Mánakvøldið kom so umberingin frá landsstýrismanninum í innlendismálum, eftir at hann seinasta fríggjakvøld alment hevði undrast á, hvussu tað bar til, at eini rumensk hjún høvdu fingið pláss á Læraraskúlanum. Hetta enntá á degnum, sum skuldi vera ein gleðiligur merkisdagur hjá Daniel og Ioanu Rapa.
Løgmaður hevur góðtikið umberingina frá landsstýrismanninum, og so skuldi friður kanska aftur valdað á økinum. Men spurningurin má skjótt vera, um umberingin í sjálvum sær er nóg mikið.
Síðani nýggja samgongan varð skipað, hevur útlendingamálið støðugt staðið ovarliga á breddanum. At byrja við einamest í ítróttarheiminum, men síðani hevur málið breitt seg til at fevna um alt útlendingamálið sum heild.
Landsstýrismaðurin hevur í hesum støðugt skotið seg undir, at hann noyðist at taka atlit til føroysku arbeiðsmarknaðarviðurskiftini, og at hann sambært donsku lóggávuni á økinum er noyddur at føra ein restruktivan útlendingapolitikk.
Hetta hevur hann sjálvandi eisini allan rætt til, men har ífrá og so til verandi forðingar, sum støðugt verða lagdar fyri útlendingum her á landi, er eitt langt lop. Fleiri dømi eru um útlendingar, sum í longri áramál hava virkað í Føroyum, tí tørvur er á teirra serkunnleika, men sum nú í fleiri mánaðir hava bíðað eftir viðgerð av nýggjari umsókn. Men tekniskar forðingar sum til dømis vantandi umseting av tilmælum frá øðrum myndugleikum hava forðað fyri eini avgreiðslu av málinum.
Tað er undir alt lágmark, at slíkar forðingar verða settar bara fyri at gera umsitingina av málsøkinum enn meira tvørliga, enn hon longu er. Talan er í nógvum førum um fólk, sum hava givið føroyingum eitt stórt samfelagsligt íkast, og tað ber ikki til, at vit nú siga, at tað ikki longur er tørvur á teimum. Ella at gera umsitingina somikið tvørliga, at tey av sær sjálvum melda pass.
Og tá landsstýrismaðurin samstundis mælir til, at alt málsøkið sum tað er, verður savnað undir innlendismálaráðið, minnir hetta einamest um eina roynd at syrgja fyri, at tvørliga umsitingin kann gerast enn meira tvørlig.
Og tá sami landsstýrismaður so kemur við útsøgnum sum henni fríggjakvøldið, verður farið undir alt lágmark. Líkamikið, hvørjar umberingar síðani koma á borðið, so standa søgdu orðini við. At tað er undrunarvert, at føroyskir lærustovnar skulu taka útlendingar inn. Hetta samstundis sum ein framhaldandi menning av føroysku tjóðini er nærum treytaleyst tengd at teimum útbúgvingarmøguleikum, sum okkara ungdómur hevur uttanlands.
Og so skal at enda enn einaferð verða mint á, at tað eru mannalagnur, sum tosað verður um í hesum førum. Kunnu landsins myndugleikar liva við, at teir ígjøgnum sína umsiting gera Føroyar til eitt land, sum bara skal vera fyri tey útvaldu. Kunnu Føroyar liva við tí umdøminum, sum hetta kann geva. Og kann føroyska samvitskan liva við, at fólk verða viðfarin soleiðis her á landi.
Tí verður spurningurin, um ein umbering fyri útsagnirnar hjá landsstýrismanninum er nóg mikið.
Sosialurin