Súru ber fedranna góvu børnunum ringar tenn

Jóhs. M. Olsen

Vit tosa ofta um siðvenju, at fólk og land er alt kristið av siðvenja. Frá barni hevur ein fingið sum barlast, at hann sum gav lívið eisini gav lívsins lógir og fyriskipanir. Eg havi seinri lagt merki til, sambært søgu og lívsroyndir, at ongin kann bróta hesar lógir, uttan tað fær negativar fylgir fyri tann einstaka ella fólkið sum heild, fyrr ella seinri.
Fatanin av teim menniskjansligu vilkorunum og forútsetningar, stilla tey krøv til ein kristnan, at hann má hyggja uppá rættarlagið við einum veruleikasansi og sakliga meta um tann tørv og endamál sum rætturin skal síggja tilgóðar ella tæna.
Tað vil als ikki siga, at hvørt eitt uppskot skal gjøgnumførast og gerast til lóg. Skal tann persónliga rættartilvitanin haldast í lívi má ein framhaldandi roynd av rættargrundarlagnum og innihaldi, endamáli og háttalagi støðugt fara fram. At ein ikki góðtekur hvat sum helst, er als ikki tað sama, sum ikki at respektera hvønn annan sum menniskju. Tað hava vit skyldu til.
Avgerandi fyri hin kristna er og verður tað lívssýni kristindómurin hevur givið honum. Men her er ein brátt inni í einum felti av spenningsmøguleikum, tá ið trúgvin er lív fyri einum.
Tey úrslit og støði, sum tann nógv lovprísaða humana rættarskipanin er komin fram til í dag, kann til tíðir koma í stríð við sjálva kristnitrúnna og tey krøv hon stillar. Trúgvin uppá ein persónligan Guð, sum livir og virkar í tilveruni, hevur sett hin kristna inn í viðurskiftir av lívsavgerandi eyðkennum Livandi Guðstrúgv er her, væl á merkja, ikki nakar leysur spekulativur heilaspuni. Hon hevur sína grund í tí søguligu sannroynd, at Guðs sonur, Jesus Kristus hevur livað í hesum heimi, útint sítt verk her, sambært Guðs vilja og opinberað hansara ævigu ætlan við øllum menniskjum, óansæð lit og hugburð.
Sannleikin ella fylgjan av hesi opinbering Kristusar, soleiðis sum hon møtir okkum í Halgu Bók, hevur tann kristni fingið staðfest ígjøgnum persónlig upplivilsi og royndir. Tann kristna trúgvin førir inn í eitt andaligt lívssamband, sum umfatar og gjøgnumstreymar alla persónligheitina, í øllum lívsviðurskiftum.

Børnini góvu forfedrunum skuldina
Einki umráði í mannalívinum kann, sum nevnt, isolerast frá kristnu trúnni, enn minni tey virðir og realitetir, sum knýta seg til rætt og rættartilvitan. Okkara lóggávuvald hevur eina lógarbroyting til viðgerðar í løtuni. Hesi gløðandi kúluni av einum uppskoti, hava Norðanlond og onnur somuleiðis sitið við í føvninginum og brent seg av. Viðtøkan hevur við tíðini opnað eitt portur inn í samfeløgini, av fylgilógum, sum verandi ættarlið heystar fruktirnar av og komandi fara at bøta fyri. Ísraelittarnir, sum frá tingsins røðarapalli, hava verið tiknir til inntøku fyri umrødda uppskot, hava eitt orðatak frá eini tungari og torførari tí fyri land og fólk. Ein av framtíðarprofetum teirra (Ezekiel kap. 18,2) spyr teir: “”Hví hava tit hetta orðatakið í Ísraels landi: ”Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu ringar tenn?”” Tað sigst at ímillum tað burturførda ættarliðið tosaði man um, at hetta høvdu forfedrarnir ábyrgdina av, at tey sum fólk havnaðu í Babylon.
Fruktin á trænum sær møguliga góð út og innihaldið í boðskapinum, reklamuni, er hitt sama sum í urtagarðinum á sinni. Men tað verður serverað á annan hátt, meiri tíðarhóskandi og modernað. Hetta er tí samfeløgini og vit sjálvi eru so framkomin, verður tað sagt. Tað tykist sum man er í harðari kapping um hvør ið skal føra ann í at seta flestar guðleysar lógir í gildi í Norðanlondum og Europa. Og nú tykjast føroyingar at vera komnir inn á banan eisini.
Higartil hevur stríðið verið ført í fjølmiðlunum. Eftir standa nú nøkur fá, kvinnur og menn, sum skulu spæla finaludystin í nærmastu framtíð. Áhugavert hvat kemur at standa í søguni aftaná um úrslitið.
Í einum samfelagi har alt er relativt, kann man gera mistøk, bara meirilutin ger sama feilin. Har saknurin av Guðs sannleiksorði er vorðin nærmast sum ein lívsstílur, skulu øll bara gera tað, sum ein hevur tað best við.
Úrslitið er har eftir.