Høgni er aftur í 07 Vestur

Tað er stórur styrkur, at veteranurin, sum er førur fyri at røkja fleiri pláss á liðnum, aftur er í hópinum hjá 07 Vestur

Bæðiso og so eru tað hugalig tíðindi, sum tey í 07 Vestur borðreiða við í dag. Ein av stuðlunum í meiri enn 10 ár, Høgni Egilstoft Nielsen, er aftur á vøllinum, eftir at hann í tvey ár ikki hevur spælt í bestu deildini. Hóast hann bara er 28 ára gamal, so var Høgni í nógv ár álitismaður og eisini liðformaður hjá 07 Vestur.

 

07 Vestur skrivar soleiðis í dag: 

 

Tað er okkum ein stór frøi at kunngera, at Høgni Egilstoft Nielsen aftur trínur á vøllin fyri 07 Vestur.

 

Høgni hevur skrivað undir sáttmála fyri hetta kappingarárið við møguleika at halda fram komandi kappingarár.

 

Høgni er ein av spælarunum, sum hevur myndað okkara lið og samleika í nógv ár. Vit skulu heilt aftur til 2013 fyri at finna hansara fyrsta dyst fyri besta lið hjá okkum. Síðani tá, hevur hann spælt 228 dystir við besta liði hjá 07 Vestur (Kelda: faroesoccer.com).

 

Eftir kappingarárið í 2023 valdi Høgni at taka ein steðg frá fótbóltinum. Nú er steðgurin av, og vit gleða okkum at síggja Høgna stríðast fyri 07 Vestur.