Marita Petersen fær heiðurspláss á Christiansborg

Fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í kongaríkinum, Marita Petersen, sum varð vald til løgmann í 1993, verður millum tær 30 kvinnurnar, sum skulu heiðrast við stórum málningi í samrøðurúminum á Christiansborg

 

Málningurin hjá Herman Vedel av gubbunum hjá 1915-grundlógini fær nú kapping frá 28 kvinnuligum fólkatingslimum, eini kvinnu úr Føroyum og eini kvinnu úr Grønlandi

Foransskapurin í Fólkatingum hevur gjørt av, at ein málningur av 30 kvinnum, sum hava havt týdning fyri fólkaræðisliga virki kvinnurnar síðani 1915, skal málast og heingjast upp á Christiansborg.

Málningurin skal hanga í fína Samrøðurúminum, sum Fólkatingið millum annað nýtir, tá vitjanir eru av fínum útlendskum gestum og við onnur almenn høvi. Í Samrøðurúminum hanga frammanudan verk, sum vísa hendingar ella persónar, sum hava havt stóran leiklut í søguni hjá parlamentarismuni.

Á øðrum endavegginum hongur verkið hjá Herman Vedel av 30 monnum, sum fyrireika grundlógarbroytingina í 1915, sum gav kvinnum valrætt til Fólkatingið. Harvið verður eitt listarligt samskifti millum teir báðar málningarnar, har tann nýggi kann síggjast sum eitt svar uppá, hvat millum annað kom burtur úr 1915-grundlógini.

– Vit í formansskapinum halda, at tað upp á tíðina at fáa fram nakrar av teimum dugnaligu kvinnunum, sum hava sett sín dám á danskan politikk seinastu 100 árini. Við nýggja málninginum skapa vit betri kynsjavnvág í listini í Samrøðurúminum, har menninir eru í meiriluta. Málningurin skal standa fyri eftirtíðina sum ein vitnisburður um kvinnur, sum hava havt serligan týdning fyri virkið hjá Fólkatinginum, sigur Henrik Dam Kristensen, formaður í Fólkatinginum.

Fólkatingið hevur fingið hjálp til at velja tær 30 kvinnurnar av eini nevnd við søgufólki undir leiðslu av fyrrverandi blaðstjóranum á Politiken, Bo Lidegaard. Formansskapurin hevur gjørt sum nevndin hevur mælt til um tær kvinnur, sum skulu heiðrast við at koma upp at hanga.

Talan verður eisini um tveir politikarar úr Føroyum og Grønlandi, sum ikki hava verið limir í Fólkatinginum, men sum hava havt serligan leiklut í demokratisku menningini í ríkisfelagsskapinum. Tað eru Marita Petersen úr Føroyum, sum var fyrsti kvinnuligu løgmaður og harvið fyrsti kvinnuligu stjórnarleiðari í ríkisfelagsskapinum. Og eisini grønlendsku Ruth Heilmann, sum var fyrsta kvinnan, sum var forkvinna í einum tingi í ríkisfelagsskapinum – skrivar altso Fólkatingið. Men tað er ikki heilt rætt, tí Marita Petersen eigur eisini heiðurin at vera fyrsta kvinna í ríkisfelagsskapinum, sum hevur verið forkvinna í einum tingi. Hon varð vald til løgtingsforkvinnu í 1994, tá hon fór frá sum løgmaður. Hon sat sum forkvinna í Løgtinginum til ólavsøku í 1995. Ruth Heilmann gjørdist forkvinna í grønlendska Landstinginum í 1995.

Næsta stigið hjá Fólkatinginum verður at gera eina kapping um, hvat listafólk skal mála. Til kappingina eru ymsar treytir. Ein er, at málningurin skal vera á leið líka stórur sum tann hjá Herman Vedel, sum er 3,67 x 5,88 metrar.

Hesar 30 kvinnurnar skulu vera á málninginum. Tær eru nevndar eftir, nær tær fyrstu ferð eru valdar á Fólkating. Marita Petersen tó fyri tá hon varð vald í Løgtingið og Ruth Heilmann, tá hon varð vald í Landstingið í Grønlandi: 

 

 

Navn

 
 

Flokkur

 
 

Fødd 

 
 

Fyrsta val

 
 

Elna Munch

 
 

RV

 
 

1871

 
 

1918

 
 

Helga Larsen

 
 

S

 
 

1884

 
 

1918

 
 

Mathilde Hauschultz

 
 

K

 
 

1885

 
 

1918

 
 

Nina Bang

 
 

S

 
 

1866

 
 

1918

 
 

Ingeborg Hansen

 
 

S

 
 

1886

 
 

1936

 
 

Bodil Koch

 
 

S

 
 

1903

 
 

1947

 
 

Helga Pedersen

 
 

V

 
 

1911

 
 

1953

 
 

Lis Groes

 
 

S

 
 

1910

 
 

1960

 
 

Nathalie Lind

 
 

V

 
 

1918

 
 

1964

 
 

Hanne Reintoft

 
 

SF,VS, DKP

 
 

1934

 
 

1966

 
 

Ritt Bjerregaard

 
 

S

 
 

1941

 
 

1971

 
 

Eva Gredal

 
 

S

 
 

1927

 
 

1971

 
 

Birte Weiss

 
 

S

 
 

1941

 
 

1971

 
 

Ebba Strange

 
 

SF

 
 

1929

 
 

1973

 
 

Lone Dybkær

 
 

RV

 
 

1940

 
 

1973

 
 

Dorte Bennedsen

 
 

S

 
 

1938

 
 

1975

 
 

Mimi Jakobsen

 
 

CD

 
 

1948

 
 

1977

 
 

Pia Kjærsgaard

 
 

DF

 
 

1947

 
 

1984

 
 

Connie Hedegaard

 
 

K

 
 

1960

 
 

1984

 
 

Marianne Jelved

 
 

RV

 
 

1943

 
 

1987

 
 

Marita Petersen

 
 

Javnaðarflokkurin

 
 

1940

 
 

1988

 
 

Mariann Fischer Boel

 
 

V

 
 

1943

 
 

1990

 
 

Lene Espersen

 
 

K

 
 

1965

 
 

1994

 
 

Ruth Heilmann 

 
 

Siumut

 
 

1945

 
 

1995

 
 

Margrethe Vestager

 
 

RV

 
 

1968

 
 

2001

 
 

Mette Frederiksen

 
 

S

 
 

1977

 
 

2001

 
 

Helle Thorning-Schmidt

 
 

S

 
 

1966

 
 

2005

 
 

Pia Olsen Dyhr

 
 

SF

 
 

1971

 
 

2006

 
 

Özlem Cekic

 
 

SF

 
 

1976

 
 

2007

 
 

Johanne Schmidt-Nielsen

 
 

EL

 
 

1984

 
 

2007

 

 

 

 

Málningurin hjá Herman Vedel av gubbunum hjá 1915-grundlógini fær nú kapping frá 28 kvinnuligum fólkatingslimum, eini kvinnu úr Føroyum og eini kvinnu úr Grønlandi