­ Hatta líkist svarta ongum

Elin Hjelm er ein av teimum, ið rekur privata sólmiðstøð í Havnini. Hon heldur tað líkjast svarta ongum, at svimjihøllin nú er farin at virka sum sólmiðstøð, við bestu sólunum í landinum. Hetta heldur hon máar støðið undan teimum privatu sólmiðstøðunum.

­ Tað kann als ikki góðtakast, at Svimjihøllin, ið er ein stovnur undir býráðnum, rekur sólmiðstøð við dygdarbestu sólunum á marknaðinum. Hetta ger, at vit, ið reka privatar sólmiðstøðir, missa viðskiftafólk. Vit hava jú ikki ráð at útvegað okkum eins góðar sólir og svimjihøllin, sigur Elin Hjelm.

Elin Hjelm sigur, at svimjihøllin hevur havt sólir í nógv ár, men at higartil hava fólk verið noydd at gjalda fyri svimjing eisini, um tey ætlaðu sær til sól. Hetta er tó ikki longur neyðugt, tí nú hava øll møguleika at leita sær í svimjihøllina millum klokkan sjey á morgni og tíggju á kvøldi til sólviðgerð, uttan at teimum nýtist at gjalda fyri svimjing umframt sólviðgerðina. Tað er hetta, ið Elin Hjelm tulkar sum, at svimjihøllin beinleiðis kappast við tær privatu sólmiðstøðirnar um viðskiftafólkini.

­ Eg haldi, at tá svimjihøllin letur upp sølmiðstøð, so kundi hon eins væl latið upp ein klædnahandil ella ein matvøruhandil, sigur Elin Hjelm, ið enn einaferð leggur afturat, at hon heldur svimjihøllina hava gjørt nakað ógvuliga órættvíst.

Elin Hjelm dugir ikki at siga nágreiniliga, hvussu nógv viðskiftafólk tær privatu sólmiðstøðirnar fara at missa, orsaka av svimjihøllini, men hon er vís í, at talan verður um heilt væl av viðskiftafólki. Hon sigur, at svimjihøllin liggur so væl fyri, umframt at hon hevur so góðar sólir, at nógv fólk heldur fer at leita sær í svimjihøllina, enn til dømis í sólmiðstøðina hjá henni.

­ Tað er í fínasta lagi, at svimjihøllin bjóðar sólviðgerð til tey, ið eru í svimjihøllini og svimja, men at svimjihøllin nú alment hevur sólmiðstøð líkst svarta ongum, sigur Elin Hjelm.


Trúði tí ikki

Elin Hjelm sigur, at tá hon frætti, at svimjihøllin í Gundadali fór at bjóða fólkum at koma til sólviðgerð, uttan at tey skulu gjalda fyri svimjing, trúði hon tí als ikki. Tískil ringdi hon til svimjihøllina við teirri vón, at tíðindini vórðu avsannaði. Men so var ikki. Frá svimjihøllini varð sagt, at tíðindini vóru sonn, og at ætlanin var at hava opið millum klokkan sjey á morgni og tíggju á kvøldi.

­Eg havi seinni frætt frá álítandi keldu, at sólirnar hjá svimjihøllini eru tær nýggjastu og dýrastu á marknaðinum í løtuni. Prísurin, hann kundi gera tað sama tá keypt varð, sigur Eli Hjelm og leggur afturat, at tær privatu sólmiðstøðirnar sjálvsagt ikki kunnu keypa nýggjar sólir á hendan hátt.

Elin Hjelm sigur, at svimjihøllin hevur havt frálíkar sólir, og hon sigur, at gamla skipanin, ið kravdi, at gjaldast skuldi fyri svimjing umframt sólviðgerð var ein góð skipan, ið ikki var kappingaravlagandi fyri tær privatu sólmiðstøðirnar. At enda sigur Elin Hjelm, at ynskiligt hevði verið, at svimjihøllin helt áfram við gomlu skipanini, og leggur hon afturat, at nýggja íløgan hjá svimjihøllini minnir um áttatiárini.