allar teir kundar, sum seriøst samla føroysk frímerki. Talan er um umleið 50.000 kundar, sigur Bergur í Garði.

Og so er tað hent, at onkur teirra, sum keypt hevur, er komnir í neyð og nú vil sleppa av við øll hesi frímerkini.

»Tey skulu realiserast,« sum postverksstjórin nevnir tað.

Sjálvandi er tað keðiligt, heldur Bergur í Garði, at Postverkið nú skal gera arbeiði, sum einki fæst fyri. Tað vil siga, senda brøv dyri fólk, sum hava goldið útlendskum spekulantum fyri flutningin. Men Postverkið kann sjálvandi ikki nokta at bera postin út.

Hvat privatpersónar gera í slíkum føri, er so eitt. Men neyvan fara privatfólk at keypa so stórar nøgdir av frímerkjum, at tann avsláttur, sviin nevnir í tilboði sínum, fer at merkjast. Tá verða tað heldur fyritøkur, sum senda nógvan post, ið veruliga kunnu vinna pening tann vegin.

»Og heldur ikki tí kunnu vit forða,« sigur Bergur í Garði, postverksstjóri. Men hann vónar kortini, at føroyskar fyritøkur eru so mikið at sær komnar, at tær hava meira hjarta fyri Postverki Føroya enn einumhvørjum útlendskum »feilspekulanti«, sum hevur brent seg av at keypa inn undir seg.

Og ivasamt man eisini vera, um tað fer at loysa seg hjá fyritøkum, sum senda nógvan post, at lata fólk sita og sleikja 45 tíggju-oyra merki fyri at kunna senda eitt vanligt bræv.

Tað tekur eisini tíð.