bæði á fundi í Klaksvík og á fundi hjá Sambandsflokkinum í Havn leygardagin og í skrivi til leiðsluna í Sambandsflokkinum gjørt vart við sítt krav. Flokkurin hevur nærum trífaldað atkvøðutalið í norðoyggjum [...] Tað einasta, sum í skrivandi løtu er heilt vist, er at Jóannes Eidesgaard verður løgmaður og at Hans Pauli Strøm verður landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum. Fólkaflokkurin situr í skrivandi løtu (kl [...] upp á landsstýrismann í mentamálum er Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði. Hann hevur verið formaður í mentamálanevndini hjá Løgtinginum og hevur umboðað flokkin á tingi síðani valið í 1998 umframt at hann eisini
Hetta ásannar Bergur í Garði, postverksstjóri. Hann vísir á, at rakstrarúrslitið hjá stovninum er hálva triðju millión verri fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn tað var sama tíðarskeið í fjør. Posverksstjórin [...] Tískil hevur Postverkið í dag ein ógvuliga stóran tørv á íløgum. Bergur í Garði sigur, at tað, at Postverkið ikki er sloppið at gera íløgur, hevur havt við sær, at Postverk Føroya í veruleikanum er niðurslitið [...] onnur posverk, havt møguleika at fara upp í KT-vinnuna og gjøgnum hana bjóða út tænastur til vinnulívið, eins og postverk aðrastaðni í heiminum. Hetta heldur Bergur í Garði vera ein stóran smeit fyri Postverkið
Chevron ikki at vera við í leitingini eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini varð tikin fyrr í ár, men ikki fyrr enn nú er tað so vorðið alment. Felagið, sum hevur verið fyristøðufelag í loyvi 008 saman við [...] viðmerkingar ynskir Chevron ikki at gera í løtuni. Søkti í 2. útbjóðing Tað var í 2. útbjóðing nøkur ár herfyri, at Chevron gjørdi av at søkja um leitiloyvi í Føroyum saman við StatoilHydro, DONG og OMV [...] , helst í 2011. Felagið hevur tískil nógv at velja í, og á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum nú um dagarnar varð nevnt, at StatoilHydro fyribils arbeiðir við fýra til fimm plássum at seta borin í. Eitt av
Brimsvík hevur verið B36 venjari síðani á heysti í 2020. Inntil í kvøld høvdu hann og B36 ikki vunnið fulla úrtøku ímóti KÍ. Í kvøld eydnaðist tað. B36 vann 2-0 í Gundadali ímóti KÍ, og B36 hevði tað á klaksvíkingum [...] hevur gott lið, men vit vita, at tað býr væl meiri í okkara monnum, enn tað vit sóu í kvøld, ásannaði Haakon Lunov í samrøðu við Petur Asbjørg Lervig í FM1. Dan Brimsvík fagnaði sínum spælarum fyri liðavrikið: [...] til Páll A. Klettskarð. Árni Frederiksberg og Jóannes Kalsø Danielsen vóru ikki so ofta í gjøgnumbroti í høgru, og í vinstru var tað ikki so ofta, at Patrick da Silva og Pætur J. Petersen spældu seg leysar
eru so framkomin, verður tað sagt. Tað tykist sum man er í harðari kapping um hvør ið skal føra ann í at seta flestar guðleysar lógir í gildi í Norðanlondum og Europa. Og nú tykjast føroyingar at vera [...] stríðið verið ført í fjølmiðlunum. Eftir standa nú nøkur fá, kvinnur og menn, sum skulu spæla finaludystin í nærmastu framtíð. Áhugavert hvat kemur at standa í søguni aftaná um úrslitið. Í einum samfelagi [...] brátt inni í einum felti av spenningsmøguleikum, tá ið trúgvin er lív fyri einum. Tey úrslit og støði, sum tann nógv lovprísaða humana rættarskipanin er komin fram til í dag, kann til tíðir koma í stríð við
