Er tað hetta, sum skal til fyri at vit yvirhøvur kunnu halda springara til, er tað kanska í lagi. Tað sigur Ragnar Jacpbsen, formaður í Grindamannafelagnum, nú landsstýrið ætlar at seta hámark á, hvussu nógvir springarar kunnu haldast til um árið.
Hann leggur dent á, at hetta er hansara egna sjónarmið og ikki sjónarmiðið hjá Grindamannafelagnum, tí Grindamannafelagið hevur ikki umrøtt málið enn. Landsstýrið tvíheldur um okkara rætt til at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, eisini springara, men fyri at tryggja, at veiðan er burðardygg, verður eitt hámark sett á, so at í mesta lagi 500 springarar kunnu haldast til um árið til ein stovnsmeting er gjørd, kanska um eini tvey ár.
Annars vísir Ragnar Jacobsen á, at vit hava eina grindareglugerð og hana vilja tey sjálvandi halda. Men er tað hetta sum krevst fyri at vit yvirhøvur kunnu halda springara til, er tað í lagi, at hámark verður sett á, sigur hann.
Hann dugir ikki at siga um tað eru veðurlagsbroytingarnar, sum eru orsøkin til tað, ella um tað er okkurt annað, men tað vísir seg, at tað eru størr bólkar av springarum at síggja nú, enn vanligt hevur verið. Og hann sær eisini fyri sær, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit fara at síggja størri bólkar av springara undir landi í Føroyum enn tað, sum vanligt hevur verið. Og er tað hetta, sum krevst fyri at kyrra umheimin, góðtaki eg, at kvota verður sett á, sigur hann.
Hann sigur, at so verður neyðugt at fáa greiði á, hvussu tað skal skipast, tí tað er ómetaliga ringt at meta um, hvussu nógvir springarar eru í einum bólki. Sostatt er tað skjótt at koma at drepa meiri enn loyvt er. Tað kann eisini verða ein trupulleik, at leggur ein stórur bólkar av springarum beinini einastaðni, sleppur eingin annar at drepa springara tað árið. Ein máti at forða fyri tí kann vera, at siga, at vit skulu ikki drepa meiri enn 500 springarar í miðal um árið í einum fimm ára tíðarskeiði.
Tað eru nógv, sum halda, at fara vit at slaka í rættinum at gagnnýta okkara tilfeingi við at seta kvotu á springara, verður grindin tað næsta, sum kemur undir trýst og so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit eisini mugu slaka í grindadrápinum.
Men tað stúrir Ragnar Jacbsen ikki so illa fyri. Hann heldur, at springarar hava ein serligan týdning fyri fólk úti í heimi. Burtursæð frá Sea Shepherd og onkrar aðrar víðgongdar felagsskapir, hevur tað verið friður um grindadráp og tí vísir hann ikki frá sær, at kvota verður sett á springaradráp, um tað er hetta, sum krevst fyri at kyrra fólk.
Les eisini: Vit eru vónbrotin av springara-avgerðini hjá Landsstýrinum