Vil hava fleiri býráðslimir í Havn

Hann er valdur fýra ferðir í Tórshavnar býráð – einsamallur hvørja ferð. Nú vil Annfinn Brekkstein hava fleiri limir í býráðið

Annfinn Brekkstein hevur einsamallur umboðað Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð seinastu 16 árini.

Sambært galdandi kommunulóg kunnu veljast 17 limir í Tórshavnar býráð. Soleiðis hevur verið síðani 1972. Men síðani tá eru bara valdir 13 býráðslimir. Býráðið kann av sínum eintingum hækka talið upp til 17.

Nú hevur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin skotið upp, at talið av býráðslimum hækkar við tveimum til næsta býráðsval í november í ár.

– Undirritaði býráðslimur leggur við hesum uppskot at broyta talið á býráðslimum frá 13 til 15 býráðslimir frá komandi valskeiði at rokna, stendur at lesa í frágreiðingini frá býráðsfundinum í Havn í gjárkvøldið.

Hann grundgevur tað við, at talið á býráðslimum hevur verið 13 síðani 1972, tá fólkatalið var 10.747, hetta var áðrenn kommunusamanleggingarnar byrjaðu. Tað vil siga, at tað tá vóru 827 borgarar fyri hvønn býráðslimin.

– Fleiri kommunusamanleggingar vóru árini frá 1978 og til 2005, har fólkatalið og landafrøðiliga økið vaks nógv. Fólkatalið 1. januar 2024 var í Tórshavnar kommunu 23.228. Hettar gevur 1.787 borgarar fyri hvønn býráðslimin, sigur Annfinn Brekkstein.

– Mítt sjónarmið er, at tíðin er komin at broyta talið á býráðslimum upp til 15, hetta fyri at fáa eina betri fólkaræðisliga umboðan í høvuðsstaði okkara, sigur hann og vísir á, at kommunan er meira enn tvífalt so stór í fólkatali síðani býráðið varð skipað við 13 býráðslimum.

– Eisini eru kanningar gjørdar (m.a. av Beintu í Jákupsstovu um kommunupolitikk, sum greitt vísa á, at borgarin í høvuðsstaði okkara er undirumboðaður, sigur hann.

Hann heldur, at við at broyta talið á býráðslimun upp til 15, so fáa vit eina betri fólksliga umboðan og koma okkara fólkaræðinum nærri. Við støði í fólkatalinum 1. januar í ár, vil umboðanin verða 1.548 borgarar fyri hvønn býráðslimin.

 

Síðani 2008 hevur Sambandsflokkurin í høvuðsstaðnum bara havt ein býráðslim. Á valinum í 2004 hevði hann tríggjar. Fyrst valdur var Heðin Mortensen, sum varð koyrdur úr flokkinum, tá hann kunngjørdi, at hann fór at gerast borgarstjóri í samgongu millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi eftir valið í 2004. Síðani Heðin Mortensen fór úr Sambandsflokkinum hevur flokkurin ikki fingið fótin fyri seg aftur í Tórshavnar býráð.

Annfinn Brekkstein heldur eisini, at býráðslimir skulu hava frægari lønarsømdir, enn teir hava í dag.

– Fyri at fáa so breiða fólksliga umboðan eiga samsýningarnar til býráðslimir eisini at verða broyttar, hetta fyri at øll hava møguleika at stilla upp til eitt kommunuval. Tí sum nú er, eru mínar drúgva royndir tær, at fólk aftra seg at stilla upp, tí tey missa alt ov stórar inntøkur í mun til samsýningina, sum er galdandi í dag sum býráðslimur. Hetta er ikki í samsvari við nútíðina, og eigur tí at broytast, so at øll fólk kunnu stilla upp til politisk val, sigur Annfinn Brekkstein, sum heldur at lønin hjá býráðslimum skal hækkast.

 

Annfinn Brekkstein hevur einsamallur umboðað Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð seinastu 16 árini.