Seks boð upp á fimm ráðharrar

Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu, Jacob Vestergaard og Bjarni Djurholm eru boð upp á teir fýra landsstýrismenninar hjá Fólkaflokkinum, meðan Bárður Nielsen og Alfred Olsen eru sannlíku landsstýrismenn Sambandsfloksins

Tað verða helst sjey menn, sum fara at manna nýggja landsstýrið. Tað einasta, sum í skrivandi løtu er heilt vist, er at Jóannes Eidesgaard verður løgmaður og at Hans Pauli Strøm verður landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum.
Fólkaflokkurin situr í skrivandi løtu (kl 12 mánadag) á fundi og viðger, hvør skal umboða flokkin í landsstýrinum, og Sambandsflokkurin fer á fund kl 13.
Sosialurin skilir, at tað eru fýra persónar, sum eru upp á tal sum landsstýrismenn fyri Fólkaflokkin.
Tryggasta boðið upp á landsstýrismann í mentamálum er Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði. Hann hevur verið formaður í mentamálanevndini hjá Løgtinginum og hevur umboðað flokkin á tingi síðani valið í 1998 umframt at hann eisini fleiri ferðir áðrenn tað hevur havt sæti sum eykamaður, seinast fyri Kjartan I. Joensen í Leirvík, sum var tingmaður frá 1994-98.
Jógvan á Lakjuni fekk á valinum 20. januar 409 persónligar atkvøður, og fer hann í landsstýrið, kemur Kjartan I. Joensen í Leirvík á ting fyri hann. Hann fekk 155 persónligar atkvøður.
Onnur boð upp á landsstýrismenn hjá Fólkaflokkinum eru Jógvan við Keldu, sum sigst hava hug á vinnumálum. Hann kann tó eisini verða eitt boð upp á nýggjan innlendismálaráðharra, tí hann hevur 16 ára royndir sum borgarstjóri í Klaksvík og hevur verið kommunalpolitikari í eitt mannaminni. Eitt annað boð hjá Fólkaflokkinum upp á innlendismálaráðharra er Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, sum hevur verið formaður í Føroya Kommunufelag.
Fellir valið á Jógvan við Keldu, so kemur Jákup Mikkelsen á ting fyri hann. Jógvan við Keldu hevði 198 persónligar atkvøður, meðan Jákup Mikkelsen fekk 194.
Bjarni Djurholm, sum er landsstýrismaður í vinnumálum, eru sjálvsagt eisini eitt boð. Tað er hugsandi, at hann fer at halda fram í hesum sessi. Men keldur vilja verða við, at hann umhugsar at fara úr landsstýrinum fyri aftur at gerast tingmaður. Tað hevur eisini verið opið stríð millum hann og Poul Michelsen, sum kemur á ting, um Bjarni Djurholm fer í landsstýrið ? og kann hann á tann hátt halda Poul Michelsen burtur frá politiskari ávirkan. Bjarni Djurholm fekk á valinum 20. januar 595 persónligar atkvøður. Poul Michelsen fekk 335.

Bárður Nielsen í Vestmanna sigst verða eitt vist boð upp á nýggjan fíggjarmálaráðharra ? hann sigst hava fulla uppbakking í Sambandsflokkinum.
Tað sigst eisini vera rættuliga sannlíkt, at Alfred Olsen á Toftum verður nýggjur fiskimálaráðharri. Men norðoyingar hava lagt stórt trýst á fyri at fáa Bjørn Kalsø á Syðradali til fiskimálaráðharra. Norðoyingar hava bæði á fundi í Klaksvík og á fundi hjá Sambandsflokkinum í Havn leygardagin og í skrivi til leiðsluna í Sambandsflokkinum gjørt vart við sítt krav.
Flokkurin hevur nærum trífaldað atkvøðutalið í norðoyggjum síðani 1998 ? og hetta var einasta valdømi, har flokkurin hevði framgongd. Norðoyingar hava ikki víst á Magna Laksáfoss, sum fleiri ferðir hevur verið nevndur sum eitt boð.
Sambandsflokkurin hevur verið sera illa umboðaður í Norðoyggjum. Seinastu 50 árini hevur flokkurin bara verið umboðaður á tingi í seks ár, frá 1978 til 1984, tá Eli Nolsøe, sum var landsstýrismaður frá 1970-74, varð valdur á ting. Tá hevði Sambandsflokkurin eitt sera gott val ? ikki minst orsakað av sera góða valúrslitinum hjá Paula Ellefsen. Næstsíðsti tingmaður Sambandsfloksin var Óli í Skúla, sum seinast varð valdur í 1950.
Aðrir sambandsmenn eru eisini upp á tal, eitt nú Johan Dahl, Kaj Leo Johannesen og Sune Jacobsen.
Fer Alfred Olsen í landsstýrið, so kemur Frithleif Olsen á ting, hann fekk 366 prsónligar atkvøður, meðan Alfred Olsen og Edmund Joensen fingu ávikavist 393 og 383 atkvøður, so har er sera tøtt kapping ? og Frithleif Olsen kann lættliga hótta hinar báðar, um hann fær fótin fyri seg á tingi.
Fer Bárður Nielsen á ting, so kemur Olav Enomoto á ting. Bárður Nielsen fekk 357 persónligar atkvøður, meðan Olav Enomoto fekk 78.