1992, Martin Poulsen sum vann almenna bólkin í fjør og hevur tí tryggja sær pláss í fremsta bólki, og Carl Eli Nolsøe Samuelsen sum eftir eina góða kapping í Danmark helst hevur tryggjað sær luttøku. Nýggi [...] eini 2000 í rating. Aðrir sum royna sína eydnu í ár verða teir royndu Gutti Petersen og Vagn Heldarskarð. Virðislønirnar í almenna bólkinum eru ávíkavist á 1.500 kr., 1.000 kr. og 500 kr. Eins og í fjør verður [...] Hann hevði styrkisliga ligið í ovari helvt í almenna bólkinum, men hevur allarhelst eitt ynski at verða unglingaføroyameistari. FM verður telvað í døgunum 7-14. apríl í Vestmanna skúla. Møguligt er at
henni ikki í at venja 22 og ein hálvan tíma um vikuna. Fyri stuttum byrjaði hon at spæla við SISU BTK í Århus, men komandi kappingarár fer hon fyri tað mesta at spæla við týska Flensburg TSB í Verbandtsligaen [...] Nielsen fyrr enn fyri fáum árum síðani, tá ið hon tilvildarliga kom í prát við føroyskar borðtennisleikarar í danskari kapping. Støðið og menningin hjá henni er ikki at fara skeivur av, so skjótt gjørdist [...] árum síðani kom Henrietta til Føroya at luttaka í FM á fyrsta sinni, og gjørdi hon tá ikki mætari enn at gerast føroyameistari. Hon luttók ikki í FM í ár vegna vantandi tíð. Lívsuppliving Hóast hon hevur
kvinna í ríkisfelagsskapinum, sum hevur verið forkvinna í einum tingi. Hon varð vald til løgtingsforkvinnu í 1994, tá hon fór frá sum løgmaður. Hon sat sum forkvinna í Løgtinginum til ólavsøku í 1995. Ruth [...] politikk seinastu 100 árini. Við nýggja málninginum skapa vit betri kynsjavnvág í listini í Samrøðurúminum, har menninir eru í meiriluta. Málningurin skal standa fyri eftirtíðina sum ein vitnisburður um kvinnur [...] politikarar úr Føroyum og Grønlandi, sum ikki hava verið limir í Fólkatinginum, men sum hava havt serligan leiklut í demokratisku menningini í ríkisfelagsskapinum. Tað eru Marita Petersen úr Føroyum, sum
aðu bygdarráðsformaðurin í Kollafirði og borgarstjórin í Havn undir avtaluna sum sigur, at ár 2001 verða kommunurnar báðar lagdar saman. Fyrireikingarnar hava verið í gongd í eina tíð, og millum annað [...] mitt í býnum. Tað kemur at liggja mitt í millum báðar havnirnar í kommununi og tað fer kanska at gera áhugan fyri hesum økinum størri. Stutt til Havnar Men tað er ikki bara havnin sum ger formannin í ha [...] venjingarumstøðurnar hjá ítróttinum í bygdini heldur ikki. Skúlin hevur bert verið fyri tey smærru. Eingin framhaldsdeild er í Kollafirði og næmingarnir hava tí fingið undirvísing í felagsskúlanum á Oyrarbakka
landskappingardysturin hjá kvinnum í vetur endaði við 23-21 til Stjørnuna. Og stendur tað til klaksvíkskvinnur, so fer Stjørnan at gera ein rættiligan vørr í kappingini í ár. Millum hondbóltskøn verður eisini [...] Hon var við til OL í Seoul í 1988, og árið fyri var hon við til HM, har Jugoslavia var nummar 4. Vesna Tomajek hevur spælt yvir 70 landsdystir fyri Jugoslavia, og hóast hon ikki er í sama formi, sum hon [...] venjari í Íslandi í tvey ár. Saman við jugoslaviska venjaranum er eisini ein 21 ára gomul kvinna komin til Klaksvíkar at spæla hondbólt. Hon kallast Andryana Milodanovic og spælir á vonginum. Í dystinum