Javnaðarflokkurin viðurkennir sær sína politisku ábyrgd fyri tær byrðar, ið vórðu lagdar á fólkið í kreppuni. Men Javnaðarflokkurin hevur eisini fleiri ferðir - á landsfundum, eins og á Løgtingi - víst á, at stundin er komin, tá løntakarar eiga at fáa viðurkenning fyri tøkini og fáa lut í framgongdini, sum hevur verið.
Javnaðarflokkurin hevur sjálvur lagt uppskot fram á Løgting og stuðlað uppskotum frá øðum, m.a. um avtøku av karensdøgunum og um rættin hjá tímaløntum at fáa dagpengar frá fyrsta sjúkradegi. Hetta eru lóggávuøki og hoyra rættuliga ikki heima í sáttmálasamráðingum.
Javnaðarflokkurin stuðlar fakfeløgunum í teirra krøvum um at fáa lut í framgongdini. Tó hevur flokkurin ikki higartil vilja gjørt nakað, sum kundi verið tulkað sum uppílegging og royndir at órógvað samráðingarnar. Men nú er so langt fráliðið, og støður partanna eru so greiðar, at vit halda tað vera rætt, at Javnaðarflokkurin eisini kunngerð sína støðu. Javnaðarflokkurin er sprottin úr fakfelagsrørsluni og okkara natúrligi samhugi er hjá fakfeløgunum, hóast tað esini er greitt, at politiski og fakligi parturin av arbeiðararørsluni ikki altíð eru fullsamd.
Landsstýrið ikki livað upp til sína ábyrgd
Í teimum samráðingum, sum higartil hava verið, tykist fíggjarmálastýrið at hava verið ov lítið konstruktivt. Mesta orkan hevur verið brúkt til at forðað fyri, at løntakararnir kundu vinna nakran lønarframa.
Landsstýrið hevur longi vitað, at eitt av høvuðskrøvum Starvsmannafelagsins var ein nýggj lønarskipan, sum skuldi bøta um viðurskiftini hjá teimum mongu lágløntu starvsfólkunum, og sum skuldi betra møguleikarnar hjá starvsfólkum at fáa setanarviðurskifti sambært broyttum arbeiðsuppgávum og royndum. Men hóast hesa vitan, var fíggjarmálastýrið als ikki ført fyri at fara inn í samráðingar um hetta høvuðskrav Starvsmannafelagsins.
Samanumtikið má staðfestast, at landsstýrið ikki hevur havt viljan at fara inn í veruligar samráðingar um nýggjan sáttmála, sum kundi verið grundarlag fyri eini betran av arbeiðsviðurskiftunum og sum kundi verið grundarlag fyri at fáa starvsfólkini hjá tí almenna við í eina endurnýggjan, rationalisering og betran av allari almennu umsitingini.
Harafturat hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gjørt ilt verri við sínum ábyrgdaleysu og niðurgerandi viðmerkingum um ávísar samfelagsbólkar.
Láglønarsamfelagið
Líkt er til, at ein niðurstøða er, at støðan hjá fíggjarmálastýrinum er ein partur av generella politikki landsstýrisins um at Føroyar skulu vera eitt láglønarsamfelag, har kappingarførið skal grundast á lágt lønarlag og bíligar vørur. Hesi u-landskós samgongunnar er Javnaðarflokkurin grundleggjandi ósamdur í. Harafturímóti er vælútbúgvið og hugagott fólk, saman við vælútbygdum samferðslu- og samskiftiskervi fyrsta og størsta fortreyt fyri framleiðslu av háprísvørum til háprísmarknaðir.
Greiðið málið!
Javnaðarfloksins áheitan á fíggjarmálastýrið er tí, at farið verður aftur til samráðingar beinanvegin við tí greiða endamáli at fáa eina semju. Ein av óhepnu avleiðingunum av ósemjuni er, at ávís útjaðaraøki liggja meira ella minni avbyrgd frá restini av landinum við óhepnum fylgjum bæði fyri fólk og vinnu.
Landsstýrið eigur nú at taka krøv løntakaranna í álvara.
Tórshavn 6. apríl 1999
Føroya Javnaðarflokkur










